Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111 10 Sosialurin Leo Poulsen Nógv kjak hevur staðist av drápi num í Klaksvík fyrst í vikuni, og funnist hevur verið at, at drápið bæði gekk seint og var ljótt. Fleiri røddir hava tó vent kritikkinum aft­ ur, og eisini Gunvá við Keldu, borgarstjóri, stendur held ur spyrjandi mótvegis ágangi­ num. ­ Tað gerst altíð trupult, tá grindin verður ov stór. Tað eru fáar hvalvágir, ið lætt liga taka ímóti 300 hval, og tá grindin gerst so stór, so hava vit eisini trupulleikar her í Klaksvík, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur, at sjálvandi tek ur tað longri tíð at halda einari størri grind til, men tað, sum eisini var óheppi í hes um førinum var, at hon gjør di landgongd norðari enn ynskiligt var. Borðoyavík hevur verið nevnd sum hvalvág, men Fiski málaráðið hevur eftir til mæli frá Heilsufrøðiligu Starvs stovuni noktað fyri at góð kenna Borðoyavík. ­ Eg eri ikki heilt greið yvir, hví so er, men eg haldi at tað er nakað við kloakk­ viður skiftunum, og so skulu aðrar ábøtur gerast eisini, tí Borðoyavík er ikki líka náttúrlig hvalvág, sum Klaks vík er frá Skaparans hond, sigur Gunvá við Keldu. Nógva umrøðan av grinda drápinum hevur so fing ið borgarstjóran at tikið stig til ein kjak við millum sýslu mann, grindaformenn og býráðið, har viðurskiftini skulu umrøðast. ­ Nú hevur býráðið ikki veirð saman, síðani grindin var, men eg havi tosað við av var andi partar, og semja er um at seta okkum niður, tá heystið byrjar at tosa um, hvussu viðurskiftini at drepa grind í Klaksvík kun­ nu betrast, sigur Gunvá við Keldu. Slakt ongantíð tespiligt Borgarstjórin sigur, at enn er ov tíðlig at siga nakað um, hvørt ein broyting av sjálvari vágni kemur upp á tal. Fyrst skal málið vendast og snar­ ast, áðrenn støða verður tikin til tað. ­ Tað ber illa til at siga nakað um tað nú, men við ein um býi í menning kann knap liga gerast neyðugt at gera broytingar, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur, at tey eisini í bý ráðs høpi fara at taka málið upp um, hvussu Klaksvík í fram tíðini skal verða sum hval vág. ­ Tað ber illa til at spáa um framtíðina, og altjóða trýst ið er stórt at steðga okk um at drepa grind, men eg meini, at vit eiga at kunna greiða fólki frá, at hetta er ein partur av okkara mentan. Eisini skulu vit verða betri til at vísa á bæði tað sosiala í at drepa grind og ikki minst, at alt kemur til høldar, og tað hevur framvegis stóran týdn­ ing, kanska ikki minst í dag, har ikki øll hava líka nógv at rutta við, sigur Gunvá við Keldu. Hon skilir tó atfinningar um grindadráp, tá fólk sígg­ ja myndir, sum eitt nú sjón­ varpið vísti av grinda drápi­ num í Klaksvík. ­ Jú, tað skilji eg. Alt slakt er ótespiligt, og tú sleppur held ur ikki inn á slaktaríir í til dømis Danmark. Tað ger eisini nakað við fólk, tá vit síggja tað á einum skíggja, og tí haldi eg eisini tað er hug stoytt, at sjónvarpið vísir lang ar seskvensir av einum grinda drápi, tí tað er ikki gott fyri nakran at síggja, sigur Gun vá við Keldu. leo@sosialurin.fo Situr fram­ vegis Maðurin, sum fyrst í mai mán að, stakk Finn Ougaard, vara fúta í lær ið, situr fram vegis í varð haldi num Randi Jacobsen Í grundlógarhoyri 5. mai varð ein maður varð haldsfongslaður í fýra vikur, tí hann dagin fyri stakk vara­ fútan í lærið. Síðan er varð halds­ fongs lingin longd við fýra vikum hvørja ferð. Tann seinasta skuldi ging ið út ólav søku­ aftan. Tað liggur ikki so væl fyri at hava rættarfund ólav søku­ aftan, og tí varð rættar­ fundurin fram skund­ aður til mikudagin í hesi vikuni við góð ken­ n ing frá tí varð halds­ fongslaða manninum. Hesa ferð gongur varðhaldsfongslingin út 18. august. Í grund lógar hoyri­ num í mai varð av gjørt, at maðurin skul di men ­ tal kann ast. Kanning in er gjørd, men ikki rætt­ i l iga liður enn. Ein danskur dómari skal døma, tá ið málið kem ur fyri í rættinum. Skilir ikki atfinningarnar - Tað ljóðar sum ein nýliga íkomin trupulleiki, men grótkastið, sum nú fær skyldina fyri at grindadrápið ikki gekk, sum tað burdi, hevur ligið har síðani miðskeiðis í 80-unum, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri Gunvá við Keldu hevur ilt við at skilja kritikkin av Klaksvík sum hvalvág Marel­ kvotan verð ur 85.000 tons Tað eydnaðist ikki lands stýri num at trygg ja føroyingum stør ri makrelkvotu í sam ráði num, og í gjár gjørdi Jacob Vester­ gaard av, at føroyingar áseta sær sína egnu kvotu. Við Kringvarpið sig ur hann, at kvotan verð ur 85.000 tons í ár. Lands stýris ma ð ur­ in sigur, at hann hevur partvíst undirtøku fyri at áseta Føroyum egna makrel kvotu. ­ Fólk eru sjálvandi ymisk á máli, men eg havi so partvísa undir­ tøku fyri at útskriva egin kvotuna á 85.000 tons av makreli, sigur landsstýrismaðurin í fiski vinnumálum.