fríggjadagur 23. juli 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 111 · 23. juli 2010
2
surr
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Eri í feriu. Uttanlands. Hitastigini
ligg ja um 25-30. Børnini renna nakin
á nýsligdnu grasplenuni. Sjálv eri eg í
biki ni, og lati meg í ein summarkjóla,
tá vitjandi koma framvið.
Hjá børnunum er tað so natúrligt
at vera nakin, tey hugsa ikki um, at
nak að skal dyljast.
Nær byrja vit í grundini at skamm-
ast um okkara kropp og lata okk um
í - ella verða noydd at lata okk um í?
Hesin spurningur gjørdist klárur
fyri mær í gjár, tá eg og familjan vitj-
aðu í svimjihylinum. Ein ung genta,
kanska 12-13 ár, rann runt og spældi
við nakrar javnaldrar. Í spælinum
verður hon avbrotin av einum av
starvs fólkunum, eini eldri kvinnu, ið
leið ur hana yvir til skiftingarrúmið.
Eg hoyrdi ikki samrøðuna, men eftir
eina lítla løtu kemur eldri kvinnan út
við einum toppi til gentuna – hennara
smáu, næstan ósjónligu bróst skulu
fjal ast. Gentan sær flov út og heldur
um bringuna. Aftaná nógvar ymiskar
topp ar (vænti, at allir vóru ov smáir)
fær hon ein, sum passar, og kann hal da
áfram við spælinum.
Mær tók so hjartaliga synd í hesi
gentu. Tí tað var so sjónligt, at hon ikki
var greið yvir, at hon ikki long ur var
eitt barn, men ein spírandi kvinna.
Í fjør var eg í Berlin. Týskarar eru
kend ir fyri sínar nudiststrendur og á
DDR-savninum var greitt frá, hvussu
siður in við at lata seg úr øllum klæð un-
um var ein háttur at vísa sítt per só nliga
frælsi. Kommunistisku valds harr ar nir
kundu ikki stýra, hvussu borg ararnir
sóu út, tá teir vóru á strond ini.
Hóast vit høvdu hesa søguna feska í
minninum, vóru bæði eg og starvs fela-
g in skelkaðar, tá vit komu inn á eitt øki
á einum feriustaði, har bara vit báðar
vóru í svimjidrakt. Fnisandi fóru vit út
aftur, og hóast eg síggi meg sjálva sum
rímuliga frígjørda, so skal tað nógv
til, áðrenn eg fari aftur á nudistbað í
Týsklandi.
Nakni sannleikin
Sosialurin - Postsmoga 76 -110 Tórshavn - Tlf. 341800
Hugskot og viðmerkingar kunnu sendast til: post@sosialurin.fo
Redaktørur: Eydna Skaale
Dúné heldur
ólavsøku
Stóra ólavsøkukonsertin er á
gáttuni. Høvuðsnavnið hesaferð
er danski rockbólkurin Dúné, sum
hevur vunnið fleiri virðislønir í
Danmark seinnu árini. Umframt
donsku gestirnar fara eisni føroyskir
bólkar á pallin – Guðrið Hansdóttir,
Bet You Are William, Jens Marni
Hansen og Páll Finnur Páll
Ólavsøkukonsertin
tÓrsgøta í Havn
týskvøldið 27/7 kl. 20
Teir sterku takast
Í kvøld stórir og sterkir føroyskir menn at kappast í Ítróttarhøllini á
Hálsi í Havn. Føroya sterkasti maður skal finnast, og 9 mans fara at
royna at lyfta, toga og halda so nógvari vekt sum gjørligt. Vinnarin í fjør,
Heri Vestergaard, er ikki við í kappingini í ár, so Føroyar fáa ein nýggjan
sterkasta mann í kvøld
Føroya sterkasti maður
ítrÓttarHøllin á Hálsi
Fríggjakvøldið 23/7 kl. 18.30
Stavn um stavn
Vit eru í avgerandi kappróðrartíðini. Nú skulu seinastu FM-kappingarnar
avgerast, og summastaðni er kappingin sera jøvn. Her síggja vit eitt
dømi um, hvussu tað kann fara at vera á ólavsøku. Hetta má verða eitt
slag av stavn um stav.
Niðan á Kjølin
Sunnudagin skipar gongubólkur
í Havn fyri túri niðan á Kjølin
og Myrkjanoyrafjall í Klaksvík.
Møtt verður á Kunningarstovuni í
Havn, og haðani gongur so leiðin
til Klaksvíkar. Fyriskipararnir
heita á fólk um at hava heit og
góð gongubkløðu við – og ein
matpakka.
Gongutúrur
myrkjanoyraFjall og kjølur
sunnudagin 25/7 kl. 10.00
Summarhugni
í Oyndarfirði
Hetta vikuskiftið fara tey
at hugna sær í Oyndarfirði.
Leygardagin verða fiskikapping,
súkklukapping, spøl og grilling
á skránni. Um kvøldið spælir
Sámal Ravnsfjall, og fólk fáa
eisini høvið at syngja felagssang,
áðrenn dansur verður á midnátt.
summarHugni í oyndarFirði
leygardagin 24/7 Frá kl. 14.00
Forelskaður sjónleikari í Suðuroy
Páll Finnur Páll munnu verða millum bestu live-bólkar í Føroyum. Teirra
lætti og humoristiski poppur hevur rættiliga fingið fatur á ungfólki, og
framførslur higartil í summar hava víst, at teir eru betur umtóktir enn
nakrantíð áður. Nú kunnu suðuroyingar uppliva Páll Finnur Páll á konsert
Páll Finnur Páll
Høllin í trongisvági
Fríggjakvøldið 23/7
Agurkutíð?
matstovur koma og fara
Dimma
Tað má verða líka frætt
oljufeløg rýma úr
meksikoflógvanum
Portalurin
Síggja fram í tíðina
torkil veyhe vann næsta umfar
Dimma
Tað var løgið!
streymurin fór í
ongum illveðri
Dimma
Matur & Matgerð
aftur til sølu
Kókibókin Matur & Matgerð er nú endurprentað og verður at fáa í
handlunum fyrsta dagin. Tað eru í ár 20 ár liðin, síðani seinasta upplagið
kom út, og tað hevur verið útselt í nógv ár. Upprunaliga kom bókin út
í 1974. Søgan handan fyrstu útgávuna er tann, at ein ólukkulig genta
ringdi til Óluvu Skaale. Gentan skuldi giftast,
men visti ikki síni livandi ráð, tí hon dugdi
ikki at gera komandi manninum døgverða.
Marius Johannsen, verpápi Óluvu, sum var
blaðstjóri á Tingakrossi, hugsaði sum so,
at um tað var EIN ólukkulig genta, so vóru
tær heilt víst fleiri. Tískil endaði tað við, at
uppskriftirnar, sum Óluva í mong ár hevði
havt ábyrgd av at fáa í Tingakross, blivu
savnaðar í eina bók og givnar út. Og so við
og við løgdust fleiri uppskriftir afturat, so
hvørt, sum endurprentingarnar gjørdust
fleiri.
matur & matgerð
endurútgáva í komandi viku
Agurkutíð?
sidney lee býr á
14 fermetrum
Sosialurin