fríggjadagur 16. juli 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 108 · 16. juli 2010
11
ein bý, sum umboðar 40% av fólk inum
í land inum. Tað eigur heldur ikki at
koma nøkrum dátt við, at Havnin sum
høvuðs staður hevur nógvar fíggjar ligar
skyldur álagdar, sum onn ur ikki hava.
Eitt er, at Havnin hevur so kallaðar
høvuðs staðarskyldur, umboðanar
skyldur og skyldur landsins vegna um
framt at tæna almenna virkseminum í
býnum, men samstundis er veruleikin,
at hvørki Havnin sum kommuna,
ítróttar feløg ella onnur feløg í Havn fáa
lógar ásettu rættindini, sum eru galdandi
fyri restina av landinum – tvørturímóti
lyftir Havnin fleiri landsuppgávur,
sum eitt nú Tjóðpall Føroya, Føroya
Symfoni orkestur, Føroya Listasavn,
Føroya Sjósavn, altjóða ítróttarannlegg,
Klipp fisk… og vit kundu hildið fram, tí
listin er langur.
Verður alt hetta tikið við, vildi ein
fíggjarlig javning helst havt við sær,
at fitt av peningi rann til Havnar og
ikki øvugt. Og tá er ikki tikið við, at
triðja hvør króna vunnin í Havn verður
skattað aðrastaðni.
Veruleikin er, at nærum eins nógv
fólk og tað arbeiða hjá Tórshavnar
kommunu, pendla til Havnar til arbeiðis
hvønn dag, men gjalda skatt aðrastaðni.
Summi búgva aðrastaðni, men eru
lønt úr Havn – og summi búgva enntá
í Havn og gjalda skatt aðrastaðni! Eg
havi einki ímóti javning til útjaðaran,
um hon er neyðug og rættvís – men skil
má vera í, og fíggjarliga býtið millum
land og kommunu má fáast upp á pláss
fyrst.
Flyta tey heimaftur?
Fólkatalið í Havn veksur lítið. Men tað
veksur støðugt og tað gleðiliga er, at
áhugin hjá útisetum fyri kommununi
tykist stórur. Kanningar saman við
Gallup av heimasíðu kommununar vísa,
at millum 10 og 20% av teimum vitjandi
hvørja viku hava bústað uttanlands,
umleið helmingur í Danmark. Vit
síggja, at hesi kanna bústaðar, arbeiðs,
barna ansingar og ferðsluviðurskifti,
um framt annað, ið hevur við trivnað
at gera. Talan er um fleiri túsund fólk
árliga, sum kanna marknaðin, so tað
liggur ein stór ábyrgd á okkum at skipa
soleiðis fyri, at vit uppfylla treytirnar
fyri, at so stórur partur sum møguligt
av hesum flytur heimaftur.
Høvuðsorsøkin til, at føroyingar
velja at verða búgvandi í Danmark
eftir lokna útbúgving er, at tey stovna
fam ilju og byrja spennandi yrkisleiðir.
Tí síggja vit eisini, at hugurin at verða
verandi veksur í mun til áramálið, tey
hava verið burtur. Eitt nú ynskja 50%
av teim um, ið hava verið burturi í fýra
ár, at verða verandi uttanlands, meðan
64% av teimum, sum hava verið burturi
í 10 ár, ynskja at verða verandi.
Vit vita frá kanningum, sum eru
gjørdar av útisetum, hvat skal til fyri at
hesi flyta heimaftur. Vit vita eisini, hvat
skal til fyri, at færri yvirhøvur velja at
flyta av landinum. Eitt nú vildi ein trið
ingur av teimum føroyingum, sum fara
til Danmarkar at útbúgva seg, heldur
tikið part av útbúgvingini í Føroyum,
um tað bar til. Tí hevur Tórshavnar
býráð í síni visjón lagt dent á at menna
høvuðstaðin, so hann er virkin við
fleiri út búgvingartilboðum og altjóða
granskingar umhvørvi.
Av útisetunum, sum búgva í Dan
mark, búðu 50% í Tórshavnar komm
unu, áðrenn tey fluttu. Spurd, hvar tey
ynskja at búgva, um tey skuldu flutt
aftur til Føroyar, siga 71% seg bert vilja
búgva í Havn. M.a. tí arbeiðir býráð
ið saman við umboðum fyri vinnu lív
og arbeiðsmarknað við eini vakstrar
ætlan fyri býin, tí vit vita, at fyri flestu
føroyingar, sum í dag flyta ella longu
búgva uttanlands, er valið Havnin
ella einki, skuldu tey umhugsað at
flutt heimaftur. Fyri tey flestu er einki
alternativ til Havnina. Soleiðis er veru
leikin. Tí er tað so harmiligt, at vit í
Før oyum ikki megna at skilja hendan
boðskapin og standa saman um at
menna høvuðs staðin, tí trivnaðurin
í høvuðs staðnum verður álvarsliga
av gerandi fyri framtíðar menning í
Føroyum.
Okkara høvuðsstaður
Tað besta vit kunnu gera, er at gera
okk ara samfelag so attraktivt sum til
ber fyri tey, sum búgva her, eins og
fyri tey, sum kunnu hugsast at búseta
seg her. Høvuðsstaðurin skal tryggja,
at Føroyar kunnu kappast við metro
polarnar í grannalondunum um hesar
for treytir – og soleiðis eisini um tey
kom andi ættarliðini. Vit eiga øll
høvuðs staðin. Hann eigur avgerandi
leik lutin at ganga á odda í vinnuligu,
búskapar ligu, mentanarligu og sosialu
menn ingini í Føroyum, og hann tænir
øllum føroyingum. Vit vilja tí eisini
sam starva við landspolitikkarar, aðrar
komm unur – ja, allar føroyingar – um
at menna samfelagið.
Vit mugu hava ein munandi bú
skapar vøkstur og ein veruligan fólka
vøkstur, skulu vit framhaldandi menn
ast sum vælferðarsamfelag. Antin vaksa
vit ella minka vit. Her finst eingin
millum vegur, og allar framrokningar
vísa, at vit í Føroyum um 2530 ár
verða eini 1520.000 fólk færri enn í
dag, um vit lata standa til. Her hjálpir
tí einki status quo. Gera vit onki, kann
sam felag okkara fara fyri bakka – fyrst
spaku liga og síðani skjótt.
Ágangurin á Havnina er mangan
øgiligur. Hetta sigur okkum fyrst og
fremst, at vit als ikki hava skilt boð
skapin um, at tá Havnin hevur tað gott,
hevur restin av Føroyum tað gott. Er
ikki framgongd og vøkstur í Havn ini,
so er afturgongd í Føroyum. Skulu
Før oyar yvirliva og mennast sum land
og standa seg í altjóða kappingini um
vitan og tilfeingi, er neyðugt at sleppa
stuttskygdum ætlanum, sprotnar úr
lokalum ørvitiskapi, sum fyri sam
felagið kosta tað tvífalda og tvinga okk
ara ungu fólk av landinum at nema sær
útbúgving og finna nøktandi fakligar
avbjóðingar.
Nú høvuðsstaðurin aftur verður
karm ur um ólavsøkuna, so verða vit enn
eina ferð mint á, at hetta er tjóðarhátíð
alra føroyinga. Hetta er ikki bara ein
stevna fyri havnarmenn. Úr bygd og bý
og úr útlondum savnast øll til okkara
felags høvuðsstað. Gævi at øll vóru
eins góð við høvuðsstaðin hvønn dag,
sum tey eru við Havnina á ólavsøku, so
høvuðsstaðurin veruliga gjørdist tann
fel agsnevnarin, hann eigur at vera fyri
landið alt og allar borgarar tess.
Góða ólavsøku og
framhaldandi gott summar!
mynd: per á hædd
Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu hevur skrivað eina alternativa ólavsøkurøðu