Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110 4 Sosialurin Randi Jacobsen Kanningarnar av málinum um trolbátin Búgvan, sum antin sakk ella varð søktur á Skálafjørðinum fyri næstan fýra árum siðan, eru lidnar, og í heyst kemur málið fyri rættin. Politiið hevur skuldsett mannin fyri at hava søkt bátin út fyri Skipanesi. Eigarin sleipaði bátin inn eftir fjørðinum, og hann upplýsti tá, at ætlan hansara var at sleipa bátin inn í Skála­ fjørð, har báturin skuldi høggast upp. Men vegna illveður ætlaði hann at leggja bátin fyri náttina á Skipanesi. Tað fekk hann ikki loyvi til frá havna­ myndugleikunum í Runavíkar kommunu, fór út frá landi aftur, og tá sakk Búgvin. Havnamyndugleikarnir fingu beinanvegin illgruna um, at báturin varð søktur við vilja, og tað heldur politiið eisini. Ákæruvaldið hevur skrivað ákærutitið, sum er latið rættinum. Kravið er, at eigarin verður dømdur fyri brot á havumhvørvislógina, og at hann syrgir fyri at fáa vrakið tikið uppaftur. Búgvin skal í rættin Maðurin, sum átti trolbátin Búgvan 2, er nú skuldsettur fyri brot á havumhvørvislógina Randi Jacobsen Tey fyrstu nógvu árini hjá heimahjálpini høvdu øll yvir ein ávísan aldur rætt til heimahjálp, sum eisini vaskaðu teimum húsini. Men so er ikki longur. Trýstið á heimahjálpina er økt, og játtanin er ikki fylgd við, og tí noyðist leiðslan í hvørjum einstøkum føri at meta um tørvin. Meginreglan er, at heima­ hjállpin ikki ger reint heoma hjá fólki, uttan so at tey eru full­ komiliga óhjálpin og ikki hava nakran heima at hjálpa sær. Heilt nógv gomul fólk keypa sær reingerð. Óivað fáa fleiri vaskað húsini fyri samsýning í hondina, men heilt nógv fáa reingerðar­ fyritøkurnar at vaska heima hjá sær. Í summum førum ringja tey gomlu sjálv og biðja um at fáa gjørt reint. Fleiri teirra hava børn í Havn, men tey halda ikki, at børnini skulu hava ta ábyrgdina. Summi hava eingi børn í Havn at heita á, og eru fólk elligomul, eru børnini komin høgt upp í árini og orka ikki at halda meira enn sítt egna. Børnini í neyð – Rættiliga ofta eru tað vaksnu børnini, sum ringja og biðja okkum fara heim til foreldrini at gera reint, tí tey eru í dýrastu neyð, sigur Hjørdis Johansen, sum rekur fyritøkuna Vaskihjálpin. Tað hendir eisini, at ringt verður av sjúkrahúsinum til Vaskihjálpina um at fara att vaska hjá gomlum fólkum, sum skulu útskrivast. Tað vanligasta er at vaska aðru hvørja viku hjá fólki, alt eftir hvussu nógv búgva í húsunum. Tær vaska tað, sum biðið verður um at vaska. Somu vaskifólk Hjørdis Johansen sigur, at tey allarflestu eru fegin um at fáa fólk at vaska hjá sær. Summi eru eitt sindur ivasom við at fáa fremmand fólk inn at vaska, men Hjørdis Johansen leggur arbeiðið hjá sínum fólkum til rættis soleiðis, at sama fólk fer í sama hús hvørja ferð at vaska. – Summi sita og bíða, til vit koma, og er klokkan farin nakrar minuttir av, ringja tey at vita, um vit hava gloymt tey. Tað er fitt, heldur Hjørdis Johansen. Tær, sum vaska uppliva eitt sindur av hvørjum. Summi gomul eru so einsa­ møll, at tey síggja illa onnur fólk enn tær, sum koma at vaska. Onkur síggja ikki ella orka ikki at vaska og mugu tí fáa fólk at vaska fyri seg. Nøkur eru omanfyri 90 ár, sum tær vaska fyri og fáa ikki aðra hjálp. Tað er eisini ymist, hvussu gomul fólk eru fyri fíggjarliga. Onnur hava bara fólkapensjónina at liva av, og hjá teimum er tað ein stór útreiðsla at fáa fólk at vaska. – Eg havi spurt, um ikki ber til at sleppa frá mvg, tá ið vit senda rokning fyri at vaska hjá gomlum fólki, men tað ber ikki til. Tað hevði annars hjálpt teimum væl, sigur Hjørdis Johansen. randi@sosilurin.fo Vaska fyri gomul fólk Reingerðarfyritøkurnar í Havn vaska heima hjá fleiri gomlum fólk. Ofta biðja børnini um tað, sigur Hjørdis Johansen í Vaskihjálpini Randi Jacobsen Nigeriabrøv er eitt felags heiti fyri følsk brøv, ið verða send fólk við endamálinum at lokka pengar frá teimum. Ofta er í brøvunum biðið um pening til onkran sjúkling ella at hjálpa onkrum á annan hátt. So hava fólk fingið bræv um, at tey hava vunnið stóra upphædd, og í brævinum verður spurt eftir kontunummari. Seinastu árini eru nigeriabrøvini fyri tað mesta send sum teldu­ brøv, men nú eru tey aftur í pappírsútgávu. Nú um dagarnar hevur kriminalpolitiið frætt frá nøkrum fólk­ um við eftirnavninum Mortensen. Ein advokatur, sum nevnir seg Michael De Bravo, stendur sum avsendari. Í brævinum stend­ ur, at ein kona við navninum Miriam Mortensen skal skal vera deyð. Hon eigur 5.750.000 evrur á kontu. Um arvingarnir ikki gera vart við seg, fer bankin avstað við øllum peninginum. Michael De Bravo skrivar, at hann skrivar í trúnaði. Tað vísir seg tó, at fleiri hava fingið sama bræv um, at tey eru heppnu arvingarnir. Hann skrivar eisini, at 20 prosent av upp­ hæddini skulu latast til vælgerandi endamál. Restin skal býtast í tvey millum hann og brævmóttakaran. – Koyrið slík brøv burtur, tí hatta er fupp, sigur kriminalpolitiið. Nýtt slag av nigeria­ brøvum Fólk við eftir­ navninum Mortensen hava fingið følsk brøv um, at tey hava arvað nógv. Krimi­ nalpolitiið ávarar ímóti at svara slík­ um brøvum Búgvin hevur nú í næstan fýra fýra mánaðir ligið á havsins botni Hjørdis Johansen og starvsfólk hennara vaska heima hjá fleiri gomlum fólkum Mynd: Jens Kristian Vang