Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111 4 Sosialurin Eyðun Klakstein Umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd hevur nú aft­ ur gjørt um seg í Føroyum. Hesa ferð hevur eitt umboð fyri felagsskapin verið í Før­ oy um og sneytað, og ein frá­ greið ing um grindadrápið í Klaksvík mánamorgunin, sum ikki alla tíðina gekk so væl, er løgd á heimasíðuna hjá felagsskapinum og send út til folk í eystri og vestri. Oddamaðurin fyri Sea Shep herd er nú sum áður Paul Watson, sum føroyingar hava havt vitjan av nakrar ferð ir. Hann hevur verið í stríði við føroyingum um grinda drápið, men nú er eru fleiri ár liðin, síðani hann sjálvur var í Føroyum sein­ ast. Men hann hevur langt frá gloymt Føroyar, og hann hev­ ur eisini verið uppi í seinasta átakinum hjá Sea Shepherd í Føroyum. ­ Okkara ætlan var at doku mentera grindadrápið og kunnu avdúka tað enn eina ferð, og tað gera vit fyri fram haldandi at leggja trýst á føroyingar. Vit hava gjørt ein film um delfindrápið í Japan, og vit royna at gera nakað tað sama við grinda­ drápinum í Føroyum, sigur Paul Watson. Gloymir ikki Føroyar Hóast áralangt stríð ímóti grindadrápinum hevur tað ikki eydnast Paul Watson at broyta hugburðin hjá føroyingum til grindadrápið, og undirtøkan fyri dráp­ unum eru framvegis ovur­ honds stór millum før oying­ a r – tað sæst hvørja ferð grinda dráp er. Hetta fær tó ikki Watson at geva skarvin yvir. ­ Vit hava striðst ímóti grinda drápinum í Føroyum síðani 1983, og striðið heldur fram. Eg eri í grundini ikki kløkk ur av hesum seinastu myndunum, men eg eri ov­ farin av, at føroyingar fram­ vegis eta grind, tí tað er so nógv kyksilvur í grindini, at hon skaðar heilsuna hjá tykk um, sigur hann. ­ Eg umhugsi at koma aft­ ur til Føroya at stríðast ímóti grinda drápinum. Í løtuni eru vit í Antarktis, men vit halda fram við stríðnum ímóti grindadrápinum eisini, og eg kann bara siga, at Føroyar standa al tíð á mínum lista. Eg havi vónir um, at vit einaferð megna at steðga føroyingum í at drepa grind. Tað mátti eisi ni verið fyri tykkara egna besta, tí grindin er skaði­ lig at eta. Barbariskt Sea Shepherd brúkar nógv litað lýsingarorð um før oy ing ar og grindadrápið, og spælt verður upp á kenslur nar í seinastu frá­ grei ð ingini, sum er komin frá felagsskapinum. Odda mað­ ur in í Sea Shepherd smæðist held ur ikki burtur, tá hann skal tosa um grindadrápið og føroyingar. ­ Grindadrápið er barbar­ iskt, og tit offra heilsuna hjá tykka ra børnum, tá tit geva teim um grind at eta. Kanska drepa føroyingar grinda hvalir til stuttleika. Eg veit bara, at grindadrápið er full komiliga láturligt. Tað er nakað av tí mest barbariska og vemmiliga, sum eg nakr­ an tíð havi upplivað, og eg dugi ikki at skilja, at tað kann halda fram, sigur Paul Wat son. eydun@sosialurin.fo Vit geVa ikki upp Grindadrápið er barbariskt, og tit offra heilsuna hjá tykkara børnum Grindadráp Umhvørvisstríðsmaðurin Paul Watson lovar, at hann heldur fram við stríðnum ímóti grindadrápinum í Føroyum, og hann roknar við, at hann fyrr ella seinni klárar at steðga føroyingum í at drepa grind - Eg eri í grundini ikki kløkkur av hesum seinastu myndunum, men eg eri ovfarin av, at føroyingar framvegis eta grind, tí tað er so nógv kyksilvur í grindini, at hon skaðar heilsuna hjá tykkum, sigur hann, sigur Paul Watson við Sosialin Navn: Paul Watson Aldur: 59 ár Føðistaður: Toronto, Kanada Watson var virkin í Greenpeace, men var koyrdur úr felagsskapinum í 1977. Stovnaði sín egna umhvørvisfelagsskap, Sea Shepherd, í 1978 Virda amerikanska blaðið Time Magazine valdi hann í 2000 til ein av umhvørvishetjunum í 20. øld Fakta