fríggjadagur 23. juli 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
F
oreldrini
hjá
Jónu
vóru Jóhannes Edvard
Joensen (1871-1937, ættaður av
Selatrað, og Maria Magdalena
(1874-1960) úr Havn. Maria
fekk
læraraprógv
longu
sum 19 ára gomul, og hon
kom at arbeiða sum lærari í
Mikladals sókn 1893-1900. Tað
var her, hon hitti Jóhannes,
sum búði á Trøllanesi hjá
pápabeiggjanum Mikkjali í
Innistovu. Pápi hansara var
Elias, men hann gifti seg til
eitt festi á Selatrað.
Koyrd sum lærari, tá
ið hon lata seg doypa
Maria
var
ein
sermerkt
kvinna. Hon er komin í
okkara skúlasøgu sum vist
einasti lærarin í Føroyum,
sum varð uppsagdur vegna
tess, at hon gjørdist "baptist"
og lat seg doypa. Tað er greitt
gjølla frá hesum í Tórshavnar
Skúlasøgu.
Tá graml hoyrdist um, at
hon hevði meira samband
við Brøðrasamkomuna enn
hildið var at gott var, varð
hon spurd av skúlamyndug-
leikunum um hetta. Tá sendi
hon skúlakommisiónini bræv
dagfest 19. apríl 1914, har hon
skrivaði:
»Herved vil jeg meddele
skolekomissionen om, at jeg
i dag er døbt i Ebenezer.«
Hetta gjørdist eitt sera
eldfimt mál hjá skúlakommis-
siónini. Tað var umrøtt bert
at taka møguleikan at undir-
vísa í kristni frá Mariu. Men
her var ført fram, at hon
»i høj Grad er agitatorisk
anlagt, og man kan med god
Grund befrygte, at hun vil
paavirke Børnene i baptistisk
Retning.«
Maria kundi sloppið við
at farið úr sínum fasta starvi
og fyribils lønt einum vikari,
meðan
málið
gekk
sína
gongd, men hon hevði ongan
áhuga í nakrari neyðloysn.
Fyri hana var hetta eitt
avgerandi mál, sum endaði
við, at hon varð uppsøgd.
Seinni hevði hon privat-
skúla í Klaksvík. Maria var
allar sínar dagar kend sum
ein
avgjørd
kvinna.
Ein
søga um hana er, at tá ið
hon fekk brøv frá fólki, sum
ikki vóru so stinn sum hon
í rættskriving, rættaði hon
brøvini við reyðum blekki
og sendi tey avstað aftur til
sendaran!
Jóhannes var framvegis
íðin kirkjumaður, og hann
fekk børnini doypt, men
sum frá leið komu øll teirra
at hava ein týðandi leiklut í
Brøðrasamkomuni.
Um
Johannes
verður
annars sagt, at hann var kals-
maður og snikkari. Millum
annað var hann í 1915 við
til at arbeiða uppá kirkjuna
í Mikladali. Annars vóru
pápi Johannes, Elias, og
pápabeiggjarnir
drívandi
kraftin í fyrstu verkætlan
við størri fiskiskipi í Norð-
oyggjum, nevniliga Caprice.
Til gongu við posti úr
Havn til Viðareiðis
Foreldrini hjá Mariu vóru
Sigga og Conrad Nicolajsen.
Konrad er serliga kendur
sum postførari. Hetta var
eitt annað arbeiði enn at vera
postmaður í dag. Hansara
uppgáva var at føra postin
úr Havn inn í Eysturoynna
og síðan til Norðoyggjar.
Rutan varð løgd soleiðis,
at Konrad byrjaði túrin í
Tinganesi.
Haðani
gekk
hann niðan á Hvítanes. Av
Hvítanesi varð hann fluttur
við báti inn á Toftir. Víðari
gekk leiðin til Søldarfjarðar,
har hann avgreiddi postin
hjá sýslumanninum. Síðan
fór hann norður til Viðareiðis
og heim aftur sama veg.
Hetta mundi ofta vera
buldrasligt.
Postførarar
høvdu skyldu til at bera upp
til 50 pund. Lønin fyri ein
slíkan túr var 10 krónur.
Pápi Conrad var Nicolaj
Nicolajsen,
ættaður
av
Skála. Hann var beiggi Niels
Skaale, upprunaliga eigaran
av Skálatrøð. Conrad átti
eisini nógva jørð, nevniliga
omanfyri
Konradsbrekku,
sum hon var kallað fyrr, nú
Gríms Kambansgøtu.
Maria áttu trý systkin,
hvørs ætt eisini er kend í
Havn. Brøðurnir vóru Tom
Nicolajsen og Niklái Skála,
millum annað kendir sum
fergumenn í Havn. Systirin
Agnas var gift við Jógvan
Jensen av Strondum. Teirra
eftirkomarar
eru
millum
onnur tey sum hava á Dul
og Sundstein til eftirnavn.
Systkini hjá Mariu eru fyrr
umrødd í hesi røð.
Mistu trý børn
Maria og Johannes fingu seks
børn. Trý av teimum doyðu
sum smá. Tey vóru Jógvan
Martin, 1903-1908, Conrad
føddur í 1905, hann gjørdist
bert 18 dagar gamal og Jóna,
1909-1915. Tey eru uttan iva
jarðað saman. Mynd er av
krossi á grøvini við øllum
trimum nøvnunum. Tann
krossur, sum nú stendur, er
so komin seinni. Har er bert
navnið á Jónu á.
Systkini blivu gomul
Hin trý børnini hjá Mariu
og Jóhannes vóru Conrad f.
1907, Sigurd f. 1910 og Jóna f.
1917. Conrad og Jóna vórðu
uppkallað eftir teirra deyðu
systkin.
Conrad og Sigurd fáa báðir
eina nokk so drúgva umrøðu
í bókini hjá Mikkjal Helmsdal
»...verjir fyri Havnarvág.«
Conrad var á arbeiðs-
marknaðinum í heili 70
ár til hann gjørdist 85 ára
gamal. Conrad fór til skips
heilt ungur. Hann var eisini
motorpassari. Men hann fór
seinni á Keypmannaskúla í
Danmark. Conrad arbeiddi
fyrst hjá H.N. Jacobsens
bókahandil. Seinni fór hann
at arbeiða hjá Christian Holm
Jacobsen, og hetta førdi til, at
hann gjørdist stjóri á Shell.
Her var eftirlønaraldurin
lágur, so eftir at hann varð
eftirløntur hjá Shell, arbeiddi
Conrad eitt hálvt arbeiðslív
hjá Marr, Aksel Mortensen.
Sigurd, sum fekk sær
navnið Berghamar, fór ikki
til skips, men hann fór at
arbeiða hjá Kjølbro, tá ið
hann var liðugur við skúlan.
Aftaná fór hann at arbeiða
í Sjóvinnubankanum. Hann
fekk tuberklar, sum mong tá
í tíðini, og hann var eisini á
Sanatoriinum fleiri skifti.
Í 1939 fór Sigurd at arbeiða
hjá Landshandlinum og var
hann har alla krígstíðina við
teimum avbjóðingum, sum
hetta førdi við sær.
Í 1945 fór Esmar Fuglø
at selja olju, og førdi hetta
seinni til Esso. Her kom
Sigurd at arbeiða restina av
síni arbeiðstíð. Sigast kann
at brøðurnir báðir gjørdust
kappingarneytar!
Meðan brøðurnir vóru
giftir, var Jóna ógift. Hon
arbeiddi stóran part av síni
tíð hjá Føroya Vanlukku-
trygging. Hon var kend sum
eitt sera gott fólk, sum livdi
fyri at hjálpa øðrum, og sum
var kend fyri sítt trúfesti.
Hetta er bert ein lítil
partur av tí, sum kann sigast
um ættina hjá lítlu Jónu.
Keldur annars:
Rúna Berghamar
Gunnvør Justinussen
Postsøgan
J. Símun Hansen
Jóna gjørdist bert 5 ár:
Mamman koyrd sum lærari, tá hon gjørdist »baptist«
Í gamla kirkjugarði eru nógvar barnagravir. Summar av teimum hava stein.
Ofta hava hesi børn eina spennandi ættarsøgu. Jóna er eitt teirra
Komandi partur
verður um Dánjal
Paula Nysted frá
Norðskála. Hann misti
tveir synir og ein fostur-
son við Kristinu í 1920.
Í 1924 doyði hann aftur-
komin av skipi av sjúku
í Havn og varð jarðaður
í gamla kirkjugarði
Jóna Margreta Joensen
f. 15/3 1909 d. 4/3 1915
Lader de smaa Børn
komme til mig.
Marc. 10-14
Sigurd, Jóna og Conrad í eldri árum
Familjan í yngri árum. Jóna, Sigurd og
Conrad saman við foreldrunum
Jóna gjørdist ikki
seks ára gomul
Maria saman við Jógvan Martin, sum helst er grivin
undir liðuni á systrini. Lítla Conrad er eingin mynd av