mánadagur 19. juli 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34 Ólavsøka 2010
– Ókeypis blað frá Sosialinum
Ólavsøkuaftan verður punktum sett fyri
hes um róðrarárinum. Tá er tað síðsti
møgu leik in hjá teimum, sum hava stríðst
og kempað síðani eina ferð í vetur, at
heysta frukt ina av stóru íløguni.
Allir rógvararnir hava eitt brennandi
ynski um at vinna á Ólavsøku. Eingin vil
vinna FM uttan eisini at vinna á Ólavsøku.
At verða meistari og samstundis at vinna
á Ólavsøku kennist sum meistaraheiti við
serligari sloyfu.
Hjá teimum, sum tað ikki hevur gingið
soleiðis hjá í teimum seks undanfarnu FM
róðr unum, sum tað varð vónað og rokn
að við, tá ið fyrstu tøkini vórðu tikin á
Norð oyastevnu, er ólavsøkuróðurin eyka
møguleiki. Nú ber til at seta glæsiligt
punktum og harvið eisini kanska at kveikja
undir hugin eisini næsta ár at seta seg
við ár arnar eftir strævnan vetur í rógvi
maskinunum.
Tað er altíð trýst á kappróðrarfólkunum,
tá ið tey bíða eftir startskotinum. Men
trýst ið er neyvan nakrantíð størri, enn tað
er tað ólavsøkuaftan.
Spenningurin og smálutirnir
Páll Fangi við monnum og Teistin við gent
um í barnaróðrinum hava vunnið allar
róðr arnar og hava harvið tryggjað sær
FM heit ið, og tað hevur Erla Kongsdóttir
við kvinn um eisini. Í hinum róðrunum
er tað framvegis FM spenningur, og allir
rógvararnir vita, at tað kunnu vera heilt
smáir lutir, sum kunnu gera av, um talan
verður um sigur og fagnað, ella um talan
verður um tap og vónbrot.
Spurningurin er, um alt umborð riggar,
sum tað skal: Halda homlubondini, tá ið
rimmar fyrstu tøkini verða tikin, og halda
árarnar, tá ið tað í allar fyrstu tøkunum
stendur meiri á teimum, enn tað ger í rest
ini av róðrinum.
Serliga á Ólavsøku, har teinurin er so
stuttur, ræður tað um at fáa góðan start. Nú
er róðrarárið so mikið nógv liðið, at stýri
menninir eiga at hava gott tak á at leggja
kósina rætta. Men so er tað taktikkurin.
Hvussu leingi skulu teir taka bekktøk,
hvussu langur skal lunnaróðurin vera, og
skulu eyka bekktøk takast, tá ið báturin
nærk ast ytra endanum á Molanum.
Eyðvitað er alt sovorðið avrátt framm
anundan. Men hetta verður vent og snarað
fleiri ferðir, tá ið taktikkurin verður lagdur.
Og ein annar spurningur er, um tað skal
avráðast at skifta taktikk undir róðrinum,
um tað vísir seg, at tað, sum frammanundan
var avrátt, ikki hevur borið ta støðuna við
sær, sum tað varð roknað við.
Grundvenjingin frá jólum og út á várið
kennist ofta sum pína. Ólavsøkuaftan er
møguleiki hjá øllum at fáa avkast burtur
úr stóru og tíðarkrevjandi íløguni. Opti
mala avkastið er at koma fyrstur á mál á
Ólavsøku og at verða meistari. Hjá øllum
teimum, sum árið ikki hevur borið FM
heitið við sær, ber tað til at bjarga íløguni
við sigri á Ólavsøku.
Á startmálinum undir Argjahøvda er
fokus á startinum, á detaljunum, á tak tikk
inum og á endamálinum undir Skipa fel
agnum. At hoyra áskoðarafjøldina koyra
á sínar manningar tykist bera við sær, at
áratøkini muna uppaftur meiri hjá summ
um. Hjá áskoðarunum kennist tað sum
serligur leiklutur at bera sínar manningar
fram.
Hóast vinnararnir eru fáir og tapararnir
nógvir, so livir vónin í øllum teimum, sum
taka lut og teimum, sum halda við og taka
á við einstøku manningunum. Tað er hetta,
sum ger, at tað eisini í ár verður spennandi
at fylgja við í kappróðrinum á Ólavsøku.
Ólavsøkan er punktum fyri róðrarárið,
og smálutirnir kunnu hava stóran leiklut.
Góðan ólavsøkuróður!
Smálutirnir eiga
stóran leiklut
Ólavsøkuaftan er møguleiki hjá øllum manningum
at bjarga róðrarárinum, og skal tað eydnast, so er
neyðugt, at hvør smálutur situr, sum hann skal
Tróndur Arge
Eysturoyingur liggur fremstur
og man roknast sum FM favoritt
hjá 10 mannaførunum
Mynd: Jens Kristian Vang