fríggjadagur 25. januar 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 17 - 25. januar 2002
Nr. 17 - 25. januar 2002
29
Hjartaliga takka
vit øllum, sum
við gávum,
fjarritum og
heilsanum
gjørdu
hjúnabands-
dag okkara
4. august
2001
ógloymandi
og hugna-
ligan.
Serliga tøkk
til familjuna,
sum setti ein
serligan dám á
dagin.
Heilsan, Gunnvá
og Mikael
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Góði
Thomas
Hjartaliga
tillukku við
piparinum
25. jan. Nú
mást tú
skunda tær.
Heilsan,
gita hvør
Seinkað heilsan
Hervið ein
heilsan til
brúðarparið
Joensen, og eitt
hjartaliga
tillukku til
brúðgommin,
sum fylti 30 ár
tann 22. jan.
Heilsan, vinir
Góða Mary
Hjartaliga tillukku við 4
ára degnum. Jesus signi teg
ynskja
Árni, Oddvør, mamma
og babba
Góði, fitti John
Hjartaliga tillukku við 1
ára degnum, ið var 23. jan.
Muss og klemm frá
ommu, abba og fastur í
Vestmanna
Hey, hon sjálv!
Hjartaliga
tillukku við
degnum tann
24. januar
ynskir
»maðurin«
ÚT AT KOYRA
Hyundai
stóra
framgongd
Hjá Hyundai Motor Co.
í Korea er stór fram-
gongd í bilasøluni, bæði
til heimamarknaðin og
til útflutnings. Seldir
vóru 1.6 milliónir bilar í
2001, og tað var ein
vøkstur
uppá
4.3%.
Útfluttir vóru mest av
Hyundai Accent.
Kelda: Hyundai Bil Import A/S
25 ár við
Saab turbo
Í 1977 vóru teir fyrstu
100 Saab 99 framleiddir
til sera intensiva test-
koyring. Árið eftir kom
bilurin í framleiðslu við
4 syl. motori og 154 hk.
Kanningar vístu, at ein 6
cyl. motorur við somu
effekt vigaði umleið 50
kg meira og brúkti 30
prosent meira bensin.
Kelda: Motor Magasinet
Hyundai
í USA
Av innfluttum bilmerkj-
um í USA er Hyundai
vorðnir nr. 2, eftir Toy-
ota, ið eru nr.1 og Honda
sum nr.3. The Korea
Automotive
Research
Institute upplýsa, at inn-
fluttir vórðu 600.000
koreanskir bilar til USA
í 2001. Sekstan ár eru
liðin síðan fyrstu kore-
ansku bilarnir komu til
USA.
Kelda: Hyundai Bil Import A/S
Eins og Yaris og
Avensis hava Corolla
nú eisini fingið ein
Verso. Corolla Verso
er ein bilur í stødd
við Renault Scénic og
Citroën Picasso. Verso
hevur øðrvísi design
og er góðar 10 cm
hægri enn hinir
Corolla bilarnir
BILAR
Magnus Gunnarsson
Corolla Verso skilir seg út
frá hinum Corolla modell-
unum, við tað at hann hevur
heilt øðrvísi design og er
góðar 10 cm hægri. Í inn-
rætting og stødd er hann
nakað sum Renault Scénic
og Citroën Picasso. Við-
førisrúmið er 417 litrar.
Viðvíkjandi
útgerð
og
motorum er alt eins, uttan
tað at Verso fæst ikki við
1.4 litur motorinum.
Innbygdar
barnastólar
Baksetrið kann flytast fram
eftir fyri at økja um plássið
í viðførisrúminum. Sum
nakað nýtt hevur Verso
tveir innbygdar barnastólar
til børn millum 15 og 30
kg. Gearstongin situr á
niðara parti á instrument-
borðinum og er sera løtt at
handfara. Verso er ein
rúmligur bilur, ið er væl
egnaður til familjur við
børnum.
Hesar strikumyndir visa at
stórur munur er á at hækka
ferðina við 10 km/t. Tey,
sum hava koyrt á koyri-
tekniskum breytum, hava
sannað, at um ferðin bert
verður hækkað við 5 km/t,
hevur tað eisini stóra
ávirkan:
Kelda: RFF - Petur J. Sigvardsen
Ger stóran mun at økja ferðina við 10 km/t
Toyota Corolla Verso
– barnavinarligur familjubilur
Henda strikumynd sýnir okkum 2 bilar, sum koyra ávikavist 90 og 100 km/t
á turrum, frystum vegi. Hjá tí fyrra bilinum er viðbragdslongdin
(reaktiónslongdin) 25 metrar og bremsulongdin 40 metrar, so steðgilongdin
verður 65 metrar.
Hjá hinum bilinum, sum koyrir 100 km/t, er viðbragdslongdin nú 28 metrar
og bremsulongdin 50 metrar, so steðgilongdin verður 78 metrar - ella 13
metrar longri enn hjá tí fyrra bilinum. Men tað, sum vit serliga skulu geva
okkum far um, er, at tá ið tann fyrri bilurin er steðgaður, koyrir hin
framvegis við o.u. 50 km/t.
Steðgilongdir hjá bilum á turrum og frystum vegi við ferð frá 30 til 110 km/t
Corolla Verso er ein MPV, ið skilir seg út frá hinum Corolla modellunum, við tað at hann
hevur heilt øðrvísi design og er góðar 10 cm hægri
Mynd: Jens K. Vang
Sum nakað nýtt
hevur Verso
innbygdar
barnastólar til
børn millum 15 og
30 kg.
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
29
28
Serskeið á Søgu- &
Samfelagsdeildini
Í vár bjóðar deildin undirvísing í hesum skeið-
um:
Altjóða politikkur og altjóða skipan
Lærari: Herluf Sigvaldsson.
Tíð og stað: Týsdagar kl.07.50 - 09.25 á
Sjómansskúlanum.
Skeiðið er fyrst og fremst ætlað lesandi,ið eru kom-
in nakað áleiðis í lesnaði við lærdan háskúla, og lid-
num kandidatum við áhuga fyri at leggja aftrat vit-
an síni.
Endamálið við skeiðnum er at geva eitt grundleggj-
andi innlit í námsgreinina altjóða politikk. Altjóða
skipanin verður í høvuðsheitum sundurgreinað við
atliti at teim ymsu eindunum á altjóða leikpallinum
og samvirkanini teirra millum. Høvuðstátturin í
seinnu helvt av skeiðnum verður altjóða samráð-
ing,heruppií diplomatiskar semingsroyndir.Skeiðið
endar við einum samráðingarspæli.
Skeiðið fevnir um 30 undirvísingartímar, ið svara til
15 ECTS ella 1/4 lestrarár.
Undirvísingin verður ein blanding av fyrilestrum og
kollokvium. Uppgáva og munnlig framløga í sam-
bandi við undirvísingina telja 1/3 av próvtøku-
karakterinum. Skeiðið endar við munnligari próv-
tøku, ið telur 2/3 av endaliga próvtøkutalinum.
Grundskeið í lóg
Lærarar: Kári á Rógvi,Birta Biskopstø,
Jonhard Klettheyggj og Jógvan
Elias Winther Poulsen.
Tíð og stað: Týsdagar og hósdagar kl.14.00 -
16.00 á Náttúruvísindadeildini,
Nóatún 3.
Skeiðið er ætlað fólki við miðnámsútbúgving,
hægri útbúgving ella viðkomandi royndum. Skeið-
ið er ætlað at vera partur av hægri útbúgvingum,
har lógkunnleiki er ein fyrimunur.
Tey lesandi fáa ígjøgnum dømi úr lógum, kunn-
gerðum, dómum og øðrum eina fatan av háttalag-
num hjá lógkønum (juristum). Venjingar vera, har
tey lesandi sjálvi sleppa at finna á lógir í bókum,
teldum og hjá stovnum.
Skeiðið fevnir um 56 undirvísingartímar, ið svara til
15 ECTS ella 1/4 lestrarár.
Skeiðið er skipað í tveir høvuðspartar. Í almenna
partinum læra tey lesandi, hvussu lógkøn skipa,
finna, meta saman, smíða og royna lóg. Í serliga
partinum fáa tey lesandi innlit í stjórnarlóg, fyrisit-
ingarlóg og altjóðalóg, umframt einstøk onnur
evni.
Tey lesandi skula skriva tvær uppgávur, sum tey fáa
høvi at leggja fram. Tann betra teirra telur 1/3 av
próvtalinum. Skeiðið endar við skrivligari próvtøku
ið telur 2/3 av endaliga próvtøkutalinum.
Umsóknarfreistin er 6. februar 2002.
Umsóknarbløð fáast á www.setur.fo ella við av
venda sær til
Fróðskaparsetur Føroya
Søgu- & Samfelagsdeildina,
J. C. Svabos gøtu 7,
FO-100 Tórshavn.
Tlf. 317009.
ssd@setur.fo