mánadagur 26. juli 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. juli · Nr. 112
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Mikudagin verður síðsta punktumið
sett fyri kappróðrarárið 2010. 900
metra teinurin frá Argjahøvda og
fram við Molanum og inn á málið
millum Tinganes og innasta partin
av Molanum verður rógvið og spurt
að fyri síðstu ferð, og so verður
hetta árið partur av kapp róðrar søg
uni, sum livir og andar kring landið
alt og í øllum ættarliðum.
Higartil í ár hava vinnararnir
verið væl býttir kring alt landið,
og FM steyp og krónur fara harvið
kring alt landið.
Í blaðnum í dag hava vit vinnar
arnar í ólavsøkuróðrunum aftur
til 1975. Fyri 35 árum síðani var tað
fyrsta ferðin, at tíð varð tikin í kapp
róðrunum á Ólavsøku. Tað hevur
fleiri ferðir verið nevnt, at tað skal
ikki gangast so høgt upp í tíðirnar,
tí tað eru so mangar um støður, ið
kunnu ávirka, og at tað harvið illa
ber til at sammeta tíðirnar eitt ár
við eitt annað ár.
Sjálvandi er tað soleiðis, men
vit hava kortini dittað okkum at
seta listan yvir vinnaratíðirnar á
Ólav søku soleiðis, sum hann sæst
á heimasíðuni hjá Havnar Róðrar
felag, drekin.fo.
Hóast ivi kann vera um, hvussu
neyvar tíðirnar altíð hava verið, so
er tað einki at liggja omaná, at tað
millum rógvararnar verður ging
ið høgt upp í tølini og metini. Eitt
nú ætlaðu klaksvíkingar í fjør at
taka metið í kappingini millum
10manna før, sum Skálabáturin
hev ur átt síðani í 1992. Tað eydnaðist
ikki. Klaks víkingur var meiri enn
fýra sekund frá átjan ára gamla
met inum hjá skálamonnum.
Líkindini at rógva á Ólavsøku
í fjør vóru ikki at teim bestu, og
mill um rógvarar kann nógv tíð
fáast at ganga við at umrøða, um
nú Skálabáturin var so nógv betri
fyri átjan árum síðani, enn Klaks
víkingur var tað í fjør, ella um
kanska klaksvíkingar høvdu rokkið
setn inginum, um tað ikki hevði
verið so djálvut frá Argjahøvda og
inn á Molan!
Í 2001 var tað rættuliga tætt við,
at tað eydnaðist Havnarbátinum at
taka metið hjá Skálabátinum. Tað
gekk akkurát ikki. Tíðin hjá Havnar
bátinum var 3.52.03. Mettíðin hjá
Skálabátinum er 3.52.00!
Tindarnir
Vinnaralistin minnir eisini á, nær
ymsu økini og bygdirnar hava verið
á toppinum.
Sum tað sæst, so hevur Havnar
Róðrarfelag sum oftast átt ein og
fleiri vinnarar. Tað er møguleiki
fyri, at tað eisini í ár fer at hilnast
væl hjá vertunum á Ólavsøku, men
úrslitini higartil í ár hava ikki bent
á, at tað fer at eydnast í øðr um
kapp ingum enn á 250 metra mál
inum í barnaróðrinum.
Í kappingini millum 10manna
førini eru tað Eysturoyingur og
Sigrarnir siga sína
Kappróður
Røðin av vinnarum
á Ólavsøku minnir
aftur á tíðarskeið, tá
ið ymiskir bátar og
bygdir og býir hava
staðið seg serliga
væl í kappróðrinum
Róðrarteinurin á Ólavsøku
Tranmere spældi javnt
Gunnar Nielsen vardi málið, tá Tranmere og Mansfield
spældu javnt í venjingardysti. Tranmere Rovers og
Gunnar Nielsen fyrireika seg til komandi kappingarár í
trið bestu ensku deildini. Í dag spældi liðið venjingardyst
móti Mansfield. Úrslitið varð 11. Gunnar Nielsen
vardi málið í samfullar 90 minuttir.