mánadagur 19. juli 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
Mynd: Jens Kristian Vang
Hóskvøld.
Hann setir ryggsekkin og øl
kass an frá sær og hyggur illbrýntur
at vin manninum.
Vit koma aftur í morgin. Kom
nú avstað!, rópar hann til hansara,
með an hvirlurnar hava funnið sær
enn eitt tjald at spæla við. Eitt blátt
tjald fer flúgvandi gjøgnum luft ina
og festir seg fast í koppaða hegn ið,
sum hevur gjørt innrás á høvuðs
vegnum.
Vinmaðurin ger sítt fyri, at
hansa ra tjald ikki fer við vindinum.
Nei! Nú eri eg á festivali! Far tú,
um tú vil!, er ráma svarið, hann fær
frá vinmanninum.
Hann hyggur nipin at vin manni
num í ódnarveðrinum, áðrenn
hann leit ar sær einsamallur oman
til bilin, sum hann setti frá sær
niðan fyri kirkjuna tveir tímar
framman undan.
Aftur regn
Fríggjakvøld.
Klokkan er júst farin av ellivu.
Tað hevur regnað uttan slit sein as
tu tveir tímarnar.
Stutt frá høvuðsinngongdini er
ein ung genta fallin til kníggja. Hon
styðj ar til við at hava vinstru hond
á einum lítlum grótveggi. Gula
spýggið goysir úr henni, meðan
tvær vinkonur royna at hjálpa
henni sum frægast. Tær eru greiðar
á málinum og leggja illastøddu vin
konuni eina við, at hon noyðist yvir
á tjaldingarøkið, so hon fær sovið
rús in av sær.
Tað tykist sum, at hon er um at
koma fyri seg.
Á tjaldingarøkið?, spyr hon
aftan á eina løtu.
Eg fari ikki at sova í einum
tjaldi í hesum regninum. Eg fari til
hús nú, leggur hon sannførd aftur
at.
Løtu seinni fóru hon, og fleiri við
hen ni, til hús.
Soleiðis er G!
Leygarkvøld.
Tað er gott og væl ein hálvur tími
síð an, at Nephew fór av pallinum á
spæli plássinum í Syðrugøtu. Fýra
vi n menn standa framvegis og
syng ja nakrar av sangunum, sum
danski rokkbólkurin hevur fram
ført. Myrkið hevur so smátt lagt seg
yv ir fjøldina av fólki, sum rastleys
tuska runt millum tjaldingarøkið
og festivaløkið.
So kemur fløskan. Ein heit og
før oysk Eldvatn kemur væl við.
Teir seta munnklovan á fløskuna
og stoyta niður í nevið. Hin fyrsti
rist ir við høvdinum, áðrenn hann
kem ur við sínu greiðu niðurstøðu
um ársins G!festival.
G!festivalurin rular!, brølar
hann um allar geilar.
Sum F.R. David
Eg kann ikki annað enn samanbera
ársins útgávu av G!festivalinum
við framførsluna hjá F. R. David á
Summar festivalinum í 2006.
Eg stóð millum mongu áhoyr ar
arn ar, meðan hesin, tá 60 ára gamli,
poppsangarin framførdi nakr ar
av sangunum, sum hann hev ur
skrivað. Hann var millum høvuðs
nøvn ini, sum hevði lokkað fleiri til
Klaksvíkar á festival. Men tað var
ikki serliga gott. Hýrurin var ikki
stór ur. Fá sungu við. Tað vóru ikki
fleiri enn 25 fólk, sum dugdu meiri
lut an av sangunum.
So kom endaspurturin. F. R.
David framførdi sangin, sum hevur
ført hann víða. Og meðan ‘Words’,
sum er eitt fantastiskt popplag,
rung aði, sungu øll við.
Nú
var
konsertin
brádliga
fantast isk. Og tað var hendan løtan,
sum hevur metlað seg fast í minni á
teim um allarflestu.
Men tað er neyðugt at síggja
heild ar myndina. Framførslan var
ikki fantastisk. Og tað var ársins
G!festi valur heldur ikki. Men enda
spurt urin var framúr.
Tað var fyrst og fremst veðrið,
sum legði bein fyri festivalinum.
Tung ar aldur skolaðu seg undir
pall in á sandinum, og tí var festi val
ur in so at siga fluttur niðan á spæli
plássið. Og har var ofta lítið pláss og
ljóðgóðskan var ikki sann før andi.
Veðrið hóvaði ikki fleiri, sum
tung í huga runnu undan veðrinum.
Onnur vóru treisk og lótu seg
ikki órógva. Tey valdu at brynja
seg við toli og royndu at fáa sum
frægast burturúr á mórudíkinum á
tjald ingar økinum.
Føroyskir festivalar hava roynt
vansarnar við føroyska veður lag
num. Regnið og vindurin fekk eisini
ávirkan á G!festivalin í ár. Leyg ar
dagin fingu gestirnar tað, sum festi
val ur in er eyðkendur fyri.
Fleiri gramdu seg um, at tón leika
skrá in var ikki eins áhuga verd í ár,
sum onnur ár. Tað er eisini rætt. Men
hin veg in tóktist tað sum, at føroysku
Týr, Eivør, Guðrið Hansdóttir, Annika
Hoy dal og onnur vóru undirmett.
Hug burð ur in millum fleiri var, at so
lein gi tað er føroyskt, so er tað ikki
gott.
Festivalurin var stundum sera
ó skip að ur. Tað vóru fleiri broyt
ing ar, orsakað av veðrinum, men
sam skiftið við gestirnar var ikki
nøk t andi. Fjølmiðlarnir gjørdu sítt
til at kunngera broytingarnar, men
festi val gestirnir lurta ikki eftir tíð
ind un um í útvarpinum ella hygg ja á
al neti num.
Við treytunum, sum veðrið setti,
fekk G!festivalurin væl burturúr.
G!-festivalurin
hevur sæð
betur daGar
G!-festivalurin G!-festivalurin í 2010 verður mintur fyri buldrasliga veðrið, sum fekk nøkur
at venda við, meðan onnur ikki lótu seg órógva og royndu at fáa sum frægast burturúr