Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juli 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. juli · Nr. 112 4 Sosialurin Randi Jacobsen Í Føroya rætti kunnu ákærd og vitni velja, um tey tosa føroyskt ella danskt. Fyri tað mesta er tað eing in trupulleiki, um fólk­ ini velja at tosa føroyskt, tí dómararnir skilja allir før­ oyskt, og tað gera summir ákær ar eisini. Men nú so fáir løg frøð­ ing ar eru hjá fútanum, koma avloysarar úr Danmark til Føroya at virka styttri tíðar­ skeið, og hesir skilja als ikki føroyskt. Dómarin spyr tí ákærd og vitni, um tey hava nakað ímóti at tosa danskt, og tey flestu hava einki ímóti tí. Men hósdagin bar einki til, tí tann ákærdi, sum var íslendingur, skilti ikki eitt orð av donskum. Hann kundi málbera seg á føroyskum, íslendskum ella enskum. Í staðin fyri at brúka før oyskt sum rættarmál og tulka spurningarnar hjá ákær anum til føroyskt, var málið danskt, og verjin hjá tí ákærda varð biðin um at umseta tað danska fyri tí ákærda. Men verjin hevði sítt arbeiði at røkja, skuldi lurta og fekk ikki umsett alt. Alt á donskum Øll proseduran var á donsk­ um, og tað sást á tí ákærda, at alt fór framvið. Hann skilti einki av tí, sum fór fram. Turið Debes Hentze, ad vo­ katur heldur tað vera nokkso álvarsamt við málsligu trupulleikunum í rættinum. Hon minnist ein dómara, sum kravdi, at øll skuldu tosa danskt í rættinum, men hon noktaði. Hann seg, at tey skuldu tosa danskt fyri rættartrygdina, tí hann vildi vera vísur í, at hann skilti alt rætt. Hon svaraði aftur, at tað eisini snúði seg um rættartrygd at geva fólki møguleikan at tosa sítt egna mál. – Tað eru serliga yngri fólk, sum hava ilt við at tosa danskt. Á donskum fáa tey ikki sagt tað, sum tey veruliga ætla at siga, og tí kunnu tey verða misskilt. Tað stendur eisini nógv á fólki, sum eru í rættinum. Tí snýr tað seg um rættartrygd, at tey ákærdu sleppa at siga tað, sum tey vilja siga og kunnu fylgja við í tí, sum hendir, sigur Turið Debes Hentze. Tá ið tey ákærdu eru úr fremmandum londum, er vanligt at brúka tulk, men tá er oftast talan um størri mál. Tann ákærdi skilti einki Ein rættarfundur hósdagin var ein málslig fløkja, tí tann ákærdi var útlendingur og skilti ikki danskt. Ákærin skilti ikki føroyskt. Rættarmálið henda dagin var danskt, og tí hevði tann ákærdi ongan møguleika at fylgja við. Ólav­ søkan er byrjað Politiið í Havn hevði nógv at gera um vikuskiftið, tí her verk var framt á fleiri bilar, og býurin var full ur av fullum fólki. – Tað er týðiligt, at fleiri longu eru farin at halda ólav­ søku. Tey hava bunkr að, tað hevur verið lýtt, og full fólk mala úti alt sam døgr ið, sigur vakt hav andi á politi støð ini í Havn. Grindin var bóg­ hvítu ­ hvalir Sunnudagin fekk politiið boð um grind út fyri Hvítanesi á Streymoynni, men politiið heitti á frá boðaran um at kanna, um tað nú vóru grinda hvalir, áðrenn boðini fóru víðari. Væl varð, at hetta varð gjørt, tí tað vísti seg at vera bó g hv í tu hval i r, sum fylgdu við bát­ inum suður móti Havnini. randi@sosialurin.fo Bíðaðu eftir Goða­ fossi Tá ið Smyril kom til Havnar sunnu­ kvøldið, noyddist hann at leggja stilt á redini í einar 20 minuttir. Orsøkin var, at íslendska farma­ skip ið Goðafoss kom inn samstundis. Goða foss vildi inn fyrst, og tí noyddist Smyril at bíða. Í nógvari toku og í so trongari havn kundu báðir ikki fara inn á senn. Randi Jacobsen Tað er nú greitt, at strand­ fara báturin Másin, ikki verð­ ur høgdur upp. Másin, sum varð smíð­ að ur í 1959, og í áravís røkti siglingina millum Hvanna­ sund, Fugloy og Svínoyar, orkaði ikki longur hesa sigl­ ing. Undantaksloyvi fekst ikki meira. Tí lýsti Starndferðslan Másan til sølu. Fyrru ferð eydnaðist sølan ikki, men aðru ferð bar til. Leygardagin avgjørdi leiðsl an á Strandferðsluni at selja Másan til sp/f Komet í Klaksvík fyri 26.000 krónur. Formliga er Másin ikki seldur enn, og tí vilja eig ar­ arnir ikki siga nakað beint nú um, hvørjar ætlanir teir hava við 51 ára gamla bátinum, sum er einasti postbátur, ið eftir er. Másin verður varðveittur Sp/f Komet í Klaksvík eigur hægsta boð fyri Másan, sum Strandferðslan leingin hevur roynt at selt Tað er ikki gott, tá ið tosað verður danskt í rættinum, ákærdi ikki skilir málið og ikki hevur tulk Tá ið Másin varð avsagdur sum strandfaraskip, fór hann til Vágs til umvælingar. Nú hava klaksvíkingar keypt hann fyri 26.000 krónur Mynd: Jens Kristian Vang