mikudagur 21. juli 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110
36
Sosialurin
Hvønn dag í juli mánaða verða Sudoku
uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst,
tess størri møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan
mánadagin 9. august 2010 kl. 10.00 og
merkið brævbjálvan »Sudoku«.
Drigið verður í viku 33.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll
uppgávan verða loyst.
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Vinningurin í juli er ein
BlackBerry Gemini - 8520
fartelefon frá Vodafone
Virði tilsamans: kr. 3.495,-
Juli-kappingin
Vinnari av sudoku-kappingini
í juni 2010 gjørdist:
Rakul E. Kjølbro
Egið minni 256 MB
Møguleika at útbyggjað minni
upp til 32GB
MicroSD minnskorti
Bluetooth 2.0 við A2DP
Wifi 802.11 b/g
Stand-by 408 tímar (17 dagar)
Talutíð 4 tímar og 30 minuttir
2 MP-myndatól
Media player
Tónleika spælari MP3/AAC/AAC
+/WMA/ASF
Video spælari H.263/H.264/WMV
BlackBerry maps
Blackberry Messenger
Fakta um BlackBerry Gemini - 8520
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Randi Jacobsen
– Hetta ber ikki til, hugsaði
Magnus Hansen í Havn við
sær sjálvum leygarkvøldið.
Í høvdi hansara mólu tær
skerjingar, sum javnan verða
gjørdar á eldraøkinum. Og
nú aftur.
Tí fekk hann hugskotið at
stovna ein bólk á Facebook
sum mótmæli móti skerj
ingunum, og hugskot hans
ara hevur fingið so góða
undirtøku, at klokkan 11.30
í morgun, vóru 744 limir í
bólkinum.
Hann veit av egnum roynd
um, at nógv gomul hava tað
alt annað enn gott. Torført,
fyri ikki at siga ógjørligt, er at
sleppa inn á røktarheim, og
fleiri heimabúgvandi gomul
fáa ikki ta hjálp, sum tey hava
fyri neyðini. Nærverkinum
vantar neyðuga peningin. Í
flestu førum, har tey eldru
og óhjálpnu ikki fáa neyðug
røktina, noyðast avvarðandi
at taka um endan, um nøkur
avvarðandi eru. Og sambært
Rósu Samuelsen í D&V í
síðstu viku, er hetta tann
loysnin á trupulleikanum, ið
landið ivaleyst ynskir, sigur
Magnus.
Í fleiri førum eru tey eldru
so illa fyri, at tey avvarðandi
noyðast at siga arbeiðið
frá sær fyri at vera um tey
gomlu.
– Hetta førir sjálvandi
við sær miss, bæði sosialt
og fíggjarliga. Harafturat er
sokallaða samsýningin, góðar
10.000 krónur um mánaðin,
áðrenn skatt, láturlig. Talan
er jú ikki um 816 arbeiði,
men harafturímóti 24 tíma
arbeiði, 7 dagar umvikuna,
365 dagar um árið. Afturat
tí skal so eisini staðfestast,
at tað er í fægstu førum, at
tey avvarðandi hava fakliga
førleikan, ið skal til fyri at
veita nøktandi røktina, sigur
Magnus.
Hugsanin er at fáa fleiri
felagsskapir upp í Eldravernd.
Felagsskapir, ið tey vita
kunnu gera sína ávirkan
galdandi, og Magnus vónar,
at eitt nú fakfeløgini fara at
taka væl ímóti áheitanini,
ið Eldravernd hevur sent
teimum um stuðul.
Arbeitt verður við at
skipa fyri tiltøkum til tess
at gera vart við syrgiligu
støðuna.
Eitt
nú
hevur
verið tosað um møguliga at
skipa fyri mótmælisgongu í
sambandi við viðgerðina av
fíggjarlógini, sigur Magnus
Hansen.
Vilja verja
tey gomlu
Íkomið av seinastu ætlaðu skerjingunum á eldraøkinum er
stovnaður ein bólkur á Facebook við heitinum Eldravernd