mánadagur 19. juli 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
8
Sosialurin
Jan Müller
Herfyri vitjaði Johan Dahl,
landsstýrismaður
í
olju
mál um russiska gassfelagið
Gazprom. Í tí sambandi
fekk hann eina hjálpandi
hond frá DONG, sum hevur
tætt samstarv við russiska
felagið. Vit spurdu Søren
Gath Hansen, hvat hann
heldur føroyingar kunnu fáa
burtur úr einum samarbeiði
við Gazprome.
– Tað er heimsins størsta
gassfelag og hevur nógva
framkomna teknologi. Eg
kenni ikki ætlaninar hja
Gazprom, men tað er væl
møguligt,
at
teir
kunnu
hugsa sær at vera við til at
kanna møguleikar fyri at
kunna framleiða á føroyska
landgrunninum.
So
eg
gangi út frá, at Johan Dahl
roynir at finna íleggjarar
til Føroyaøkið, og tá er tað
so ein av møguleikunum
at fara til Ruslands. Søren
Gath Hansen vísir á, at tað er
eingin ivi um, at Gazprom fer
í mong ár at hava ávirkan á
europeisku orkustøðuna, so
hann er glaður um at kunna
fáa Føroyum samband høgt
uppi í Gazprom skipanini.
Vandar!
– Men tað eru so eisini tey,
sum halda, at man skal vera
sera varin við at samstarva
við eitt so stórt og ókent
felag sum Gazprom, sum
verður mett sum ein statur í
statinm. Sær tú nakrar vand
ar fyri Føroyar at taka upp
samstarv við Gazprom?
– Tær metingar hava vit
jú sjálvir gjørt okkum, tí vit
eru eitt lítið altjóða felag.
Men allar okkara royndir
við Gazprom hava verið, at
teir hava virkað undir fult
normalum
handilsligum
treyt um. Vit hava eina av
talu um at vit býta um
gass frá Ormen Lange við
Stórabretland til Gazprom og
teir levera so gass til okkum
gjøgnum
Europa.
Tann
vegin hava vit skapt góða
javnvág í samstarvinum men
hyggja vit eftir europeisku
samstarvspartanunum og
kundum hja Gazprom, so
eru teir viðfarnir handilsliga
rætt. Gazprom livir av at selja
gass og tí uppføra teir seg
heilt normalt.
Sørgen
Gath
Hansen
heldur, at støðan til Gazprom
sæð við føroyskum eygum
eigur at vera tann sama sum
til eitt hvørt annað stórt
olju og gassfelag. –Men man
skal sjálvandi vera varugur
við, at hvør partur røkir
síni áhugamál, og tað ger
førosyka samfelagið eisini,
so um man bara heldur seg
vaknan undir fundunum,
trúgvi eg tað fer at ganga
gott.
jan@sosialurin
Fegin um at byggja
brýr til Gazprom
SamStarv Eg eri glaður um at kunna fáa Føroyum samband
høgt uppi í Gazprom skipanini sigur Dongstjóri.
Johan Dahl, landsstýrismaður hevur boðið
sjóranum í Gazprom at vitja. Tað skilst at Jarðfeingi
hevur gjørt frágreiðing um leitivirksemið og
hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi.
Bakkafrost søkir maskinmeistara
StarvSfólk
Søkt verður eftir maskinmeistara til Bakkafrost Harvest Klaksvík
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti til liðugvøruframleiðslu. Bakkafrost framleiðir
m.a. feskan laks til sushimarknaðin og lidnar porsjónsvørur til stórar handilsketur. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk,
lágkostnaðarframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á Oslo Børs. Umleið 450 starvsfólk starvast á Bakkafrost.
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · fO-625 Glyvrar · tel +298 40 50 00 · fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
Bakkafrost Harvest, Klaksvík, er eitt sera framkomið kryvjivirki, ið tekur
ímóti umleið 18.000 til 20.000 tonsum av aldum laksi um árið.
Á virkinum arbeiða 30 til 35 fólk
Førleikar:
Tann, ið settur verður, skal hava viðkomandi royndir og útbúgving.
Arbeiðið:
Arbeiðsøkið er alt vanligt maskin- og umvælingararbeiði, herundir
viðlíkahald, rakstur og stýring av eykalutagoymslu. Viðkomandi skal
kunna arbeiða sjálvstøðugt undir virkiðsleiðarnum.
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Umsóknarfreistin er 31/07-2010
Fyrispurningar: Kári E. Jacobsen, tel 235011
Áhugað biðjast senda skrivliga umsókn saman við prógvi til:
P/f Bakkafrost Processing
Bakkavegur 9
Postboks 221
FO-625 Glyvrar
ella við telduposti til
kaja@bakkafrost.com
Sosialurin / KvR 34 18 00