mánadagur 26. juli 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. juli · Nr. 112
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Týsku felagsskapirnir, Wal
und
Delfinschutz
Forum
(WDSF), og ProWal hava í
hyggju at koma til Føroya at
halda fyrilestur um, hvussu
skaðiligt tvøst og spik er at
eta.
Í einum longum brævi
til Føroya løgmann, Kaj Leo
Johannesen, verður greitt
frá, hvussu illa dálkað grind
er, og hvussu skaðilig hon tí
er at eta hjá fólki.
Í brævinum verður eisini
róð upp undir, at føryingar
heldur enn at drepa grind
áttu at skapt eina traditión
fyri »whale-watching«. Greitt
verður frá, hvussu gevandi
ein slík vinna hevði verið
fyri føroyingar og pástaðið
verður, at aðrastaðni for-
vinna ferðamannaídnaðir í
milliardum av krónum burt-
ur úr hvalaskoðan.
Í brævinum verður fleiri
ferðir lagdur dentur á, at
ætl anin er ikki at mótmæla
føroyska
grindadrápinum,
men heldur at læra før oy-
ingar, at tað er ósunt at eta
grind.
Hesir felagsskapir krevja
eisini, at løgmaður kemur
við
haldgóðum
prógvum
fyri, at drápið nú er meira
humant, enn tað hevur ver-
ið. Týskararnir siga seg vera
skelkaðar av drápi, sum teir
upplivdu fyri tíggju árum
síðani, og teir góðtaka ikki
orðini hjá løgmanni um,
at dráps hátturin í dag er
broyttur.
Eftir øllum at døma hevur
løgmaður ikki hirt at svara
hesum týsku felagsskapum
aftur, tí í maili kæra teir seg
um, at teir hvørki hava frætt
orð ella eið.
Í sama maili verða miðl ar-
nir bodnir við á tíðindafund,
sum verður hildin á týskum
onkunstaðni í Havn 4. au-
gust.
Dialog við løgmann
Felagsskapurin WDSF sig-
ur seg hava stóra ávirkan
á hvalaveiðitjóðir, og eitt
av úrslitunum hjá felags-
skapinum er, at japanesarar
ikki longur borðreiða við
hvalatvøsti á skúlunum –
og tað má sigast vera ikki
hissini avrik. Spurningurin
er so bara, hvussu nógv hald
er í teimum tíðindunum.
Felagsskapurin sigur seg
eisini vera í einum samstarvi
við Pál Weihe um kanningar,
hvørt grindatvøst elvr til
Parkinson sjúkuna.
Nevnt verður, at grinda-
hvalurin er illa dálkaður av
kyksilvunik, PBC og øðrum
giftevnum, men kortini verða
Føroyar ikki lagdar undir at
hava dálkað havið við hesum
giftevnum.
Hinvegin vísir WDSF á,
at Føroyar eru so væl fyri
fíggjarliga, at eingin orsøk
er til at veiða og drepa grind.
Sagt verður, at tað er skilligt
við so langari traditión fyri
grindaveiði,
men
tað
er
fyri okkara egnu skuld, at
vit skulu gevast við at eta
grind.
Út frá brævinum tykist,
sum hava føroyingar ong-
antíð hoyrt um kyksilvur
ella PBC, og tí halda hesir
menninir, at tað er neyðugt
hjá teimum at koma til
Føroyar at útbúgva okkum
óvitandi
føroyingar
um,
hvussu vandamikið tað er at
eta tvøst og spik.
Eisini vilja teir sleppa í
ein persónligan dialog við
løg mann, so teir kunnu sann-
føra hann um, at forboð má
setast fyri at drepa grind –
ikki tí tað er andstyggiligt,
men fyri okkara egna besta.
Eisini heita teir á løgmann
um at boða teimum frá næstu
ferð ein grind verður hildin
til, so teir við egnum eygum
kunnu síggja, hvussu eitt
grindadráp fer fram í dag.
leo@sosialurin.fo
Ein týskur felagsskapur hevur í kvittanum at vitja í Føroyum, ikki fyri at mótmæla
grindadrápi, men fyri at ávara ímóti at eta heilsuskaðiligt tvøst og spik
Týskarar ávara móti grind
Leo Poulsen
Tá grind verður hildin til í
Havn, kemur valla fyri, at
hvalir verða skornir skeivt á
háls. Tað eru nevniliga bert
nakrir úrvaldir mans, sum
sleppa at skera á háls.
– Hetta er ein skipan, ið
hevur nøkur ár á baki nú.
Vit sóu, at tað uppstóð meiri
ella minni kaos á sandinum,
tá fólk bara velti oman í
Sandá gerð, og tí var hendan
skipanin, har bert vandir
menn sleppa oman at skera
á háls, sett í verk, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri.
Tað er Brandstøðin, ið um -
situr skipanina og tá grinda-
boð eru og støða er tikin til, at
hon verður rikin á Havnina,
fer ein sms-skipan í gongd,
har menn verða tilkallaðir.
Tað er so upp til for mann-
in á sandinum at gera av, nær
grindin verður hildin til.
– Formaðurin á sandinum
hevur samskifti við for menn-
inar á bátunum og gevur boð
um, nær klárt er at halda
grindini til. Eru ov fáir mans
á sandinum, verða boð givin
til bátarnar um at steðga við
at halda grindini til, inntil
nóg nógvir mans eru klárir
at skera á háls, sigur Heðin
Mortensen.
Eisini verður sandurin
sperraður av, og eingi onnur
fólk, enn hesir útvaldu menn-
inir sleppa av vera niðri við
sjóvarmálan, meðan drápið
fer fram.
– Fólk standa so uppi á
bakkanum og hyggja at, og
ikki fyrr enn drápið er liðugt,
sleppa tey oman á sandin,
sigur Heðin Mortensen.
Fast fólk
So skjótt sum drápið er
liðugt, verður farið undir
at sleipa hvalirnar heim á
Vónakeiina, har teir so fyrst
verða opnaðir. Tá so alt er
komi til hóldar, verður farið
undir at merkja.
– Tað eru eisini her fast-
ir mans, ið nummerera og
merkja hvalirnar. Tá tað ar-
beiðið er liðugt, verða tøl ini
borin heim á býráðs skriv-
stovuna, og har síggja vit so
talið av hvalum og hvussu
nógv skinn hvør hvalur er,
eins og teir hyggja eftir, um
tað er hann – ella honfiskur,
sigur Heðin Mortensen.
Síðani verða skinnini tald
saman og talið á drápspartum
dividerað upp í skinnatalið
og soleiðis verður so býtt
millum grindafólkið.
Hesaferð vóru drápspart-
arnir oman fyri 1870. Bara á
sandinum vóru omanfyri
900 uppskrivað, og so koma
so bátarnir og fólkið í bát un-
um aftrat, sigur Heðin Mort-
ensen.
Tórshavnar
kommuna
hev ur
eina
púra
greiða
reglu gerð hvussu farast skal
fram, tá grind leggur beinini
í Havn.
– Vit halda fólkið upp-
dater að alla tíðina, og kemur
nøkur broyting í, verður
kallað inn til fundar við
grinda formenn, drápsmenn
á sandinum, brandmenn og
øll tey, ið vara av grindadrápi.
Tey verða so kunnað um
broytingarnar, sigur Heðin
Mortensen.
So vítt vit hava skilt, er
tað bert í Havn, at hendan
skipanin verður nýtt, og sam-
bært borgarstjóranum virkar
skipanin avbera væl.
– Tað er ein sonn frægd at
verða við til eitt grindadráp
í Havn, tí tað gongur so
fyrimyndarliga fyri seg, sigur
Heðin Mortensen.
leo@sosialurin.fo
Fastir mans skera á háls
Í Havn er skipanin soleiðis gjørd, at tað eru fastir mans, sum skera á háls á sandinum.
Tað sleppur tí ikki hvør Hanus og Janus framat, men bert vandir menn
Í Havn eru fastir mans á sandinum at skera á háls
Mynd: Jens Kristian Vang