mikudagur 21. juli 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Silvio Berlusconi smæðist
ikki. Ráðaríki forsetin í
italska
fótbóltsfelagnum
AC Milan setti seg sjálv
an í miðdeplin, tá ið fyrsti
tíðindafundur var í AC
Milan síðani summ ar feri
una. Spælarar og venj
ari hjá AC Milan vóru á
tíðindafundinum
saman
við Berlusconi, men tað
var forsetin sjálvur, sum
vildi svara spurningum frá
fjølmiðafólkunum – eisini
tá tað var um
taktikkin hjá liðnum, sum
venjarin vanliga leggur.
– Milan skal ikki longur
spæla
við
bert
einum
manni
í
álopinum.
Vil
mann vinna, so skulu vit
hava tveir mans nær málið
hjá mótstøðuliðnum, segði
Berlusconi og fanst at und
anfarna venjara hjá Milan.
– Mær dámdi Leonardo,
men eg var púra ósamdur í
hansara taktisku avgerðum.
Ronaldinho skal altíð spæla
aftanfyri
álopsspælaran,
sjálvt um hann hevur
hug at fara út í
vinstru síðu, segði
hann.
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
u
mhvørvisfelagsskapurin Sea
Shepherd hevur nú aftur
vent eyguni ímóti Føroyum.
Umboð fyri felagsskapin hevur
verið í Føroyum og sneytað, og tað
eydnaðist umboðnum at uppliva
eitt grindadráp í Klaksvík í vikuni.
Sea Shepherd maðurin tók myndir
og hevur latið upplýsingar til eina
frágreiðing á heimasíðuni hjá Sea
Shepherd um drápið.
Tað er ikki við mýkindum, at
føroyingar og grindadrápið verða
við gjørd í greinini. Sum vanligt
hev ur verið hjá Sea Shepherd,
verða nógvar snildir brúktar fyri
at geva fólki eina fatan av, hvussu
ræðu ligir føroyingar eru. Orðavalið
og valið av upplýsingum leggja upp
til at geva fólki eina skakandi mynd
av grindadrápinum – og tað er lítið
at ivast í, at hetta eisini eydnast.
Grindadrápið er eitt slakt, tað er
blóðugt, og við røttu vinklunum og
myndunum ber til at gera drápið
dramatiskt og eirindaleyst. Og tað
ger Sea Shepherd, so tað stendur
eftir.
Seinastu tíðina hevur umrøðan
av grindadrápinum í útlendskum
fjølmiðlum verið nakað meira,
enn hon ofta hevur verið, men so
leiðis hevur gongdin vanliga verið.
Tað kann verða friðarligt í eina
tíð, men føroyingar skulu gera
sær púra greitt, at so leingi grind
verður dripin í Føroyum ber ikki
til at sleppa undan hesi umrøðu.
Og tá umhvørvisfelagsskapir sum
Sea Shepherd leggja brenni á bálið
er væntandi, at fjølmiðlar – ikki
minst í hesi summartíð – fara at
taka evnið upp.
Føroyingar skulu rokna við, at
næstu tíðina verður meira um
røða av grindadrápinum, og at tað
nógvastaðni verður mett sum vána
lig umrøða av Føroyum. Før oysku
myndugleikarnir eiga at verða á
varðhaldi nú og fyrireika seg til at
svara spurningum um grindadrápi
og taka ímóti mótmælum.
Kjakið um, hvørt føroyingar
skulu drepa grind ella ikki kann
sjálvandi takast upp, men undir
tøkan fyri drápinum vísir, at tað
man verða stórur meiriluti mill
um fólk fyri at halda fram við
grindadrápinum – og tann veru
leikan mugu føroyingar so bara
fyri halda seg til.
Annar
spurningurin
er
so,
hvussu seinasta trekkið hjá Sea
Shepherd skal skiljast. Er hetta
fortroppurin, sum er sendur til
Føroya fyri at slóða fyri enn einari
vitjan av fólkunum hjá Paul Watson,
ella er endamálið bara at halda
grindini á kók í eina tíð frameftir?
Tann spurningurin verður ivaleyst
svaraður í næstu framtíð.
So leingi grind verður
dripin í Føroyum ber ikki til at
sleppa undan hesi umrøðu
Berlusconi
leggur taktikkin
Sleppa ikki undan ágangi
Ølið frá nýggja bryggjarínum
á Velbastað er væl móttikið
av føroyingum.
Tað heldur í hvussu er
stjórin, Wilhelm Petersen,
sum sigur, at sølan hevur
gingið betur enn væntað.
– Vit komu jú á marknaðin
við trimum dósum, og mán
adagin kom so fyrsta ser
ølin, sum allar væntandi
verða á fløsku. Talan er
um ólavsøkuølina, Okkara
Ólavur, sigur Wilhelm Peter
sen.
Tað hevur alla tíðina verið
ætlanin við bryggjarínum, at
teir skulu bryggja serølir til
serlig høvi.
– Næsta serølin kemur
væntandi einaferð tíðliga í
heyst. Tað hevur leingi verið
ein trendur uttan um okkum,
at ølfjepparar dyrka øl, eins
og vit kenna tað frá víni,
sigur Wilhelm Petersen.
Afturmeldingarnar, sum
teir á Okkara hava fingið
higartil eru góðar.
– Tað er serliga pilsnarin
og gullin, sum fólk tykjast
hava tikið til sín. Og tað, vit
hava frægt frá ólavsøkuølini
er eisini sera positivt, sigu
Wilhelm Petersen.
Hvussu tað annars verður
við Okkara Ólavi veldst alt
um, hvussu ølin verður mót
tikin.
– Hon er bryggjað eftir
belgiskum ølkunsti, og inni
heldur meiri humlu enn tær
vanligu ølirnar. Hetta merkir
samstundis, at talan ikki er
um eina øl, sum tú hvølir í
teg, men heldur um eina øl,
at njóta aftur við matinum í
staðin fyri vín, sigur Wilhelm
Petersen.
Tað skilst á lagnum, at
serøl ætlandi skal koma út til
ymisk serhøvi, og ikki bara til
jóla og páska.
Tað liggur eisini í kort un
um, at Okkara skal líta út um
landoddarnar.
– Tað er greitt, at vit
hugsa tann vegin. Hinvegin
hevur gingið so væl og so
skjótt, at vit ikki í løtuni
hava kapasitet at hugsa
út
um
heimamarknaðin.
Men tað er einki at ivast í,
at
Keypmannahavnarøkið
hevði verið áhugavert, og á
tí øl messu, sum vit vóru á í
Valby, var sýndur áhugi fyri
okk ara øli, sigur Wilhelm
Petersen.
Eisini íslendski marknað
urin er ein møguleiki, men
– sum stjórin sigur – fara vit
út um landoddarnar, skal tað
gerast ordiligt.
Og fyribils má so sigast,
at Okkara hevur lagt ordiliga
frá landi.
leo@sosialurin.fo
Taka Okkara til sín
Hetta er
tað, sam
gongan vil
Steinbjørn O. jacObSen
KjaK á Síðu 11
Peikað
varð í allar
ættir
Helgi abraHamSen
KjaK á Síðu 11
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo