Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 44

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Ólavsøka 2010 – Ókeypis blað frá Sosialinum Eydna Skaale eydnan@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang - Eg royni altíð at spyrja fólk, um tey eiga húgvuna, tá tey skulu hava nýggjan búna. Men tey flestu siga, at húgvan bara er til børn, ella at teimum ikki klæðir hana. Men tað er ein partur av føroysku draktini, og øllum klæðir tann føroyska búnan, sigur Jóna Vang. Henni dámar lítið, at fleiri damur nú hava seymað sær kýsan um til tasku. - Húgvan eigur at vera ein partur av bæði mannfólka og konufólka búnanum, og serliga menninir gerast so óalmindiliga flottir í húgvuni, sigur Jóna og vísir á, at mannfólkahúgvan altíð hevur verið nógv brúkt. Teir gomlu høvdu eina reyða til gerandisbrúk og eina bláa til jarðarferðir, og enn eru nakrir fáir menn, sum brúka húgvuna nógv. Kýsanum er neyvan lív lagað Jóna plagar at vera á norðurlendskum kongressum, har øll eru í sínum tjóðarbúna. Og til allar teir norðurlendsku búnarnar hoyra húgvur eisini til. Men Jóna er fleiri ferðir spurd um, hvar húgvan til tann føroyska búnan er. Tí tað eru so sera fá, sum nýta hana. - Eg má bara siga sum er, at húgvan eigur at vera við, men eg veit ikki hvat tað er sum ger, at fólk ikki vilja nýta hana. Nakrar mannfólkahúgvur eru at síggja, men eg ivist í, um kýsanum er lív lagað. Jóna heldur, at tað kanska munnu vera bondini, sum skulu binast undir øsinum, sum gera, at konufólk ikki vilja fara í kýsan. Men hon vísir á, at tað saktans ber til at sleppa sær undan bondunum við at seta ein hárboyla inn í kýsan, so hann situr sum hann skal, hóast hann ikki er bundin. - Mannfólkini eru eitt sindur frægari, og tað virkar, sum teir kanska byrja at vakna eitt sindur nú og brúka húgvuna. Men konufólkini eru so eiðasør, heldur Jóna, sum heldur ikki er fegin um, at fólk eru farin at broyta búnan. Niðurgera tjóðarbúnan Jóna vísir á, at eitt rák hevur verið at sæð seinastu árini, har ungfólk, serliga ungar kvinnur, hava eksperimenterað og broytt draktina. - So vilja tær ikki hava fyrriklæði, og so vilja tær ikki hava turriklæði, og Gud hjálpi tú mær um tær ikki eisini brúka troyggjuna og silvurið saman við skrøddum kovboybuksum. Ella seymað skjúrtini um til strammar niðurdeilar, sum tær nýta saman við onkrum mótatoppi. Tað orki eg ikki at síggja. - Altso, antin hevur man føroysk klæði ella hevur man tað ikki. Eg havi einki ímóti, at man er farin at royna nýggjar litir, so leingi, sum alt er við, sum eigur at vera við. Men hitt, har sum tey petta búnan sundur; tað er ringt at síggja fyri eina sum meg, sum er so góð við tað gamla, heldur Jóna. Djór í føroyskum búna At fólk eru farin at lata hundar í broderaðar, føroyskar vestar, heldur garvaða seymi kon- an somuleiðis lítið um. Hon heldur, at tað er at niðurgera tjóðarbúnan. - Ein maður ringdi til mín ein dagin. Hann segði: Jóna, hvat skulu vit nú gera? Eg sigi: við hvat? Jú, tá hevði hann latið seg í tað besta hann átti og var farin út, og so hevði hann møtt einum hundi í føroyskum vesti, júst sum hann sjálvur var í. Tað helt hann lítið um, greiðir Jóna frá, og hon er samd í, at tað ongastaðni hoyrir heima at lata djór í klæðini. - Tað næsta verður væl onkur kúgv í turriklæði, ella at onkur tarvur skal latast í knappatroyggju. Tað er púra burturvið, slær hon fast. Jóna er farin at óttast hvat skal henda við føroyska búnanum, um vit ikki leggja okkum eftir at ansa eftir honum. Tað er so skjótt at oyðileggja tað gamla, um man eksperimenterar for nógv, og tað vildi verið synd, um tann føroyski búnin hvarv. - Men eg var so sjelaglað at síggja mynd- ir nar av studentunum, nú próvhandanin var. Eg pløddi allar myndirnar ígjøgnum, og tey vóru øll so pen, so pen. Eg má siga, at eg var bangin fyri, at onkur hevði broytt klæðini, men har var einki at síggja. Oyjøssus, tað var deiligt, at eg ikki gjørdist óð inn á nakran, sigur Jóna flennandi, og staðfestir, at tað man vera eitt tekin um, at tað siðbundna vinnur á hinum. Í øllum førum fyri fyrst. Men kýsin og húgvan eru á veg út í kuldan. Kýsin og húgvan hvørva – Eg veit ikki hvat tað er, sum ger tað. Um fólk eru for stolt ella hvat. Eg skilji einki av tí, men tað vera alsamt færri húgvur, og kýsan sært tú slett ikki, sigur Jóna Vang, sum í mong Harrans ár hevur seymað føroyskar búnar fyri fólk Kýsin á ólavsøku er sum lundi á jólanátt. Framvegis eru nakrar mannfólkahúgvur at síggja, men tær fækkast Jóna Vang, sum í mong ár hevur seymað føroysk klæði, harmast um, at kýsin og húgvan eru um at hvørva. – Eg veit ikki hví fólk ikki vilja hava allan búnan. Húgvan eigur at vera ein partur av føroysku klæðunum bæði hjá mann- og konufólki, sigur hon