fríggjadagur 16. juli 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 108 · 16. juli 2010
5
Sosi
og korini eru ymisk. Eksis ten tielt eru vit
kortini øll komin inn í hendan heim við
lívi og deyða, men eru tó øll fevnd av
kærleika og um sorga n frá Várharra.
Er Bíblian ein bók við nógvum
týdningarmiklum sannleikum?
Ja! Hetta er sjálvandi ein trúar spurn ing-
ur, og um tú ikki trýrt uppá, at Bíblian
er ein bók við nógvum sannleikum,
so heldur tú kanska ikki tað. Sjálvur
haldi eg, at har stendur nógv skilagott
í, sum kann lesast bæði bókstaviliga og
í fluttum týdningi. Til dømis munnu
boð ini um at elska og virða hvørt annað
vera grundarlagið undir okkara mentan
og samfelag.
Hvat er tað besta við
kristindóminum?
At Guð valdi at gerast ein av okkara!
Hví fekk Jesus so stóra ávirkan?
Fyri tað fyrsta segði hann seg vera
Guðs son. Fyri tað næsta segði hann
eisi ni, at vit skulu elska hvørt annað.
Og tað er ikki so býtt sagt!
Er Søren Kierkegaard størsti
heimspekingurin í nýggjari tíð?
Nei, tað er hann ikki. Tað veldst eisini
um, hvat tú meinar við nýggjari
tíð. Heim spekin er sum ein laðaður
garður, har teir ovastu steinarnir ikki
fáa ligið, um teir niðastu ikki vóru
har, tvs. at flestu filosoffar byggja á
ar beið ið hjá teimum, ið gingu undan.
Gamli filososilærarin hjá mær vildi tó
vera við, at tað bara funnust fýra filo-
soff ar, sum kundu kallast originalir, og
teir vóru Platon, Aristoteles, Kant og
He gel. Hetta er sjálvandi fýrakantað
sagt, men um heimspekin er ein lað-
að ur garður, so er Kierkegaard eitt
sera týdningarmikið klípi, ið stuðlar
og heldur allari modernaðari hugsan
uppi, ið spyr, hvat eitt menniskja er,
og hvat okkara tilvera ber í sær.
Hvaðani fært tú tín íblástur
sum prestur burtursæð
frá Bíbliuni?
Eg royni at hava allar antennur
opn ar og lesa nógv og fylgja við í
samfelagsviðurskiftum sum heild. Seks
ára gamla dóttir mín hevur onkuntíð
flent at mær, tá eg havi nevnt Gajol-
pakk ar í mínum prædikum. Men tað
ræð ur um at finna gullkornini, har tey
eru.
Eru Føroyar eitt tolsamt land?
Tað veldst um, hvørji evni vit tosa um.
Eg haldi ikki, at Føroyar eru so ringar,
sum vit ofta gera tær til, men her er lætt
at koma til orðanna, og tí hoyrist eisini
nógv til meiningar hjá víðgongdum
minni lutum.
Er friðurin í Kvívík betri enn
larmurin í stórbýum?
Í Kvívík er gott at vera, og Kvívík liggur
bara 20 minuttir frá Havnini og hálvan
tíma frá flogvøllinum. So tað er ikki so
lang ur vegur til stórbýirnar.
Hvat er eitt eydnuríkt lív?
Hatta er ein sera gamal spurningur,
helst líka gamal sum menniskjan sjálv.
Sjálvt Aristoteles, gamli, baksaðist við
hatta problemið fyri 2500 árum síðani.
Á grikskum verður eydnan kallað
eudai monia og er í ætt við orðið demon.
Eydnan er sostatt ikki ein ónd, men góð
demon, sum kortini skal temj ast. ”Eydnan
sveimar einsamøll við strend ur, frætt er
frá,” syngur Kári P., og ”Eydnan er ei at
líta á,” yrkir Mikkjal á Ryggi í einum
sálmi. Eg haldi tó, at eitt boð upp á eitt
svar kann finnast í einum svari, sum
sangarin Kim Larsen gav, tá hann varð
spurdur, um hann var eydnu ríkur. Svarið
hjá honum var: ”Eg eri nøgdur!”
Theodor Eli Olsen Dam, sóknarprestur í Kvívík
Mynd: Jens Kristian Vang