Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 108 · 16. juli 2010 9 myndir: álvur haraldsen Danmark og Bretland bestu marknaðirnir Uni Arge Føroyar teljast millum tey 160 londini í heiminum, sum flestu fólk als ikki kenna, og tí er ein høvuðsuppgáva hjá føroyingum at marknaðarføra landið soleiðis, at tað verður kendari. Í frágreiðingini, sum Simon Anholt gjørdi fyri Uttanríkisráðið í fjør, umrøddi bretski ráðgevin eisini málbólkarnar, sum føroyingar eiga at leggja dent á. Danmark er ein upplagdur høvuðs­ markn aður hjá Føroyum sum ferðavinnulandi, segði hann, tí sambondini eru sterk, handilsvanarnir millum londini finnast frammanundan, og nógvir føroyingar eru í Danmark, sum kunnu gera sína ávirkan galdandi vegna Føroyar. At marknaðarføra Føroyar sum ein skandi naviskan gimstein í Danmark er tó ikki bara einfalt. Eitt enskt orðatak sigur, at kunnleiki elur vanvirðing, og hetta er ein afturvendandi trupulleiki hjá sjálvstýrandi londum og økjum um allan heim, nevnir hann. »Tað er ógvuliga trupult hjá sjálvstýrandi londum at slíta seg leys frá tí eitt sindur niðursetandi hugburði, ið valdsharrar hava. Ofta er einasti mátin at broyta teirra hug burð at byggja upp eitt sterkari umdømi bein leiðis hjá íbúgvunum í einum triðja landi, ið valds ríkið sjálvt sær upp til og hámetir,« skrivar Simon Anholt. Hendan mekanisman var einasti mátin, ið kundi nýtast at læra Stórabretland at hava virðing fyri Írlandi, nevnir hann. Bretar vóru í øldir vandir við at hyggja niður á Írland sum eitt hjáland og fóru ikki at síggja landið við øðrum eygum, fyrr enn teir løgdu til merkis, at Írland fekk virðing úr USA og londunum á evropeiska meginlandinum. »Tí kunnu vit siga,« skrivar Simon Anholt, »at um Føroyar fáa eina sterka og jaliga ímynd mill um bretsk vitjandi, íleggjarar og við merkjarar, hevði hetta helst fingið danir at endur skoðað sín hugburð mótvegis Føroyum.« Nógv bretsk ríkfólk Næsti stóri marknaðurin at leggja dent á er heilt vist Stórabretland, heldur hann. Stóra bretland er nærhendis Føroyum, og har búgva nógv ríkfólk, ið leita eftir nýggjum og óvan ligum ferðamálum, ið ikki eru ov langt burturi. Bretar hava eisini eitt sindur av grund leggjandi vitan um Føroyar. Simon Anholt skrivar, at meðan teimum flestu bretsku ferðafólkunum vanliga dámar væl ferðamál við heitum veðri, velja eldri og rík ferðafólk ofta ferðamál við tempereraðum veðurlagi. Hesin málbólkurin hóskar eisini væl at draga til Føroya. Kortini er tað ein stór og framsøkin ætlan at seta sær fyri at marknaðarføra Føroyar í Stórabretlandi, heldur hann, tí kappingin á bretska marknaðinum er hørð. Føroyingar skulu tí eisini umhugsa at fara eftir smærri markn aðum. Bílig lond væl egnað Í hesum sambandi nevnir hann, at fleiri góðar grundgevingar eru fyri at marknaðarføra Føroyar í londum sum Lettlandi, Slovenia og Turkalandi heldur enn á dýrum marknaðum sum Týsklandi, Svøríki og USA. Í tílíkum lond um ber til at gera Føroyar sjónligar fyri minni pening enn á stóru marknaðunum, og helst eru fólk eisini lættari at koma á tal við á smærri marknaðunum, heldur hann. »Fólk eru kanska minni væl útbúgvin og eru heilt vist minni ferðavon enn í ríkari londum, og tí er meiri sannlíkt, at tey gerast hugtikin av tí fremmand kenda og tíðindavirðinum í ein um ókendum skandinaviskum ferðamáli,« sigur Simon Anholt. Hvussu Føroyar skulu eita úti í stóru verð, hevur hann onki endaligt svar uppá, tí oyggj arnar verða jú bæði róptar Faroes og Faroe Islands. Men hann mælir til, at vit kalla landið Faroe Islands, tí tað sigur, at talan er um oyggjar. Og føroysku oyggjarnar eru tær, sum skulu seljast sum eitt óuppdagað skandi naviskt Shangri­la. Fleiri enn 200 lond eru í heiminUm, men FøroyAr eiga at mArknAðArFørA seg sum eitt spennAndi skandinaviskt shangri- la í 3-4 londum, segði simon Anholt í Frágreiðingini um kappingarsamleika Føroya. danski mArknAðUrin er sjálvsAgdUr, helt hann, men bretAr skulu læra dAnskArAr at hava størri virðing Fyri Føroyum, segði hAnn eisini øðrvísi upplivingar. Ein yvirskrift á før oyskari lýsingarherferð í Danmark herfyri var rætt og slætt TÆT PÅ, har víst varð á, hvussu nær alt er í Før­ oyum. – Vit hava nógv at bjóða í Føroyum, ikki bara stórsligna náttúru, men eisini matstovur, náttarlív og list. Trupulleikin er kanska, at vit mugu brúka nógv orð fyri at siga, hvat vit hava at bjóða, tí onki einstakt ting eyðkennir okkum. Tá er lættari hjá til dømis íslendingum at tosa um heitar pottar, sigur Súsanna Sørensen. Talentini skapa umrøðu Ferðavinnudeildin hevur langt frá líka nógvar pengar at arbeiða við sum kapp­ ingarneytarnir í grannalondunum, og tí hevur ein tann týdningarmesti parturin av strategiini verið at bjóða útlendskum tíðindafólkum til Føroya at skriva um landið. Hetta hevur ofta borið ávøkst, eitt nú tá stór grein um Føroyar var í New York Times. Tá føroyska fótbóltslandsliðið skuldi spæla ímóti Italia, brúkti ferða vinnu­ deildin hjá Uttanríkisráðnum eisini høvið at gera vart við Føroyar hjá italskum journalistum. – Hetta eydnaðist sera væl, og vit fingu umrøðu í øllum teimum týdn­ ingar mestu ferðavinnubløðunum í Italia. Samstundis sum vit arbeiða á hendan hátt, bjóða vit sølufólkum til Føroya, so tey vita, hvat tey skulu selja, tá um røðan skapar áhuga fyri Føroyum, sigur Súsanna Sørensen. Høvuðsmarknaðirnir hjá Føroyum sum ferðavinnulandi eru Danmark, Bret land, Týskland og Italia. Ferða­ vinnu deildin hevur eisini eyguni eftir, hvat hendir á øðrum marknaðum, men ansar eftir ikki at gloypa um ov nógv lond, tí so kann boðskapurin gerast ov spjaddur. – Ein tann besta reklaman fyri okk um eru tey føroysku talentini, sum gera vart við seg uttanlands. Nøvn sum Guðrun & Guðrun, Teitur og Gunnar Nielsen eru góðir ambassadørar fyri landið. Tað ger stóran mun, tá tílík fólk gera vart við seg, sigur stjórin á ferða­ vinnudeildini. Hon ivast ikki í, at vitjanir sum tær hjá Bill Clinton, Al Gore, Elton John og Bryan Adams eisini skapa áhuga fyri Før oyum, ikki minst tí talan er um nøvn, sum øll kenna. Men tann besti ambassa dørurin fyri Føroyar er eftir leitis kipanini hjá Google at døma før oyska fótbóltslandsliðið. – Okkara kanningar vísa, at áhugin fyri Føroyum á Google økist heilt mun andi, tá landsliðið spælir. Ongar hend ingar skapa so stóran áhuga fyri Før oyum sum landsdystirnir, sigur Súsanna Sørensen.