Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Ólavsøka 2010 býnum, ið stóð og las úr Bíbliuni, og gjørdi prædikantinum greitt, at um hann ikki fekk 10 kr. til eina øl, so gjørdi hann balladu. – Prædikanturin hugdi upp, legði Bíbl­ iuna frá sær og fór í innara lumman eftir 10 kr. So las hann víðari. Hann vildi ikki hava nakra balladu, minnist Rasmus. Áfast var eisini ofta millum fullar menn. Komu marinuskip á Havnina, og marin ararnir stjólu konufólk frá havnar­ monnum, kundu teir verða riknir upp í ein krók í dansinum og smurdir av. – Teir vóru jú allir í uniformum og sóu gott út, meðan føroyingarnir gingu í posa­ troyggju. Tað sigur seg sjálvt, at konu­ fólkini vildu hava teir, men bank fingu teir so afturfyri, og konufólkini vóru fratør, sigur Rasmus. Seldu seyðarhøvd Yvirhøvur heldur hann, at ólavsøkan fyrr var bæði skitin og stuttlig, og at hon nú er vorðin rein og eitt sindur keðilig. Kortini fegnast hann um, at betri skil er komið á nógv viðurskifti, og at ólavsøkan er væl skipað. – Eg minnist eina ólavsøku í 70'unum, tá onkur seldi seyðarhøvd í miðbýnum. Rovini av teimum lógu og sløddust um allan býin, og tað sá heilt drápiligt út. Sovorðið sært tú tíbetur ikki í dag, sigur Rasmus. Viðhvørt hevur hann ilskast um, at roykjarar verða riknir á dyr allastaðni. Kort ini viðurkennir hann, at tann gongdin er góð, tí øll vita jú, at tað er lívsfarligt at roykja. Hetta sæst eisini aftur í kiosk­ unum. – Fyrr lógu sigarettirnar á diskinum, og hítirnar lógu undir diskinum. Nú standa hítirnar fremst, og sigarettirnar liggja undir diskinum. Tað vísir væl, hvussu tað heila er broytt, heldur Rasmus. William visti ráð Eins og nú var ólavsøkan fyrr ikki bara rok og ball. Framsýningar vóru eisini, og Rasmus heldur, at stuttligari var at ganga á fram sýning fyrr. – Framsýningarnar vóru mestsum ósen­ sureraðar, og øll sluppu framat. Nú mugu fólk bara gera tað, tey gera, og fegnast um, at fólki dámar teirra verk. At sýna fram sleppa tey flestu so ikki, staðfestir Rasmus. Í hesum døgum sýnir hann sjálvur fram 13 klippmyndir í SMS, har Birgar Johann­ esen eisini sýnir fram gamlar leikur og myndir úr Havn. Men Rasmus tímir ikki at kalla seg listamann. – William Heinesen segði einaferð við meg, at eg skuldi ikki siga, eg var lista­ maður. Eg skuldi bara vísa tað. So eg lati hini ganga runt og kalla seg listafólk og stríð ast um pengarnar í ymsu grunnunum, sigur hann. Idiotar í New York Meðan sólin og regnið stríðast uppi yvir trøunum við Gamla Bókhandil, fer Rasmus at tosa um kappróður, skrúðgongu, ting­ setu, kirkjugongd og ítrótt á ólavsøku. – Hatta er alt, sum tað var. Ólavsøkan er vøkur og hátíðarlig, serliga tá hon byrjar, men triðja dagin er altíð okkurt býtt hent, sum vit kundu verið fyriuttan. Vónandi verður tað øðrvísi, nú hon er betur skipað, sigur hann. Á Molanum fara aftur í ár at standa tús­ und tals fólk og hyggja at kappróðrinum, og tann løtan er altíð góð. Men Rasmusi dám­ ar illa, at ólavsøkan nú er einasta løtan alt árið, at vanlig fólk sleppa á kaiina. – Fyrr kundi tú fara á seiðaberg á Molanum, men bara tí nakrir idiotar bumb­ aðu tvey hús í Amerika, er alt nú stongt, og ongin sleppur á Molan. Tað er for gal­ ið, staðfestir tann inkarneraði havnar­ maðurin. Annar hevur tagt í mong áratíggju, og hin sigur havnarsøgur allan dagin. Rasmus Rasmussen saman við Rasmusi Effersøe á Tinghúsvøllinum Mynd: Jens Kristian Vang