Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. juli · Nr. 109 14 Sosialurin Nøvn Fríggjakvøldið 2. juli var Keldan í Skálafirði karmur um silvurbrúdleypsveitslu, sum var annarleiðis enn van­ ligt er. Tað vóru hjúnini Hjørdis og Dánjal Petersen, sum hildu teirra 25 ára brúdleypsdag saman við familju, vinum og kenningum. Fleiri enn 300 gestir komu at heilsa upp á silvurbrúðarparið, sum fingu góða føði bæði til sálina og til likamið. Tveir royndir fundarleiðarar vóru settir at leiða kvøldið, teir vóru Jens Olsen, Toftir og Helgi Abrahamsen, Strendur. Teir leiddu gestirnar bæði væl og virðiliga ígjøgnum. Hjørdis er dóttur Beintu og navnframa skiparan og reiðaran, Ejler Jacobsen. Hon er uppvaksin úti í Mattalág í Havn og abbadóttur Petur Háberg, sum var millum kend astu yrkjarar og talarar í brøðra samkomuni. Omman, sum hon er uppkallað eft­ ir, livir enn og býr á Ellis­ heiminum í Havn. Hon kendi seg ikki føran at vera við til brúdleypið. Omman er 93 ára gomul. Dánjal er sonur Elsu og Jógvan Petersen, sum búðu í Vestmanna meðan børnini vuksu upp. Jógvan arbeiddi hjá Sev í Vestmanna alt sítt arbeiðslív, og tí verður hann róptur millum manna Jógvan Sev. Jógvan og Elsa vóru millum tey allar fyrstu, sum løgdu arbeiðsorku til, tá summarlegurnar í Zarepta byrjaðu norður við Áir í 1965. Dánjal og Hjørdis hava tað til felags, at bæði hava tey verið til summarlegur á Zarepta teirra barna­ og ung dómsár, og har hava tey fingið nógv gott í beinini, sum hevur verið við til at lagt lunnarnar undir teirra hjúnaband og teirra tænastu í víngarði Guds, sum mongu gestirnir kundu vitna hetta silvurbrúdleypskvøldið í Keld uni. Silvurbrúðarparið er bú­ sitandi Inni í Firði í Kollafirði, har tey hava búð síðani 1996. 25 ára markering Veitslan byrjaði kl.18.00 inni í stóra salinum, sum er sera væl egnaður til slíkar løtur og sum kann lýsast sum eitt fundar­ og konserthølið í heimsklassa. Tá allir gest­ irnir, yvir 300 í tali, vóru komnir at sita, komu Hjørdis og Dánjal, hond í hond, inn í salin og settust á ein hvítan bonk, sum stóð á pallinum, vakurt skrýddur við m.a. smáum ljósperum, sum løgdu ein romantiskan dám yvir bonkin. Tað frættist, at tað er Dánjal, sum hevur staðið fyri at prýða salin til kvøldið. Fyri 25 árum síðani leiddi Ejler brúðrina inn, í dag, 25 ár seinni, leiddi Dánjal silvurbrúðrina inn ­ og tað er júst hetta 25 ára skeiðið, sum Hjørdis og Dánjal ynskja at gera vart við, sam an við familju, vinum og kenn ing­ um. Tá gestirnir komu inn í Salin, løgdu teir merki til, at eitt “portur,” bygt upp við tveimum soylum, stóð á gólvinum. Omanfyri stóð skriva, Guds signing. Tað vóru kreativu evnini hjá silvur brúðgóminum, sum komu til sjóndar her. Dánjal greiddi okkum frá, hví hann hevði valt at gera “portrið.” Hann segði, at hetta skal avmynda signingarportrið, sum hann og Hjørdis fóru ígjøgnum, tá tey fóru inn í hjúnabandið, og at lívið innanfyri hetta portrið als ikki eitt rustað lív, men eitt signingarríkt lív. Onkur hevur sagt tað soleiðis, at er tað stórt at halda brúdleyp við eini ókendari framtíð, er tað størri at halda silvurbrúdleyp við eini kendari fortíð. Hjørdis og Dánjal ynsktu at geva Harranum tann vitnisburð, at hann hevur roynst trú­ fastur og oyst av sínum sign­ ingum hesi 25 árini, sum nú er teirra fortíð. Hetta geva tey eisini útrykk fyri í einum niðurskrivaðum vitnisburði, sum silvurbrúðurin læs upp fyri gestunum, meðan tón­ leikurin spældi í bakgrundini. Tá gestirnir fóru til hús fingu teir hvør sítt eintak í hondina, tí, sum silvurbrúðarparið so væl segði, at tey ynskja, at gestirnir taka við sær ein ítøkiligan vitnisburð um hvussu góður Harrin hevur verið hesi 25 árini. Skjalið, sum allir gestirnir fingu heim við, hevur heitið: “Guds trúfesti seinastu 25 árini – ein heilsan til okkara gestir.” Vit taka nøkur brot úr skjalinum: “Táið vit blivu gift, høvdu vit bæði hjarta fyri at tæna Harranum. Vit fóru beina leið av landinum...................... .........Vit høvdu ongan fastan fíggjarligan stuðul tá. Men vit vitstu, at um Gud hevði kallað okkum, so fór hann eisini at syrgja fyri okkum.................... Okkara elskaði Harri, hevur aftur og aftur víst okkum og staðfest, at Hann er æviga trúfastur.....................Í dag eru vit so stórliga signað, at vit kunnu tæna Harranum og hava í ríkiligt mát.” Hjørdis og Dánjal hava verið Í Harrans tænastu í mongum londum: Í Onglandi, Skotlandi, Danmark, Kypern og í Australien. Tað kann sig­ ast, at tey eru eina altjóða­ kend familja. Staðfestan av hjúnabandslyftinum Hjørdis og Dánjal ynsktu at minnast aftur á og at staðfesta lyftið, sum tey góvu hvørjum øðrum fyri 25 árum síðani. Tí høvdu tey bjóða Karsteni Hansen, sum vígdi tey fyri 25 árum síðani, at lesa burtur úr gamla vígslu­ ritualinum og siga nøkur orð, og samstundis seta teimum nakrar spurningar, sum eina áminning og staðfesting av lyftinum tey góvu fyri 25 árum síðani. Tá Karsten hevði lisið og eisini sagt nøkur orð, spurdi hann silvurpbrúðarparið hes ar spurningar: Hava tit havt hesi lyfti sum skjaldarmerkið hesi 25 árini? - Bæði svaraðu ja! Vilja tit halda á undir somu lyftum næstu 25 árini? - Bæði svaraðu ja! Hevur Harrin signað lívs- leið tykkara hesi 25 árini? - Bæði svaraðu ja! Karsten legði dent á, at talan er ikki um eina nýggja víglsu, men bert ein áminning og endurnýggjan av tí, sum tey søgdu ja til fyri 25 árum síðani. Hetta var ein ógvuliga vøkur og heiløg løta, sum er alneyðug í dag, nú ein stórur partur av hjúnum als ikki náa silvurbrúdleypið orsaka av hjúnaskilnaði. Tá tey høvdu staðfest hjúna bandslyftið, trein Siri­ kit, sum er gift við beiggja Hjørdis, fram á pallin og fram førdi sangin, Lyfti, sum hon sjálv hevur skrivað og gjørt lagið til. Sangurin var stak væl egnaður til hetta høvið, tí tað hevur eydnast Sirikit, við fáum orðum, at endurgeva kjarnina í hjúnabandslyftinum í einum ómetaliga vøkrum lagbúna, sum hon yndisliga bar fram hetta køldið til heiðurs fyri Hjørdis og Dánjal. Sangurin er at hoyra á fløguni, sum Sirikit gav út fyri stuttum. “Vígslurøðan” Síðani hevði Pauli Høj, pasto­ rur í Kelduni, eina prædiku fyri silvurbrúðarparinum, sum, ístaðinfyri at vera ein vígslu prædika, var ein prædika har dentur varð lagdur á at endurnýggja seg í hjúna bandinum. Hann siteraði John Maxwell fyri at hava sagt hetta um kær­ leika: “Kærleiki við fyrsta eygnakast er ikki nakað serligt, men tá tvey hava hugt inn í eyguni á hvørjum øðrum í 25 ár, tá verður hjúna bandið eitt undur!” Beinta, sum er mamma brúðrina, hevði skipað fyri einum sangóri, sum framførdi sangin, “Gud - og eina Gud.” Innihaldið í sanginum fall væl í samljóð við andan hjá silvurbrúðarparinum, sum ynskir at geva eina Gudi æruna fyri farna 25 ára skeiði. Borðhaldið Tá fyrra løtan í salinum var liðug og tað skuldi farast inn til borðhaldið, sum var inni í cafeteriahølinum, tá gingu allir gestirnir ígjøgnum “portri,” eftir ynski frá silvur brúðarparinum. Hetta royndist sera praktiskt, tí úrslitið varð, at tað varð ikki tann stóra trokanin inni við sjálvtøkuborðini – eisini ein signing! Hvat er ein veitsla uttan okkurt gott og leskiligt niður í búkin!? Hetta hevði silvurbrúðarparið so sanni­ liga eisini syrgt fyri. Tvey sjálvtøkuborð vóru sett upp við fiskarættum og fiskasuppu. Gestirnir tóku til sín av øllum tí goða á borð inum, stemningurin var í topp, fólk heilsaðust og prát aðu hvør við annan og fleiri við merk ingar fullu, sum útloystu nógvan látur – sannur veitslu rómur í gleði og friði. Tá borðhaldið var liðugt, varð farið inn aftur í salin, har høvið var at bera fram eina heilsan til silvurbrúðarparið, og tað vóru ikki færi enn 18, sum høvdu eina heilsan. Fyrst talaðu foreldrini hjá báðum, síðani hevði Rebekka eina vakra og kensluborna heilsan til foreldrini, og síðani komu vinirnir í høl­ un um á hvørjum øðrum: Poul Færø ­ Randi og Símun Absalonsen ­ MC Restorff, sum eisini sang eina solo ­ Gunvá við Keldu, borgarstjóri i Klaksvík ­ Jastrid Høj, Saltangará – Marner ­ Jens Chr. Olsen, Toftir – Preben Hansen, Tórshavn – Rógvi Joensen, Klaksvík – Rúna Sivertsen, Klaksvík, og Svein Askildsen, Randers. Kvøldið endaði við eini lovsangsløtu, og tá klokkan var farin av miðnátt takkaði silvurbrúðarparið øllum gest unum, sannandi at øll signingin kemur frá Gud – og eina Gudi. Um Gud vil fara Hjørdis og Dánjal til Bradford í Onglandi í næstum, har tey koma at vera í uml. eitt ár. Poul Jóhan Djurhuus Ein heilsan til silvurbrúðarparið Annarleiðis silvurbrúdleyp í Kelduni