Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 58

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

58 Ólavsøka 2010 – Ókeypis blað frá Sosialinum Uml. 250 fólk starvast hjá Posta. Hin 1. januar 2005 varð postverkið umskipað frá almennum stovni til partafelag við Føroya Landsstýri sum eigara. Høvuðsskrivstovan, miðdepilin fyri alt virksemi felagsins, er á Óðinshædd í Tórshavn. Á borðinum liggja fleiri áhugaverdar verkætlanir, sum vit mangla ein stinnan KT mennara at fara í holt við. Tí søkja vit eftir einum KT mennara í .NET og Microsoft SQL Server, sum verður lyklapersónur í framhaldandi menningini av okkara KT kervi, ið er grundað á Microsoft umhvørvið. Tú Tú kanst vísa á ítøkilig úrslit frá líknandi starvi. Tað er títt eyðkenni, at tú ert ágrýtin og røkkur teimum málum, tú setur tær. Tú ert nærlagdur/-løgd og dugir væl at samskifta við starvsfelagar. Tú sært fleiri møguleikar enn forðingar, og tín arbeiðsháttur er miðvísur og vælskipaður. Tú hevur eina bakgrund sum forritari og systemserfrøðingur við royndum innan Microsoft økið - herundir Windows Server, Internet Information Server og MS SQL Server Kanska hevur tú eisini royndir innan eitt ella fleiri av hesum økjum: Navision ERP, ASP.NET, Web Services (SOAP) og Dynamic Web. Vit Á Posta fáast vit við flutning, og seinnu árini hava vit á Posta flutt okkum nógv. Umframt kappingarføra løn bjóða vit tær eitt jaligt arbeiðsumhvørvi og eitt avbjóðandi starv. Tú kanst vænta, at tín ávirkan fer at gera stóran mun á heildina. ? Spurningar um starvið kunnu setast Súna Slættanes, menningarstjóra, tlf. 212131. Umsóknir Umsóknir vit avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til suni@posta.fo í seinasta lagi 16. august 2010 Brennir tú fyri at fáa avbjóðandi KT verkætlanir til at eydnast, og brennir tú fyri at gera ein mun? So er starvið sum KT mennari á Posta kanska títt komandi starv... KT mennari til Posta Posta er nýggja navnið hjá Postverki Føroya. Við hesum verður broytingartilgongdin frá almennum stovni til vinnurekandi tænastufyritøku staðfest í navni og útsjónd. Posta Heima Tað kostar ikki eyka at fáa posthúsið heim til tín Skal tú gjalda eina rokning ella senda ein pakka, so ring eftir Posta Heima á tel. 81 81 81, og avtala eina tíð. Hví fara á posthúsið, tá tú kanst fáa posthúsið heim til tín? Les meira um Posta Heima tænastuna á posta.fo.