mánadagur 19. juli 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Ólavsøka 2010
tórshavnar
kommuna
wc
Á ólavsøku hevur Tórshavnar kommuna wc-vognar standandi ymsa
staðni í býnum.
Vognarnir standa á hesum støðum:
Á P-økinum við J. Paturssonar gøtu, á Skálatrøð og undir Bryggju-
bakka.
Harumframt verða kommunalu wc-ini opin í Kiosk Steinatúni, í
Mylnugøtu og aftan fyri Sjónleikarhúsið.
Ólavsøkukonsertin mánadagin 26. juli frá kl. 20.00 er Tórsgøta stongd frá
sverrisgøtu (Mariu Poulsen) og oman í vágsbotn.
Rennikapping týsdagin 27. juli kl. 17.30-20.30; økið undir Bakka verður
stongt fyri allari ferðslu.
Kappróðurin ólavsøkuaftan (millum kl. 14.00 og 19.00); Eystara Bryggja
verður stongd fyri vanligari bilferðslu frá Kongabrúnni til Jónas Broncks
gøtu. Somuleiðis er ikki loyvt at parkera á parkeringsøkinum á Bursatanga
frá 27. juli kl. 20.00 til ólavsøkudag kl. 9.00.
Ólavsøkuaftan, frá kl. 12.00 til fríggjadagin 30. juli
kl. 12.00 eru hesar broytingar í ferðsluni:
Bilferðsla er ikki loyvd eftir Áarvegnum frá Havnargøtu, niðan á Vaglið,
í Mylnugøtu, í Niels Finsens gøtu frá Vaglinum og niðan til Sjónleikara-
húsið, í Tórsgøtu, oman í Vágsbotn og yvir á Skálatrøð. Parkering er
heldur ikki loyvd á hesum økjum.
Parkeringsøkið á Skálatrøð verður stongt fyri parkering 26. juli kl. 19.00.
Um bilar standa á økinum verða teir fluttir.
Vanlig bilferðsla er ikki loyvd tvørtur um Niels Finsens gøtu á vegamót-
inum Bøkjarabrekka/Steinatún, undantiknir eru hýruvognar, Bussleiðin
og Bygdaleiðir.
Harumframt kann væntast at ferðslan á Áarvegnum, Vaglinum og Niels
Finsensgøtu verður nervað munandi fyrrapartin ólavsøkuaftan, tí arbeitt
verður við at seta upp sølubásar og gera aðrar fyrireikingar til ólavsøkuna.
Meira um parkeringsviðurskifti sæst á www.torshavn.fo
Bussleiðin
Mikudagin 28. juli (ólavsøkuaftan) koyrir Leið 1 seinasta túr av Hamrinum
kl. 13.53, Leið 2 koyrir seinasta túr av Argjum kl. 14.05, og Leið 3 koyrir
seinasta túr av Norðasta Horni kl. 14.05.
Hósdagin 29. juli (ólavsøkudag) er eingin koyring.
Midnáttarsangurin á Vaglinum ólavsøkukvøld er millum størstu tiltøk
í Føroyum.
Samarittarnir hjá Reyða Krossi eru eisini á Vaglinum. Reyði Krossur
hevur tríggjar støðir, soleiðis at tað altíð ber til at veita skjóta hjálp.
Telefon 112 ella 351448.
Økið framman fyri Gamla Bókahandil er sett av til foreldur við
barnavognum og smábørnum. Ansið væl eftir tykkum og tykkara
næstrafólki.
Sanghefti til midnáttarsangin
Sanghefti til midnáttarsangin fáast í Snarskivuni frá mánadegnum
19. juli. Sangheftini fáast eisini í Ráðhúsinum og í Býráðssalinum,
meðan opið er ólavsøkudag millum kl. 16.00 og 18.00. Somuleiðis
fáast sanghefti í sambandi við sangløtuna á midnátt ólavsøkukvøld.
Tá fara skótar at býta út á trappuni uttan fyri Býráðssalin.
P
Ferðsla og
á ólavsøku
á ólavsøku
undir midnáttarsanginum
Góða ólavsøku!
á ólavsøku
Móttøkuhúsið hjá Tórshavnar kommunu í Tróndargøtu er opið ólavsøku-
dag millum kl. 16.00 og 18.00, har høvi verður at síggja listasavnið í
P
P
P
P
P
P
P
P
P
P
wc
wc
wc
wc
wc
wc
wc
Áarvegur
Mylnugøta
Niels Finsens gøta
Bøkjarabrekka
N. Winthers gøta
Tórsgøta
Havnagøta
Ni
el
s
F
i
n
s
e
n
s
gø
ta
Vág
s
b
o
t
nu
r
Skál
at
r
ø
ð
Bilferðsla ikki loyvd
Ongin gjøgnumkoyring –
bussar/hýruvognar undantiknir
Meðan róð verður um kapp
er stongt
Kunning um
ólavsøkuna
húsinum og húsið annars. Eisini Ráðhúsið og Býráðssalurin eru opin
ólavsøkudag kl. 16.00 til 18.00.