Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. juli · Nr. 109 32 Sosialurin Sissal Kampmann Guðrið Hansdóttir, ið er fødd í 1980, er ein av teim best umtóktu tónleikarunum innan sína genru, ið á Gfestival. com verður presenterað sum vaksanmannapoppur. Hon hevur seinastu árini sligið navnið hjá sær fast við melidiøsum løgum, ið tó altíð hava lyndi til at yvirraska meg. Tá tónleikurin hjá Guðrið, serliga seinasta fløgan, The Sky is opening, verður spæld, kenni eg tað ofta, sum um eg ikki rættiliga kann seta hana ella tónleikin hjá henni í nakran ávísan bás, - og tað tulki eg sum ein kvalitet. Stemningurin í tónleikinum hjá Guðrið er droymandi, flótandi og samstundi krevjandi á tann hátt, at hann krevur, at tú kennir, og at tú hugsar. Guðrið tekur við øðrum orðum áhoyraran út á langar eksursiónir, sum to altíð lata hann venda aftur, trygt og gott, har hann hoyrir heima. Á dreymaferð við Gurðið - Tað, ið tiltalar meg mest við Guðrið, er helst tað, at hon ongantíð ger ov nógv av, men harafturímóti heldur seg, og harvið lurtaran, á einum tryggum grundarlagi. Hetta skal tó ikki skal misskiljast sum um, at tað er keðiligt. Tvørturímóti skal hetta síggjast sum, at tað kenst sum eitt tekin um, at hon hvílir í tí hon ger, at hon veit hvat hon ger, at hon meistrar tað, hon ger. Av somu orsøk kenni eg sum áhoyrari eisini, at eg kann slappa av, og at eg kann njóta tónleikin hjá henni. Bara lata meg føra og forføra í ringa verðrinum í Syðrugøtu. Tí tað er tað, Guðrið ger, eisini á sínum liveframførslum. Við sínum eyðkendu búnum og reyða hári, við sínum gittara og sínum løgum, megnar hon at halda áhoyraranum føstum og føra hann frá byrjan til enda ígjøgnum eitt melodiøst univers, har tað er lovyt at droyma. Á G! skuffaði Guðrið heldur ikki. Framførslan var góð og gevandi, og tað sýntist sum um áhoyrararnir høvdu eitt gott upplivilsi saman við Guðrið hetta leygarkvøldið á G!, ið tíverri alt kvøldið leið undir eini ljóðgóðsku, ið sum skilst ikki kundi verið øðrvísi, orsaka av ringa veðrinum og teim umkalfatringum, ið tí vóru neyðugar. Á dreyma­ ferð við Guðrið G!-festivalurin Guðrið Hansdóttir fór á pall tíðliga leygarkvøldið. Frammanundan konsertini hevði hon kunngjørt, at hon ætlaði at spæla nýggj løg, og at hon gleddi seg til tað. Tað gjørdu hennara mongu fjepparar heilt sikkurt eisini Sissal Kampmann Eg skal vera heilt erlig og við- ganga, at eg ikki visti nakað sum helst um føroyska bólkin The Ghost, fyrr enn eg fekk æruna av at læra teir at kenna á G! í ár. Eg visti tó so mikið, at at teir klára seg ordiliga væl, og at teir eru sera vælúmtóktir í Føroyum. At hetta var tilfeldið, sást eisini á spæliplássinum, har nógv fólk høvdu forcerað veður og vind, fyri at koma oman at hoyra bólk in spæla. Eg visti eisini, at bólkurin hev ur fingið fløgusáttmála við enska felagið Sunday Best, at teir vóru eitt av best umtóktu nøvn unum á G! í fjør, og at teir av gjørt vóru verdir at lurta eftir, tí teir høvdu nakað heilt serligt at bjóða uppá. Eg var sjálvsagt rættu liga spent uppá at hoyra hes ar báðar menninar, Urbanus og Filip, ið báðir eru fyrst í 20- un um, framføra teirra tónleik, sum eg hevði fingið at vita var øðr vísi enn tað, vit vanliga hoyra á føroyska tónleikapallinum. Eg hevði frætt, at hesir menninir tora at bróta upp úr nýggjum og gan ga aðrar leiðir, enn tey flestu. Áhugaverdasta framførslan Navnið sjálvt, The Ghost, kundi boð að frá onkrum, ið hoyrir til tað, ið vit vanliga ikki hava hug til at hitta eitt myrkt, váttligt kvøld, men myndin eg fekk, var heilt øðrvísi, tá eg sá teir fram- føra live. Framførslan hjá bólkinum var ein hin mest áhugaverda á G! í ár við dansarum í tyl skjúrt um, sterkt littum parasollum, kon- fetti og farvuríkum ponchoum. Eitt sirkuslíknandi scenarie, sum ikki bleiv minni fasinerandi og hugtakandi við fangandi løg- unum og ótrúliga kompaktu og tó løttu ljóðmyndini hjá bólki- num, ið ravaði til sín frá høgru og vinstru av øllum teim effekt- um og ljóðum, teir kunnu fáa klør nar í. Røturnar hjá bólkinum eru, sum teir eisini sjálvir siga á myspacesíðuni hjá sær, ein bland ing ur av vintage elektro- poppi og indie-rokki, við referan- sum til The Flaming Lips og The Strokes. Serstak rødd Tað sum tó fangaði meg mest við bólkinum má sigast at vera rødd in hjá Filipi, ið er nakað av tí mest hugtakandi, eg leingi havi hoyrt. Um tónleikurin hjá Guðr- ið var droymandi og sveim an di, so var røddin hjá Filipi tað í denn grad. Røddin hjá Filipi er tað, ið fyrst og fremst ger, at eg væl skil ji, at teir eru so vælumtóktir bæði her heima og uttanlands. At eg skilti hví Rob da Bank eftir at hava hoyrt teir á Iceland Air waves vildi hava teir í sinum fløgu felagið, Sunday Best. Eg væn ti, at mann skal leita leingi eftir eini so mildari, og tó so insi- ster andi rødd. Tað er torført at av gera, um hon hoyrir til eina kvin nu ella ein mann, eins tað er gald andi fyri Angelu Gossow úr Arch, bara við øvugtum fortekni. The Ghost vóru ein ser stak- liga áhugaverd og positiv upp- liv ing fyri meg og hini, ið vóru og lurtaðu eftir teimum á G! Eg ivist heldur ikki í, at teir avgjørt kun nu klára seg flott við sínum stut tu og fangandi løgum og puss igu ljóðkollagum. Teir hava fat ur í akkurát tí tónleikinum, ið er mest populerur beint nú, - eitt slag av androgynum elektro pop- pi, ið á ein ella annan hátt megn- ar at geva tær gásahúð, men tú veist ikki, um tað er tí, tú er bang in ella bara rørdur. Eitt millumrúm millum dreym og veruleika, millum tey livandi og tey sum næstan eru livandi. Mest av øllum helt eg at framførslan var ser liga spennandi orsaka av dans ar un- um, sceneshowinum og klæð- unum hjá monnunum í bólki- num. Tilsaman gav hetta eina kenslu av at vera á einum ser- lig um staði, har tað er loyvt at vera, sum mann hevur hug til, líka mik ið veður og vind… og ja, eg giti, at tað má vera eitt deiligt stað at vera. There´s a Ghost in my house…. G!-festivalurin Framførslan hjá The Ghost var ein hin mest áhugaverda á G! í ár við dansarum í tylskjúrtum, sterkt littum parasollum, konfetti og litríkum poncho’um. Eitt sirkuslíknandi scenarie, sum ikki bleiv minni fasinerandi og hugtakandi við fangandi løgunum og ótrúliga kompaktu og tó løttu ljóðmyndini hjá bólkinum Mynd: Jens Kristian Vang