mánadagur 19. juli 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
Sosialurin
Randi Jacobsen
Um summarið er ein røð
av tiltøkum, har stór fjøld
kemur saman. Stevnur, festi
valar, konsertir og ikki at tala
um ólavsøkuna.
Tað sigst, at hesi tiltøk eru
fyri øll, men tað er ikki heilt
satt. Í fleiri førum er als ikki
hugsað um tey rørslutarnaðu,
sum ikki fara til tiltøkini, tí
atkomuviðurskiftini eru so
vánalig.
Í
desember
kom
ein
kunngerð, sum eitt nú ásetir,
at í almennum høllum, sam
komuhúsum o.l. við føstum
stólum skulu so og so nógvir
stólar vera avsettir til rørslu
tarnað, men reglurnar eru
ikki fyri tiltøk, har eingi føst
sitipláss eru.
– Har mugu vit bara líta
á tann góða viljan og minna
á at hava tey rørslutarnaðu
í huganum, sigur Barbara
á Tjaldrafløtti, forkvinna í
Ráðnum fyri Brekað.
Summi tiltøk ber væl hjá
rørslutarnaðum í stóli at
sleppa til. Tey finna sær eitt
gott pláss, men so kemur
onkur og stillar seg beint
framman fyri teimum uttan
at hugsa, at tey taka útsýnið
frá teimum í koyristólum.
Tað hevur so nógv at siga
fyri hesi fólk at sleppa við til
tiltøk í staðin fyri bara at sita
heima.
Sama trupulleika hava
foreldur, sum fara til tiltøk
við børnum í stóli. Torført
er at koma fram at við
vogninum, og børnini síggja
einki fyri fólki.
– Tað ljóðar kanska sum
smáttarí at nevna, at á festi
valum og stevnum ofta ikki
eru nøkur vesi til rørslu
tarnað, men hetta er ein
stórur trupulleiki, sum fær
tey rørslutarnaðu at velja at
sita heima, sigur Barbara á
Tjaldrafløtti.
Rós vert
Hon rósar teimum, sum
skipaðu fyri konsertini hjá
Elton John, tí tey hugsaðu
um tey rørslutarnaðu. Har
var ein plattur, sum stóð
so væl fyri, at eingin kundi
koma fyri. Platturin var
bururav til rørslutarnað, sum
tí høvdu sama møguleika
sum onnur at síggja og upp
liva konsertina.
Ein áseting í kunngerðini
sigur, at har 10 parker
ingsbásar eru, skal ein vera
burturav til rørslutarnað. Tað
er nokk á góðari leið, at henda
regla verður hildin, heldur
Barbara á Tjaldrafløtti.
Trupuleikarnir eru nógvir.
Barbara á Tjaldrafløtti nevn
ir apotekið í Klaksvík sum
dømi. Har er trappa við fleiri
trinum,
so
rørslutarnað
sleppa ikki inn.
– Tað hevði einki havt uppá
seg at gjørt eina slisku, og hon
má gerast, tí tað er nokkso
privat at fara á apotekið eftir
heilivági. Eg veit um tvey
illgongd fólk, sum í seinastuni
eru dottin í tí trappuni, sigur
Barbara á Tjaldrafløtti.
Fá almenn vesi í Havn
Ein stórur trupulleiki hjá
teimum
rørslutranaðu
a
ólavsøku er, at býurin hevur
so fá almenn vesi. Vesini í
Vágsbotni sleppa tey ikki til,
tí húsið er mitt í eini trappu.
Góð vesi eru hjá Strand
ferðsluni á Eystaru bryggju,
men tað er ein langur tein
um og tekur sína tíð hjá
treingjandi at skula koyra
heilt úr miðbýnum og út á
bryggjuna.
Barbara á Tjaldrafløtti
minnir á, at Føroyar fyri
skjótt einum ári síðan skriv
aðu undir SThandikapp
sáttmálan og harvið hava
bundið seg til, at allir borgar
ar skulu vera líka fyri. ST skal
skjótt hava eina frágreiðing
um,
hvørjar
ábøtur
eru
gjørdar. Spurt verður síðan
aftur fjórða hvørt ár.
– Og tá mugu vit ikki
dumpa, sigur Barbara á
Tjaldrafløtti.
Gott fyri øll
Hon heldur alt tala fyri, at
samfelagið
verður
betur
innrættað til tey, sum bera
brek.
– Um samfelagið er gott
fyri tey, sum bera brek, er
tað eisini gott fyri øll hini.
Vit mugu eisini minnast til,
at tað verður meira og meira
vanligt at hava børn við
allastaðni. So eru tað illgongd
fólk, og við tað at fólk liva
longur nú, eru tað sjálvsagt
fleiri, sum hava okkurt brek,
sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Nógvar ábøtur eru gjørdar
seinastu árini, men langt er
eftir á mál.
– Tað er okkara uppgáva
alla tíðina at varpa ljós á
viðurskiftini. Hetta er besti
máti at skumpa undir, so
nakað hendir til tað betra,
sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
randi@sosialurin.fo
Summartiltøkini eiga at
hugsa um rørslutarnað
Tað man heldur vera av gáloysni enn av illvilja, at viðurskiftini á øllum summartiltøkunum ikki er nóg
góð til, at rørslutarnað fáa luttikið, heldur Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað
Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað heldur, at
illvilji ikki er orsøkin til, at atlit ikki verða tikin til rørslutarnað, tá
ið stór tiltøk eru. Fyriskipararnir hugsa bara ikki um tað
Mynd: Jens Kristian Vang
Ein tann størsti trupulleikin hjá rørslutarnaðum á ólavsøku er at sleppa á vesi