Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 60

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

60 Ólavsøka 2010 – Ókeypis blað frá Sosialinum Bert tann, ið broytist, er trúgvur ímóti sær sjálvum! Orðini eigur týska skaldið sangarin, Wolf Biermann. Hetta er helst eisini galdandi fyri ólav­ søkuna, sum neyvan hevði verið tann aldar­ gamla hátíðin, um ikki onkrar broytingar og ískoyti vórðu gjørd viðhvørt. Tí hátíðir ella høgtíðir halda vit, tí tær á ein hvønn hátt eru omanfyri tíðina annars. Vit kunnu spyrja, um fólk enn høvdu tust til høvuðsstaðin, um t.d. felagssangurin, livandi tónleikur ella candy floss so við og við ikki høvdu funnið sær eina rók at sita á í ólavsøkuskránni. Men ólavsøkan er sum sagt gomul, og onkutíð hevur verið spurt, hvør eigur ólav­ søkuna? Hesin spurningur er næstan líka gamal sum spurningurin um, hvør kom fyrst: egg­ ið ella hønan? Sjálvandi eigur Føroya fólk ólavsøkuna, hóast hon upprunaliga stavar úr Noregi. Hyggja vit eftir ólavsøkuskrúðgonguni, ið helst hoyrir til tann meira formella partin, so er tað løg tingsformaðurin ið skipar skrúð gong una, hóast farið verður oman í sjálva Dóm kirkj una, Havnar kirkju. Ólavsøkumorgun ganga prestar, politik­ ar ar og embætisfólk í skrúðgongu oman í Dóm kirkj una, áðrenn Løgtingið verður sett. Tingseta og guðstænasta eru aldagomul fyribrigdi í Føroyum, men frá gamlari tíð hava tey tó verið hildin hvør sær. Frá 1816 til 1852 var einki løgting, tí tað var avtikið, men kortini varð guðstænasta hildin allar hesar ólavsøkurnar. Ikki fyrr enn í 1869 tykist tað, sum at tað beinleiðis verður mint á, at guðstænastan verður hildin í »Anledning af Lagtingets Aabning«. Ólavsøkuguðstænastan hevur sín upp­ runa í tí tíðini, tá Føroyar vóru katólskt biskups dømi, og Ólavur kongur hin heilagi varð mettur at vera størsta halgimenni í Norður londum. Av tí sama varð komið saman til árligar kirkjufundir á deyðadegi hansara. Eftir at Føroyar ikki longur vóru biskupsdømi, helt prósturin – eisini eftir siðaskiftið – fram við at halda árligan fund, og fundarbøkur eru til enn frá hesi tíðini. Frá uml. 1700 verður fundarbókin førd regluliga. Árini eftir hetta verður vanliga hvørt ár nevnt, at fundur og guðstænasta hava verið hildin ólavsøkudag, hvør hevur prædikað, og hvat hevur verið viðgjørt. At siðurin tó helst er eldri, sæst m.a. av, at ofta verður skrivað, at hetta er tann »vanligi fundurin«, sum verður hildin ólav søkudag. Nøkur ár detta tó burtur ímillum, tá eing in fundur ella guðstænasta er. Eitt nú í 1781 var eingin fundur, tí bæði Havnin og fleiri bygdir vórðu raktar av meslingum. Síðani Løgtingið varð endurreist, hevur skrúðgongan verið fastur táttur og fatað sum ein ímynd av læruni hjá Luther um tey bæði vøldini – tað andaliga og tað verðsliga – men ongar formligar ásetingar vóru um gong una. Heldur ikki, tá heimastýrislógin kom í gildi í 1948. Í 1995 fingu Føroyar nýggja stýrisskip­ anar lóg, og hetta merkti ikki sørt skrúð­ gonguna. Nú skuldi tingformaðurin gera av, hvussu skrúðgongan skuldi mannast. Í 1998 varð avgjørt, at ístaðin fyri tvær røðir, skuldi skrúðgongan nú verða í trim­ um røðum. Kirkjan fekk tá eina røð fyri seg. Men hóast ólavsøkuguðstænastan og tað, at Løgtingið verður sett, sum so einki hava við hvørt annað at gera, so skerst ikki burtur, at prestar eru í Havn á ólavsøku, av tí at teir í meir enn 300 ár hava hildið fund ólavsøku. Eisini um einki løgting hevur verið. Hevur tingið verið saman í Havn um sama mundið, hava tingmenn og prestar verið í kirku saman. Í 1673 greiðir Lucas Debes frá, at prestarnir eru í Havn, so leingi sum tingið situr, at guðstænasta verð­ ur hildin hvønn morgun, og at »Geistlige og Verdslige« halda veitslu saman í ting­ húsinum, tá ið setan er av. Men eisini tey tíðarskeiðini, tá ið einki løgting hevur verið, ella Løgtingið hevur verið sett um heystið, hevur kirkjan hildið sína ólav søku guds­ tænastu. Í skaldsøguni Barbara lesa vit m.a., at tað er presturin, »der sidst var kommet til Landet«, sum prædikaði á ólavsøku, og høvundurin Jørgen­Frantz Jacobsen tekur heldur speiskliga til, at »alle var mødt frem for at høre, hvilke formanende Ord han havde at sige til Tingmændene«. Ofta hava prestar tó verið varnir við at umrøtt politikk í sínum ólavsøkuprædikum, hóast samfelagslig viðurskifti sjálvandi verða umrødd. Prædikan, sum K.O. Viderø helt í 1950, man tó vera eitt slag av klassikara í síni um­ røðu av samfelagnum, og er hon prentað í bókini »Lívið spratt av kærleiks rót«. Í dag er tað tó ikki tann nýggjasti prest­ urin, sum heldur ólavsøkuprædikuna, tí eftir at kirkjan varð yvirtikin, varð gjørt av, at tað er tann elsti í embæti ella hægsti í tign, sum prædikar. Theodor E. D. Olsen Broytt og varðveitt Ólavsøkan er so nógv. Hóast hvør ólavsøka líkist, er hon altíð nýggj KroniKK