mánadagur 19. juli 2010síða 47
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
Sosialurin
Lært at navigera
Ætlanin er at sigla runt millum
oyggjarnar í Caribiska havinum
í nakrar mánaðir. Av tí, at tað
bert ber til at sigla tvørtur um
Atlantshavi eitt ávíst tíðarskeið á
árinum, í sessongini, sum tey rópa
tað, ræður um at passa sær løgir.
– Skal eg yvirum aftur í somu
sessong, má eg avstað aftur longu
í mai. So tað kann væl vera, at eg
verið liggjandi haryviri eina sessong
afturat, og so verður túrurin
longdur til tvey ár. Ella onkur annar
siglir Gaiu til Europa. Tað veit eg
ikki enn, sigur Durita, sum hevur
nomið sær nakað av útbúgving,
so hon er før fyri at sigla millum
mongu skerini í oyggjahøvunum,
sum ætlanin er at vitja.
– Eg havi tikið tað, sum verður
rópt
lítlu
dugnaskapsroyndina
og so eitt VHF-radioskeið. Hetta
verður mett at vera minstamark
fyri lærdóm ein slíkan túr, sigur
Durita, sum tó viðmerkir, at tað
eru ongi lógarkrøv til fólk, sum
sigla bátar undir 15 metrar. Men
flestu lond fara helst í næstum at
seta ávís útbúgvingarkrøv í verk til
hendan siglingarbólk.
Tumlaði vestur um hav
Men hvaðani stavar áhugin fyri
at sigla? Duritu forklárar, at fyrsti
neistin varð tendraður longu í
1988, tá hon »tumlaði« tvørtur um
Atlantshavið við fimm ymsum
kjans um. Hetta letur seg gera, um
ein bjóðar seg fram sum manning
umborð á einum av mongu bát un-
um, sum liggja við kaj ymsa staðni
í heiminum.
Í 1999 var Durita Joensen mann-
ing umborð á Salku Valku hjá Duritu
Holm úr Gibraltar til Føroyar.
Síðan hava siglingarferðirnar
verið mangar, eftir at hon og møðg-
urnar Turið og Randi Holm keyptu
Gaiu fyri fimm árum síðani. Bæði
her í Føroyum, í Svøríki og kring um
í Danmark.
Lívið, sum siglir framvið
Um nakrar dagar leggur Durita frá
landi móti heimsins ævintýrum. Og
vinkonurnar kring lítla borðið eru
bæði spentar og áhugaðar hennara
vegna. Tær spyrja, flenna og droyma
saman við henni. Og fleiri sita eftir
við einari kenslu av sorgblídni um
lívið, sum siglir framvið, og longsli
eftir at vera eitt lítið sindur meira
»Durituslig«: Djørv, sterk, málrættað
og ævintýrahugað.
Og jú, kanska onkur teirra fer
til Gran Canaria á vitjan umborð á
Gaiu í heyst!
rigmor@sosialurin.fo
1975
var árið, tá
Gaia varð bygd
í Bretlandi. Hon
er ein 35 føtur
Nicholson glas
trevjabátur við
einari mastur.
Fráfaringarfagnaður umborð
á Gaiu eina summarnátt
í Keypmannahavn
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Durita Joensen er á langfaraleið. Eitt nú sigldi
hon í við Duritu Holm umborð á Salku Valku úr Gibraltar til Føroyar í 1999. Leiðin hjá Gaiu
Farið verður úr Danmark til Skotlands
og suður gjøgnum Biskaya víkina,
framvið sponsku og portogisisku
strondini til Madaira, Canarisku
oyggjarnar og suður til Cap Verde
(sum í veruleikanum eita Grøn
høvdaoyggjar!).
Síðani vestur um hav til Caribiska
oyggjahavið, Trinidad, Tobaco og
norðureftir til British Virgin Islands,
út til Bermuda og yvirum til Azorurnar
og hagani til Europa aftur. Roknað
verður við, at tað tekur umleið
tveir mánaðir at sigla tvørtur um
Atlantshavið.