Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juli 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. juli · Nr. 112 mánadagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo n ú stundar til ólavsøku, tjóð­ arhátíð okkara. Fyri mong er ólavsøkan hægsta summ­ arhátíðin, og fyri okkara kosnu menn og kvinnur á tingi og í lands­ stýri er ólavsøkan eisini nýggja byrjanin, tí á ólavsøku byrjar nýggja tingárið. Høvuðsstaðurin er altíð – eins og føroyingar flestir – í sínum vakr­ asta búna á ólavsøku. Hesar dag­ arnar upp undir ólavsøku síggj ast fólk snøgga um býin alla staðni, so alt er til reiðar at taka ímóti teimum túsundatals gest un um, sum leita sær í býín á ólav søku. Hóast ólavsøkan er eitt við Havnina, so eiga vit øll ólavsøkuna – tí hon er tjóðarhátíðin hjá øllum føroyingum. Eisini nógvir av okk ara lands monnum, sum eru undir útbúgving ella hava fest búgv í útlondum, koma heim til at halda ólavsøku saman við vinum og kenn­ ingum. Ólavsøkan savnar flestu okk­ ara til gaman og álvara. Her eru ítróttartiltøk og mentanarlig til­ tøk av ymsum slag. Tjóðbúnin er ongantíð so eyðsýndur, sum á ólavsøku og setir sín serstaka dám á hátíðina. Vit eiga ikki at undirmeta týdningin, sum ólavsøkan hevur fyri menniskjansliga sambandið. At tú hittir gamlar vinir og kenningar, sum tú ikki hevur sæð í mong mong ár. Gestablídni er í hásæti, og tú kennir teg vælkomnan alla staðni. Ólavsøkan byggir brýr millum føroyingar flestar. Fíggindaskapur og vónloysi eru bráddliga horvin. Tolsemi, virðing og vinskapur standa harafturímóti ovast á bredd­ anum. Og tá so løgmaður trínur á ting sins røðarapall aftan á guds­ tænstuna ólavsøkumorgun er polit iskt nýggjár. Tá fer Kaj Leo Johannesen at stinga kósina út í kortið – hann fer at greiða frá, hvørji politisk mál samgongun fer at seta sær næsta tingárið ­ og eitt tað fyrsta málið at fáa greiðu á er løgtingsfíggjarlógin fyri 2011 – búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum. Enn kenna vit ikki smálutirnar í fíggjarlógaruppskotinum, men politikarar hava ikki dult fyri at sparast skal. Og at tað er neyðugt, tað kunnu vit helst øll verða samd um. Men tað má sjálvandi gerast við skili. Kanska eisini politikarar liva upp til ólavsøkusangin hjá Poul F, tá hann sigur, at »ólavsøkan skal øld eftir øld reka burtur klandur og sorg«. Vit í Miðlahúsinum ynskja øllum eina góða ólavsøku. Ólavsøkan byggir brýr millum føroyingar flestar Poppbólkurin Dyna mit hevur verið í upp tøku høl­ un um og tikið nýggjan sang upp. Sangurin eitur Lat tey eiga og snýr seg um, at sjálvt um tey úti í heimi eiga nógv gott, so skulu vit fegnast um okkara egna land, hóast veðrið kann vera so sum so. – Sangurin er rættiliga ein faldur og snýr seg mill­ um annað um, at vit kunnu ikki ganga og grenja um veðrið her í Føroyum, tí so grenja vit mest sum allatíðina. Vit kunnu ikki ganga og bíða eftir røttu løtuni, tá vit hava frí og veðrið er gott, vit skulu bara njóta okkara land, sum tað er, sigur Niklas Heri Jákupsson, sum er ein av tónleikarunum i Dynamit. Hans Jacob Nystrøm syngur nýggja sangin, sum er farin í umfar á Rás2. Ætlanin er ikki, at sang urin skal gevast út á fløgu her og nú, men bert latast útvarpsstøðunum at spæla. Dynamitt er annars á veg við nýggjari dvd­útgávu. Tað er ein pakki við live­fløgu og einum dokumentarfilmi um søguna hjá bólkinum. Dvd­pakkin kemur út í næstu viku. Dynamit við nýggjum sangi Tann savnandi TjóðarháTíðin Ólavsøkuaftan og ólavsøku­ dag hevur listamaðurin Amariel Norðoy framsýning í Galerie Focus í Havn. Amariel fer at sýna fram málningar, akvarellir og stein prent, og teamið er fram vegis Útróðarbørn – sálmar lívsins. Amariel hevur í nógv ár brúkt útróðrarbørn sum tema í sínum verkum, og hann heldur fram við tí. – Eg eri ikki liðugur at mála útróðrarbørn enn, og eg veit ikki, um eg nakrantíð verður liðugur við tey, sigur Amariel Norðoy. Síðani seinast í sjeyti árun­ um hevur Amariel fingist við steinprent. Byrjanin var eitt sindur serlig, tí Amariel var staddur í Keypmannahavn til eina framsýning. William Heinesen var eisini í galla­ rínum, og kendi danski rit­ høvudin og listamaðurin Hans Scherfig kom framvið. Hann var á veg av landinum, og tá helt William Heinesen fyri, at Amariel skuldi avloysa hann á einum verkstaði, har tey fingist við steinprent. Og tað slapp Amariel. – Eg var rystandi nervøsur, tá ið eg fór í gongd, og eg gjørdi øll mistøkini, sum tað bar til, men eg havi hingið í við steinprenti síðani, sigur Amariel Norðoy. Framsýningin hjá Amar­ iel Norðoy verður opin ólavsøkuaftan og ólav søku­ dag millum klokkan 16 og 18. Útróðrarbørn hjá Amariel á ólavsøku Høpis­ leysir pá­ standir upp í saman Johannus á Rógvu Joensen KJaK á síðu 10 Javn­ støðan byrjar í val­ stríð num annita á FRíðRiKsmøRK KJaK á síðu 9