Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110 6 Sosialurin Uni Holm Johannesen Á sínari skrivstovu á Stu dentarskúlanum í Hoy dølum situr Mikkjal Helms dal, rektari. Hann veit væl, at fleiri av næm­ ingunum, sum hann tekur í hondina á og handar prógv á hvørjum sumri, hava brotið lógirnar, sum skúlin ásetur. Men hann veit somu­ leiðis, at skúlin hevur ong­ ar møguleikar at verja seg fyri, at næmingar skriva uppgávur av. Mikkjal Helmsdal stað festir, at tíðin er far­ in frá verandi skipan og arbeiðshátti. Skúlin tryggjar grundarlagið hjá ein staka næminginum til endaligu próvtøkurnar við somu skrivligum upp­ gávum, sum dreingir og gentur, ið áður hava ging­ ið á miðnámsskúla, hava skrivað. – Men alnetið ger, at tað er eingin trupulleiki hjá næmingunum at fáa hendur í gomlum upp­ gáv um. Um vit skulu verja okkum fyri tí, noyð ist skúlaskipanin at endur­ skoð ast. Og tað verður ikki gjørt eftir einum mán að, sigur Mikkjal Helms dal, rektari. Hann vísir á, at trupul­ leikin er eisini tikin til umrøðu í Danmark. Fjøl­ miðlar hava varpað ljós á málið, men tað er torført at loysa knútarnar í stund ini. Visti einki um próvtøkurnar Fleiri lærarar varnast, at uppgávurnar, teir fáa frá næmingunum, eru av skrivaðar. Men tað er ymiskt, hvussu lærarar­ nir geva sær far um tað. Teirra arbeiði er at rætta uppgávurnar, og ikki at traðka í leiklutin sum løgreglufólk og kanna, um tað er Anthon úr Svend borg, sum hevur skriv að uppgávuna í veru­ leikanum. Rektarin greiðir frá, at fleiri verða tikin í royndini at snýta. Fleiri uppgávur fara í ruskspannuna um árið, tí tær eru avskriv­ aðar. Sum er, fáa næming ar­ nir tvær ávaringar, áðrenn teir verða burturvístir. Fyrst frá lærarum, og síð­ an frá rektaranum. – Men eg visti ikki, at næmingarnir snýta til próvtøkur. Tá er revsingin beinleiðis burturvísing, og eg skilji ikki, at næm­ ingarnir hava dirvið til tað, sigur Mikkjal Helmsdal. Snýta seg sjálvar Trýstið á mið náms skúla­ næmingarnar er ofta stórt. Fleiri skrivligar upp­ gávur skulu latast inn, og tað fer við nógvari tíð. Tí er skjótt at leypa uppum, har garðurin er lægst ur. Við at skriva av, vinnur næmingurin sær týdningarmikla tíð. Men tað er ikki or­ søk in til, at so nógvir før oyskir ungdómar fáa miðnámsskúlaútbúgving, sambært Mikkjal Helms­ dal. ­ Nei, tað er tað ikki. Fleiri stríðast hvønn dag fyri at koma á mál. Tað er ikki avskrivaðu upp­ gávurnar, sum halda lív í teimum, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari á Stu­ denta skúlanum í Hoy­ dølum. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Fyrrverandi næmingar á Studentaskúlanum í Hoy døl­ um viðurkenna, at umfatandi snýt fer fram á skúlanum í sambandi við uppgávur og próvtøkur. Sambært teimum eru tað fleiri, sum einfalt og lætt útvegað sær hjálp, sum ikki er loyvd til skrivligar upp­ gávur og próvtøkur. Lætt at snýta Tað er serliga alnetið, sum hevur lætt munandi um heimaarbeiðið hjá næm ing­ unum. Tey avgreiða skjótt sponsku umsetingina á Google Translate. Tilfar um enska stílin verður funnið umvegis Google, og rapportir og føroyskar uppgávur fáa tey frá vinfólki, sum hava gingið á skúlanum áður. Kaj takkaði fyri seg á studentarskúlanum í Hoy­ dølum á sumri í 2009. Hann viðgongur, at hann skrivaði ikki eina royndarfrágreiðing í lívfrøði, alisfrøði og evna­ frøði sjálvur. Hann fekk upp­ gávurnar á alnetinum og frá vinfólki, sum áður høvdu gingið á skúlanum. – Eg eri fullgreiður yvir, at eg havi bara snýtt meg sjálvan. Eg havi hinvegin ong­ ar ætlarnir um at lesa stødd­ frøðiligu fakini í framtíðini, og tí ráddi einamest um at fáa hampilig próvtøl, sum skuldu lyfta samlaða miðaltalið. Tað eydnaðist, sigur Mortan. Marianna var í fjør til endaliga próvtøku í sponsk­ um. Hon er ikki serliga køn í málinum, men trupulleikin varð skjótt loystur. Meðan hon sat einsamøll í fyri reik­ ingarhølinum, fann hon sær skjótt fartelefonina fram. Hon ringdi til eina vinkonu í flokkinum og spurdi, hvat hon skuldi svara læraranum, og skrivaði svarini niður á eitt pappír. – Eg fekk 8. Eg eri sannførd um, at eg hevði dumpað ann­ ars, sigur Marianna greið á málinum. Rannvá fekk serstakliga góða hjálp, tá hon var til endaliga próvtøku í skriv­ ligum støddfrøði í fjør. Hon skrivaði beinleiðis av frá einum floksfelaga, sum sat undir liðini á henni. Ein veggur skilur vanliga næm­ ingarnar, men hon fekk neyðugu pappírini uttan trupulleikar, tí undir borð­ unum var eingin avbyrging. – Eg væntaði ikki, at eg fór at standa royndina. Tí noyddist eg at útvega mær hjálp. Eg fekk 9, greiðir hon frá. Hon vísir á, at summir lærarar hava illgruna um trupulleikin. Lærararnir hava hinvegin ongan hug at nýta ólønta tíð sum løg­ reglumenn og rannsaka upp gávurnar, sum teir fáa frá næmingunum. Tey eru fleiri Næmingarnir, sum viðganga teirra brot á skúlans reglur, vísa á, at flestu floksfelagar teirra hava eisini snýtt. Orsøkin er fyrst og fremst, at tey leypa uppum, har garðurin er lægstur, utt an hóvasták og sleppa heil ­ skapaði frá tí. Við altjóða­ gerð ini er týdningurin av brúki ligari útbúgving øktur mun andi, um tey skulu standa seg í beinhørðu kapp­ ingini við onnur. Tí stremba næmingarnir bara eftir at fáa hampilig próvtøl. – Vit hava fleiri fak í skúl anum, sum ikki hava okkara áhuga. Hóast eg havi stóran áhuga fyri enskum og samfelagsfrøði, noyðist eg at hava evnafrøði, alisfrøði og lívfrøði, sum eg hvørki dugi ella tími. Eg vil sjálvsagt, at mítt endaliga miðaltal er so høgt sum gjørligt, so eg fái atgongd at lesa enskt ella samfelagsfrøði aftaná miðnámsskúlan. Eg havi ongan trupulleika við at snýta, um eingin finnir út av tí, sigur Mortan. Mortan, Marianna og Rann vá eru dulnevnd. uni@sosialurin.fo SNÝT Meginparturin av næming unum, sum hava lokið miðnáms skúla fyri gott og væl einum mánað síðan, hava ikki uppi borið sítt prógv. Tað siga tríggir fyrrverandi næmingar á Studentarskúlanum í Hoydølum. Skilji ikki at næming­ arnir tora SKÚLASTJÓRIN Mikkjal Helmsdal, rektari á Studentaskúlanum í Hoydølum, veit, at fleiri næmingar skriva uppgávur av. Men við møguleikunum, sum alnetið gevur, er sera torført at verja seg fyri tí NæmiNgar sNýta Soleiðis snýta næming­ arnir millum annað: • Heimasíðurnar www.studieportalen.dk og www.studienet.dk verða nógv nýttar. Har eru fleiri gamlar uppgávur. • Tað er einfalt og lætt at fáa uppgávur frá vinfólki, sum hava gingið á skúlanum. Uppgávurnar eru oftast tær somu. • Á Google Translate kann tú umseta sponsku ella týsku umsetingina. Rætt ing arnar eru ikki heilt rættar, men tað er skjótt at broyta tekstin, tá tú hevur eitt uppskot. • Fartelefonin er eitt hent amboð at hava, um tú skal snýta. Hon kann nýtast til munnligar og skrivligar royndir. • Til skrivligar royndir eru tað fýra til fimm lærarar sum ansa eftir fleiri enn 100 næming­ um. Um tú er ansin, so er eingin trupulleiki at fáa røttu svarini frá honum ella henni, sum situr við síðurnar av. • Næmingurin hevur farteldu við til skrivliga próvtøku. Hann kann kopiera óteljandi upp­ gávur á fartelduna áðrenn, og somuleiðis finna sær eitt leksikon fram á telduni. Tá stendur væl til við vitanini.