fríggjadagur 23. juli 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Mánadagin skrivaðu vit um
eina verkætlan hjá Viberg
Sørensen, sum í stuttum
snúði seg um eina flótandi
eftirskúla, sum samstundis
kundi virka sum eitt føroyskt
skúlaskip.
Í sama blaði tók Bergtóra
Høgnadóttir Joensen undir
við hugskotinum, sum hon
bjóðaði vælkomið, serliga
við atliti til stóra ungdóms
arbeiðsloysi, sum vit hava.
Og nú syngur eisini fiski
málaráðharrin, Jacob Vester
gaard við í kórinum.
– Tað skuldi verið so
upplagt, at vit kundu geva
ungdóminum
møguleikan
at royna seg á sjónum.
Men skal tað kunna gerast
eitt tilboð til tey ungu, má
tað
sjálvandi
koma
inn
undir rætta veingjaspenni,
sigur Jacob Vestergaard og
sipar til røttu viðkomandi
myndugleikarnar.
Hann sær størri møgu
leikar í einari slíkari skipan
enn »bert« at geva ungdómi
num eina orsøk at fara upp
um morgunin.
– Vit hava fleri næmingar
í fólkaskúlanum, sum hava
tað trupult, og tá kundi
hetta verið eitt sera gott og
kærkomið tilboð til hesar
næmingar,
sigur
Jacob
Vestergaard.
Hann vísir á, at í mongum
førum brúka kommunur og
aðrir myndugleikar nógvar
pengar til at útvega ung
dómum alternativ tilboð, og í
mongum av hesum førunum
fer ein stórur partur av hesum
pengunum út um Føroyar.
– Um nakrir av hesum
pengunum í staðin verða
nýttir til eina slíka verk
ætlan sum hesa hjá Viberg
Sørensen,
so
kundu
vit
bæði hjálpt hesum ungu
við einum góðum tilboði,
ið bæði er læruríkt og sam
stundis kundi givið teim,
um siglingstíð, um hetta gav
teimum hug til sjógvin, sigur
Jacob Vestergaard.
Koplað upp á eftirskúlan
Burtursæð frá, at Jacob
Vestergaard er samdur við
Viberg Sørensen í, at tað er alt
ov galið, at fiskivinnutjóðin
Føroyar ikki eiga so frægt
sum eitt skúlaskip, so sær
fiskimálaráðharrin nógvar
møguleikar í verkætlanini.
– Verkætlanin við norður
lendska eftirskúlanum kundi
saktans verið umfatað av
einum
skúlaskipi,
sum
samstundis virkaði sum ein
eftirskúli á sjónum. Tað hevði
eisini givið verkætlanini eitt
spennandi
andlit
úteftir,
sigur Jacob Vestergaard.
Tað er greitt, at tað skulu
fleiri mynduleikar toga somu
línu, skal hetta gerast veru
leiki, men fiskimálaráðharrin
metir langt frá, at tað skuldi
verið ógjørligt.
– Sjálvandi skulu skúla
myndugleikarnir upp í leikin,
tí alt tað, at tað snýr seg um
ein skúla, liggur tað undir
Mentamálaráðnum.
Men
tað ber til í øðrum førum, og
trygdarskeiðini eru eitt dømi
um tað. So eg dugi ikki at
síggja, at tað ikki skludi borið
til við einari eftirskúlaskipan
á sjónum eisini, sigur Jacob
Vestergaard.
Hann leggur dent á, at
parturin av eftirskúlanum,
sum fer fram á sjónum,
sjálvandi eisini skal telja við
sum siglingartíð, tí tað er
ein stór hjálp, um tey ungu
seinni velja sær eina lívsleið
á sjónum.
– Eg má siga, at eg dugi
bara at síggja positiv ting
við
hesari
verkætlanini,
og Viberg Sørensen hevur
gjørt eitt dygdargott fyri
reikingararbeiði.
Og
sum
eg nevndi kundi eitt slíkt
skúlaskip eisini verið eitt
tilboð til næmingar við ser
ligum ella øðrvísi tørvi, sigur
Jacob Vestergaard.
leo@sosialurin.fo
Gott hugskot úr enda í annan
– Eg kenni eitt sindur til verkætlanina hjá Viberg Sørensen, og eg haldi hugskotið er sera gott. Tað finnast
pengar í skipanini, sum lættliga kundu fíggja eina slíka verkætlan, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri
Rógvi Nybo
Faroe Petroleum boðar frá,
at nú er liðugt at bora á
Maria leitimiðinum í Norska
Havinum, og felagið fegnast
um, at Maria er eitt týðandi
oljufund.
Maria leitimiðið liggur á
Halten Terrace økinum og
er nær við Smørbukk Sør,
Trestakk oljukeldurnar og
Tyrihans gasskeldurnar.
Brunnurin rakti við olju
í jurrasiskum goymslugrýti
(reservoir) í Garn fláafylk
ingini. Fyribils kanningar
benda á, at jarðgoymslu
tjúgdin, sum tilsamans er 64
metrar, er størri enn mett var
í forsøgnunum. Góðskan á
jarðgoymsluni verður hildin
at verða sera góð. Fyribils
kanningar benda eisini á, at
oljan er løtt har – eini 40 stig
á skalanum hjá American
Petroleum Institute, har olja
millum 40 og 45 stig hevur
størst virði og er lík oljuni
í Trestakk fundinum, sum
liggur nærhendis.
Mett verður, at nøgdin
av olju og gassi til staðar er
ímillum 250 og 520 milliónir
føt, og av hesum verður mett,
at ímillum 75 og 155 milliónir
føt kunnu útvinnast. Ein
umfatandi heildarmeting av
jarðarfláunum er ávegis, og
ein útvinsluroynd (drill stem
test) verður eisini gjørd.
Maria brunnurin er tann
fyrsti brunnurin á loyvisøki
PL475BS, sum varð tillutað
felagnum í 2008. Brunnurin
varð boraður niður á 4.216
metra dýpi. Havdýpið á
staðnum er 303 metrar. Tað
er Songa Delta boripallurin,
sum hevur borað. Eldborg,
sum
føroyska
reiðaríið
Supply Service eigur, var
veitaraskip hjá Songa Delta,
meðan boringin fór framm.
Faroe Petroleum Norge
AS er størsti loyvishavari á
PL475BS við 30 prosentum.
Hini feløgini á loyvinum
eru Wintershall (25% og
fyristøðufelag),
Concedo
(10%), Spring Energy (15%), og
Centrica Resources (20%).
Í apríl í ár kunngjørdi
Faroe Petroleum, at felagið
hevði
funnið
kolvetni
í
Fogelberg brunninum, sum
eisini er á Halten Terrace
økinum í Norska Havinum, og
felagið fegnast nú um annað
fundið á økinum. Parturin
hjá Faroe Petroleum av Maria
fundinum er ímillum 22 og
46 milliónir føt, og sostatt er
Maria eitt ógvuliga týðandi
fund fyri felagið.
Við verandi oljuprísi á 76
dollarar fyri tunnuna av rá
olju, merkir hetta at virðið
er leysliga mett millum 9,7
milliardir og 20 milliardir
krónur fyri Faroe Petroleum.
Faroe Petroleum luttekur
eisini í trimum boringum
á
Atlantsmótinum
í
ár,
har
miðað
verður
eftir
sera stórum prospektum.
Tann
fyrsta
av
hesum
boringunum verður á Anne
Marie loyvinum á føroyska
landgrunninum,
har
hol
verður sett á seinni í vikuni.
Hinir
báðir
brunnarnir,
Lagavulin og North Uist
(Cardhu), liggja bretskumegin
markið.
rogvi@sosialurin.fo
Faroe Petroleum funnið olju
Við verandi oljuprísi á 76 dollarar fyri tunnuna av ráolju, er virðið á fundinum leystliga
mett millum 9,7 milliardir og 20 milliardir krónur fyri Faroe Petroleum
Fiskimálaráðharrin
dámar væl verkætlanina
hjá Viberg Sørensen
við einum føroyskum
skúlaskipi
Maria leitimiðið
liggur á Halten
Terrace økinum og
er nær við Smørbukk
Sør, Trestakk
oljukeldurnar
og Tyrihans
gasskeldurnar