mánadagur 19. juli 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Ólavsøka 2010
Undan sjeynda og síðsta kappróðrinum
í ár er tað longu greitt, at vertirnir fyri
kapp róðrinum
á
Ólavsøku,
Havnar
Róðrar felag, bara hava møguleika at
vinna FM gull í kappingini millum
dreingir í barna róðr inum, og at hitt
felagið í Havnini, Róðrar felagið Knørrur,
einki FM heiti fer at vinna í ár.
Í
summar
hava
sigrarnir
í
kappróðrinum verið spjaddir kring alt
landið, og leingi sá tað út til, at einki
felag fór at vinna meiri enn eitt FM í
kappingunum, tá ið sæð verð ur burtur
frá barnaróðrunum.
Seinastu vikurnar hava tey á Argjum
gjørt eitt orduligt sprell, og um væl veit við
hjá argjafólki á Ólavsøku, so er møguleiki
fyri, at Argja Róðrarfelag strýkur avstað
við trimum meistaraheitum: Teistin
við gentu manning í barnaróðrinum,
Blikur í kapp ingini millum dreingir og so
Argjabáturin, sum tær seinatsu ferðirnar
hevur gjørt so mikið nógv um seg, at
hann nú hevur møgu leika at vinna á
Ólavsøku og harvið at vinna FM.
Tað er greitt, at klaksvíkingar og fugl
firðingar hava vunnið hvørt sítt FM heiti.
Tað skal vilja heilt illa við, um Kapp
róðrar felagið NSÍ ikki skal vinna FM í
kappingini millum 10mannafør, og hóast
tað ikki hevur hilnast so væl tvær tær
seinastu ferð irnar, so liggur Sølmundur
framvegis á odda í kappingini millum
6mannafør við kvinn um.
Møguleiki er fyri, at tvey gullsett enda
í Sundalagnum – Falkur og Hvessingur –
og møguleiki er fyri, at Beinta úr Miðvági,
Vest menningur, Kvívíkingur og Royndin
Fríða úr Vági kunnu vinna gull.
Gullið fer kring alt landið
Einasta róðrarfelagið, sum hevur møguleika at vinna
fleiri kappingar, er Argja Róðrarfelag
Tróndur Arge
Støðan eftir seks FM kappingar
Teir bátarnir, sum framvegis hava møguleika at vinna heiðursmerkir, eru tiknir við í yvirlitinum
Barnaróður dreingir
Títlingur 40 stig
Havfrúgvin 36 stig
Drekin 32 stig
Barnaróður gentur
Teistin 39 stig (FM)
Drekin 30 stig
Spógvin 29 stig
Fípan Fagra 24 stig
5 mannafør dreingir
Blikur 39 stig
Royndin Fríða 39 stig
Firvaldur 24 stig
Svanur 18 stig
Teistin 18 stig
Jallurin 18 stig
6 mannafør kvinnur
Sølmundur 40 stig
Hvessingur 38 stig
Gongurólvur 27 stig
Riddarin 27 stig
5 mannafør gentur
Beinta 38 stig
Falkur 36 stig
Sílið 28 stig
Ørnin 22 stig
Tjaldrið 21 stig
5 mannafør kvinnur
Erla Kongsdóttir 41 stig (FM)
Drekin 34 stig
Firvaldur 32 stig
6 mannafør menn
Páll Fangi 42 stig (FM)
Tvørabáturin 34 stig
Riddarin 29 stig
Smyril 26 stig
8 mannafør
Kvívíkingur 38 stig
Argjabáturin 37 stig
Fríggjarin 31 stig
Árnfirðingur 26 stig
10 mannafør
Eysturoyingur 40 stig
Vestmenningur 38 stig
Hoyvíkingur 30 stig