Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111 vikuskiftisblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Í Føroyum finst serføroyskt fyribrigdi, tá ið talan er um lýsingar. Vit hava øll hoyrt sagt í útvarpinum, at: “Gott bingo verður í kvøld, nógvir góðir vinningar.” Eisini hava vit hoyrt, at: “Góður dansur verður í kvøld. NN spælir.” Leygarkvøldið 24. juli klokkan 20:00 verður góður upplestur í Sirkusi við ótrú­ liga góðum upplestri úr 2/3 av kongaríkinum. Úr Danmørk fara dan­ marks meistarin í poetry slam, Lasse Thorning, og dan ­ marks meistarin og europa ­ meistarin í poetry slam, Thorkil Jacobsen, at lesa upp. Úr Føroyum fara ungu yrkjararnir Ludvík Breck­ mann, Sissal Kampmann og góði, gamli Carl Jóhan Jensen at lesa egnar yrkingar. Hetta verður eitt megnar­ gott kvøld, har ógvuliga góð­ ur skaldskapur fer at fylla hvørja sprungu, sum fer at fáa luftina at darra við løddum orðum, ið fara at fúka sum byrsukúlur. Sirkus verður ongantíð hitt sama aftur. Á bendingar hava seinastu tíðina verið um, at búskap­ ar støðan er blivin betri. Skattainntøkurnar hjá bæði land­ inum og kommununum vuksu fyrstu seks mánaðirnar í ár, full­ tíðararbeiðsloysið minkaði í juni, og bæði fólk og vinna hava størri tiltrúgv til búskapin. Fíggjarmálaráðið gjørdi fyri kortum eina nýggja konjuktur­ kanning, har vinna og fólk vórðu spurd um, hvussu tey meta um útlitini í búskapinum. Fyri fyrstu ferð í tvey ár var tað sonevnda treysti talið positivt, og tað sigur frá, at fólk og vinna eru meira posi tiv um útlitini í búskapinum. Álitið hjá fólki og vinnu á búskapin er avgjørt ein viðvirkandi orsøk til, at tað kann ganga betur, men í grundini er konjukturkanningin ein staðfesting av, hvussu mótið er millum fólk og vinnu júst nú – og ikki ein analysa av búskapinum og útlitunum sum so. Samstundis sum summir pílar í hesum døgum peika rætta vegin í føroyska samfelagnum, sita fólk í aðalráðunum og stríðast við sveittabroti fyri at fáa játtanina til næsta ár at ganga upp. Vøksturin í almennu útreiðslunum skal tálm­ ast, og nú tað verður gjørt, skulu sker jingar gerast nógvastaðni. Fyrstu ætlaninar hava sæð dagsins ljós, og fleiri eru á veg. Avleiðingin av hesum er, at teir pílar, sum í løtuni peika varisliga uppeftir, kunnu skjótt fara at peika niðureftir aftur, tá ið almennu sparingarnar verða gjørdar á fíggjarlógini næsta ár. Og eisini almennar sparingar í londunum rundan um okkum kunnu ávirka okkara búskap skeiva vegin komandi tíðina. Sagt verður, at góður búskap­ ar politikkur er at brúka pengar í ringum tíðum fyri at hava hjólini malandi og at halda aftur í góðum tíðum fyri at minka um ferðina. Í Føroyum hava politikararnir nøkunlunda funnið út av at brúka pengar í ringum tíðum, men tað almenna hevur eisini gingið á odda í at brúka pengar í góðum tíðum, og sveiggini í búskapinum hava tí verið hareftir. Og samstundis sum politikarar­ nir nú skulu sita og klípa av her og har – hjá teimum veiku, hjá teimum gomlu, hjá familjunum og øllum hinum – liggja reformar og veruligar rationaliseringar, sum av álvara kundu flutt nakað og bíða eftir semjum, avgerðum og íverk setan. Kommunureformur, skúla reformur, heilsureformur og fiskivinnureformur. Vit hava hoyrt um teir og arbeitt verður við onkrum, men alt ov lítið sæst av ítøkiligum úrslitum, sum veruliga kundu flutt samfelagið og bøtt um búskaparstøðuna. Ov lítið sæst av ítøkiligum úrslitum, sum veruliga kundu flutt samfelagið Seinastu dagarnar hevur Kaj Leo Johannesen verið í Suðuroy, har hann hevur roynt at hildið frí í nakrar dagar. Men hann hevur eisini verið noyddur at hugsa um ólavsøkurøðuna, sum hann skal halda í løg ­ ting um ólavsøkudag. Hend­ an røðan verður fyrireikað í góðari tíð, men seinasta hond verður ikki løgd á røðuna fyrr enn stutt fyri ólavsøku. Og hesar dag­ arnar í Fámjin hevur Kaj Leo Johannesen eisini tikist við ólvsøkurøðuna hjá sær og hevur skrivað onkrar partar av henni. – Optimisman, sum hev ur verið, sæst nú aft ur í tølunum, og tað er mun­ andi lættari at halda ólav­ søku røðuna í ár, enn tað var í fjør. Tá peikaði alt nið ur eftir, bæði hjá okkum og londunum rundan um okkum, men nú er vend komin í, og vit eru á veg upp aftur, heldur Kaj Leo Jo hannesen. Løgmaður skrivar í Fámjin Klípa heldur enn reformera The Dreams trívist á MTV hitlista Sirkus verður ongantíð hitt sama aftur Stríðið heldur fram Paul Watson síða 4 Nú eri eg ein blað ungur oldingi steintór rasmussen summar s 4-5 eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Mynd: Birgir Waag Høgnesen Millum nøvn sum AC/DC, Blood hound Gang, Editors, Green Day, Metallica, Muse og Rammstein, er The Dreams eisini á Rockzone­ listanum hjá MTV í Týsklandi. Sangurin ‘Revolt’ er so mikið væl umtóktur, at hann hevur verið á listanum í gott og væl ein mánað. Fyri at verða á Rockzone listanum krevst, at fólk atkvøða fyri sanginum. Komandi fram førsl­ an, sum The Dreams spælir, er á Summ ar­ festivalinum í Klaksvík. uni@sosialurin.fo