Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 46

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. juli · Nr. 109 46 Sosialurin Rigmor Dam – Eg gleði meg allarmest til friðin umborð. At koma niður í tempo og at sleppa undan øllum gerandisstressinum, fortelur 52 ára gamla havnarkonan Durita Joensen, sum komandi árið fer at sigla millum oyggjar og lond úti í stóru verð. – Umborð gongur alt seint fyri seg. Tað tekur tíð at gera mat, at repa segl, at vaska og at rigga til – alt tekur tíð. Tað gleði eg meg til, tí tá kenni eg fullkomna nærveru, og at eg livi mitt í nú'inum. Ja, Durita er ein droymari. Men ein góður droymari. Tí í mun til tey flestu, ger hon nú dreym til veruleika. Fimm ára fyrireikingar Lýggja danska summarið er karm ur um hugnaligan fráfar ingar fagnað úti á marinuni Lynetten ytst úti á Refshaleøen við Keyp mannahavn. Niðri í kabyssini sita einar tólv herligar damur, flestar útisetar í bestu árum, tað vil siga um tey 45. Tær práta og flenna og drekka øl og tosa fyri mestan partin fúlt og um mannfólk. Men eisini um og við høvuðspersónin og vertinnuna, Duritu Joensen, sum býr í einum lítlum húsi í Dragør og komandi árið fer undir tað, sum flest okkara bara droyma um, men ikki hava dirvi til: Hon fer út í heim at ferðast. Tó ikki á eina vanliga borgarliga uttanlandsferð sum tey flestu, men við 35 fóta seglskipinum Gaiu, sum hon sjálv skal stýra. – Eg havi fyrireikað meg til ferð­ ina í fimm ár. Lagt pening til viks, útbúgvið meg og lagt ætlanir um, hvagar leiðin skal ganga, fortelur Durita í reyða vindjakkanum, sum heilt sikkurt eisini er vatntættur. Tekur ein vakt her og har Í sivila lívinum er Durita narkosu­ sjúkrasystir. Eitt starv, sum lættliga letur seg foreina við skiftandi bústaðir. So, um hon hevur brúk fyri at liggja at landi í eitt tíðarskeið, til dømis um báturin skal umvælast ella tørvur er á meiri peningi, ber til at taka nakrar vaktir sum sjúkra­ systir, ið sum kunnugt er trotavøra í øllum vesturheiminum. – Eg rokni eisini við at liggja summastaðni í nakrar vikur ella mánaðir í senn. Og so kanska arbeiða eitt sindur her og har, meðan eg búgvi umborð, fortelur Durita, sum eisini hevur klipt síða hárið stutt og praktiskt í sambandi við túrin. Enn er pláss eftir Á leiðini er ætlanin, at familja og vinfólk koma umborð sum manning á ymsum teinum. Bæði føroyingar, danir og norðmenn hava longu boðað frá luttøku. Vanliga eru fýra fólk umborð, men styttri teinar er pláss fyri seks. – Og enn eru nøkur pláss eftir á onkrum teini, sigur Durita, sum er tøk umvegis internetið allan túrin. Men allarfyrsti steðgurin verður í Skotlandi, har sjeikur hennara, klaverleikarin Stamen Stantchev, kemur umborð. Nógvir føroyingar kenna Stamen, sum eitt skifti búði í Føroyum. Nú býr hann í Norðurnorra, har hann virkar sum organistur. Durita fortelur, at ætlanin eis­ ini er at steðga á við Canarisku oyggjarnar vestan fyri afrikansku strondina. Tí roynir hon av øllum alvi at lokka vinkonurnar niður til Gran Canaria at vitja seg í heyst. Og tað er als ikki óvist, at onkur teirra tekur hana upp á orðið. Azurblátt Bountylív Á túrinum verður farið tvørtur um velduga Atlantshavið, eitt nú til Caribiska oyggjahavið eyst­ an fyri miðamerikansku strond­ ina. Til Trinidad og Tobaco og aðrar »Bounty«oyggjar, sum flest okkara bara kenna frá azur bláum pálmalýsingum fyri Lotto vinn­ ingar. – Hetta er ein spennandi avbjóð­ ing. Bara tað at klára at sigla við seglum og vindi og øllum tí, sum hartil hoyrir, sigur Durita, sum sjálvandi eisini gleðir seg til friðin og sólina. Tí, sum hon sigur: – At kunna sita á dekkinum og hugsa sínar tankar. At fáa frið úti á opnum havi, at koma niður í tempo og at koma inn til tað basala í lívinum. Har sól, vindur og hav møtast, við delfinum og kanska onkrum flúgvufiski, sum blakar seg upp á dekkið, hugleiðir hon. Eitt ár millum delfinar og flúgvufiskar Komandi árið fer Durita Joensen úr Havn at sigla á heimsins høvum í seglbátinum Gaiu, sum hon sjálv stýrir Durita Joensen hevur fyrireikað ferðina í fimm ár. Millum annað við at leggja væl av peningi til viks, so hon kann taka eitt ár ella tvey úr kalendaranum.