Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 111 · 23. juli 2010 15 Beinleiðis blondinur Útvarp Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Við slagorðunum; 3 blondi n ur, 3 mikrofonir, hava blond in urnar lagt til brots, og senda týsdag til fríggja dag beinleiðis í tveir tímar um dagin. Parasol er løtt summar sending, har Maria Ziska son, Sára Jógvans­ dóttir og Rann vá Fossaberg skipa fyri. ­Vit royna í ver u leika­ num at mótprógva hatta við blondinunum, siga tær, tá blaðmaðurin vitjar ein mikudag seinnapart , og varliga sipar til hetta við blondi nunum, og tær søgur, ið eru knýttar at hesum hár liti num. ­Vit hava í veruleikanum hitt fleiri fólk, ið heldur bilsin hava sagt, at vit hóast alt ikki eru so býtt ar, siga tær skemtandi. Um sendingina siga tær, at hetta er ein løtt summarsending. ­Tað skal vera lætt, men tó hava eitt sind ur av álvara í. Vit hava ein sera breið an málbólk, siga blondinurnar í Kring varpinum. Út Maria, Sára og Rannvá hava sett sær eitt greitt mál, nevniliga at vitja stevnurnar og annars at vitja kring landið. ­Vit vitja nógv uttanfyri Havnina, siga tær, meðan ein teirra ger vart við, at andsperra ger vart við seg í bein un­ um, eftir at vitjað varð í Stóru Dímun dagin fyri. Hóska væl saman Blondinurnar í Kringvarpinum koma úr Klaksvík, úr Havn og úr Vestmanna, og tær siga seg vera sera ymiskar. ­Hóast vit eru sera ymiskar, so hóska vit væl saman, og vit arbeiða sera væl saman. Vit halda hettar er stuttligt og tíma hettar sera væl, eru blondinurnar samd ar um. Tær kendust ikki frammanundan, tó at onkur teirra visti um aðra frá ítrótti, og kanska høvdu tær hitt hvør ja aðra á leik vølli. Men væl sam pakka tær sum útvarps­ blond in ur, ið framleiða beinleiðis út­ varp, ið er lætt, men tó hevur brodd. Orsakað av, at blað maðurin kem­ ur framvið fá ar minuttir inn an send ing ­ in Parasol skal í luftina, ber til at stað festa, at blond­ inurnar eru cool, og geva sær góðar stundir at práta. Og smáar fimm minutt ir innan sendi tíð, eyd n ast tað enntá at fáa tær út um til myndatøku. Men so er stund in eisini komin, har tær 3 blondinurnar mugu renna inn til tær 3 mikrofonirnar. Og lítla løtu seinni kann staðfestast í útvarps lurtinum í bilinum, at Parasol er í luftini. SummarSendingin ParaSol Seinna Partar í Kring­ varP inum verður Stýrd av trimum blondinum Maria Ziskason vinstru megin, Sára Jógvansdóttir í miðjuni og Rannvá Fossaberg eru blondinurnar, ið skipa fyri summarsendingini Parasol í Kringvarpinum Mynd: Dagfinn Olsen