fríggjadagur 30. juli 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. juli 2010 · Nr. 113
12
Sosialurin
Nøvn
Í dag 30. august verður Eiler
Jacobsen í Havn 80 ár. Sama
dag verður sonur hansara
Petur 40 ár.
Eiler hevur i mong ár verið
kendur sum ein tann fremsti
fiskimaður, skipari og vinnu
lívsmaður í Føroyum. Hann
er eisini ein teirra, sum hevur
slóðað eina mest fyri nýggj
um leiðum og nýhugsan inn
an fiskivinnuøkið.
Tað er nokk so nógv skriv
að um Eiler. Hansara lív og
virksemi er lýst í hansara
endurminningum, sum telja
ikki færri enn trý bind.
Men í samband við hend
an stóra dagin hjá Eiler kann
tað vera uppá sítt pláss at
taka nakað samanum.
Misti pápan tvey
ára gamal
Tað kann sigast um Eiler,
at hann er ikki føddur við
silvurskeið í hond, sum tað
plagar at verða sagt.
Longu tvey ára gamal
misti hann pápan, sum var
skipari á Immanuel, sum
gekk burtur í 1932 samstundis
sum Laura. Eftir sat Helena
við Eiler og Sámal, sum var
føddur eftir at pápin var
deyður.
Nøkur ár seinni giftist
Helena til Skálavíkar við
Niels Nicodemussen, sum
var einkjumaður. Her hevur
Eiler havt tað sera gott. Her
vóru “míni børn”, “tíni børn”
og “okkara børn.” Men har
var eingin munur gjørdur á
nøkrum teirra. Tískil roknar
Eiler seg at vera rættan skál
víking. Hetta hevur hann
eisini viðurkent í verki sum
fáur annar.
Sum hjá øðrum ungum
dreingjum gekk leiðin til
sjós, og nokk so skjótt var
hann eisini skiparalærdur. Tá
kom hann at vera ein tann
fyrsti í okkara línubátasøgu,
sum gjørdist ein kollvelting
innan okkara fiskiskapssøgu
seinast í 50-unum og inn í
60-ini. Ein tann fyrsti línu
báturin var Beinir, og her
gjørdist Eiler skipari. Nøkur
ár seinni fór Eiler yvir til
Canada við Beinir at læra
kanadiarar at veiða til havs.
Slóðbrótari innan
nótaveiðu
Tað kom tó at vera innan
kraftblokkin, at Eiler kom
serliga at gera seg galdandi.
Tað var í 1962, at vit fingu
fyrsta kraftblokkabátin, og
var hetta Brestir við Júst í
Túni sum skipari.
Men longu árið eftir eru
fýra nótaskip. Eitt av teimum
er Boðanes við Eiler sum
skipara. Fyrstu tíðina var
nótaveiðan bert sesongveiða
hjá línuskipum.
Men hetta varð skjótt
broytt. Fyrsta rættuliga ný
brotið kom, tá ið Eiler fekk
hugskotið at fara at landa
sildina feska í Hirtshals.
Hon varð seld til Sigurd
Espersen, ein næstring hjá
Lene Espersen, uttanríkis
ráðharra.
Hetta var byrjanin til eitt
heilt nýtt tíðarskeið bæði
hjá føroyska nótaflotanum
og hjá býnum Hirtshals, har
sildalandingarnar fleirfald
aðust, tá ið føroyingar fóru
at landa har.
Men framvegis vóru før
oyska nótaskipini smá. Tey
vóru eisini avmarkað av, at
sildin máttu ísast í kassar
umborð. Hetta tók sína tíð
og avmarkaði veiðumøgu
leikarnar.
Ráðini vóru at fáa størri
skip og ikki minst at fáa tey
útgjørd við kølitangum, so
skipini kundu fyllast uttan at
bíðast skuldu eftir, at veiðan
varð arbeidd undan. At
koyra sildina í kassar kundi
so gerast á keiuni í Hirtshals.
Tað var eisini vorðið sum
kollvelting hjá manningini.
Her var tað eisini Eiler,
sum gekk undan, tá hann fekk
sett kølitangar í nótaskipið
Sólborg, og hetta kom at
skapa enn eina kollvelting
hjá nótaflotanum.
Eiler var eisini tann fyrsti
sum royndi at seta í verk
hugskotið at virka veiðuna
hjá
nótaskipum
umborð.
Hetta var við Háborg, men
hetta gekk tó kortini ikki so
væl, men at hugskotið var
gott og rætt hevur eftirtíðin
víst.
Sjálvsagt hevur tað ging
ið upp og niður hjá nóta
flotanum, men takkað verið
monnum sum Eiler, er uppi
sjóvarflotin tann partur av
okkara fiskiflota, sum fram
vegis gevur nógv av sær bæði
til skip og manning.
Fyri nøkrum árum síð
ani helt virksemið hjá Eil
er á sjónum upp at. Tá varð
Krúnborg seld. Nú er virk
semið á landi fyriskipað av
soninum Petur, sum eisini
dugur síni ting.
Fekk Beintu
Eiler giftist í 1962 við Beintu,
dóttur Hjørdis og Petur
Háberg. Umframt at hava
fingið eina óføra konu fekk
hann eisini eina verfamilju,
sum kundi stuðla honum í
hansara vinnuliga virksemi.
Petur gjørdist stjóri á
p/f Hvalnes, sum við Eiler á
odda bygdi Ísborg í 1964, og
sum seinni keypti Norðborg.
Her fekk Eiler ein royndan
viðspælara, og tá ið Petur fall
frá í 1984 tók Hjørdis við sum
stjóri. Hon royndist eisini
sera holl sum ein av fyrstu
kvinnuligu reiðarunum.
Beinta plagar eisini at
skemta við, hvussu góð hon
hevur verið fyri hann. Tá tey
komu saman sást væl niður
á kistubotnin hjá honum.
Nú nærum 50 ár seinni fæst
lokið neyvan niður á!
Virdur út um
landoddarnar
Eiler hevur eisini verið virk
in í felagsarbeiði, og hevur
verið við í teimum felags
skapum, sum hava havt
samband við hansara virki.
Eiler var eisini í mong ár
fremsti ráðgevi hjá okkara
fiskivinnumyndugleikum, tá
ið talan var um samráðingar
um fiskirættindi. Hetta
skapti honum eisini vina
bond og virðing uttan fyri
landoddarnar.
Eiler var í mong ár nevnd
arlimur og eisini formaður í
reiðarafelagnum. Her vóru
vit sum so mótpartar. Men
samstundis varð viðurkent,
at báðir partar skuldu liva,
annars kom einki burtur úr
hjá nøkrum. Fyri nótaflotan
riggaði hetta eisini stak væl.
Tað gongur so sjón fyri søgn.
Fyri rækjuflotan, har Eiler
eisini var uppi í, gekk tað
minni væl.
Petur tók við í reiðarafe
lagnum eftir pápa sín, og vit
royndu eisini í felag at bjarga
rækjuflotanum frá at hvørva
heilt.
Brenna fyri Ísrael
og Havnini
Eiler hevur eisini heilt onnur
áhugamál, sum einki hava við
fisk at gera. Beinta og Eiler
hava nevniliga ein brennandi
áhuga fyri Ísrael. Tey hava
verið í landinum fleiri ferðir.
Vit hava annars verið ein
ógloymandi túr saman. Ikki
minst hava tey verið virkin
og stuðlar í felagsskapinum
Keren Hayesod, hvørs enda
mál er at hjálpa jødum at
flyta heim til Ísrael.
Tey hava eisini júst verið
í Ísrael á ársfundi hjá hes
um felagsskapi, har Eiler
er høgt í metum. Heiðurs
røðari á hesum fundi var
annars Ehud Barak, varafor
sætismálaráðharri og verju
málaráðharri í Ísrael.
Beinta hevur eisini við
stuðul frá Eiler gjørt sítt til
at varðveita ta gomlu Havn
ina við Áarstovu, sum meira
enn annað er ímyndin av
Havnini í teimum “góðu
gomlu døgunum” fyri meira
enn 100 árum síðani.
Børnini hjá Eiler og Beintu
eru Sámal, Hjørdis, Petur
og Eiler. Barnabørnini eru
níggju.
Ynskt verður feðgunum
báðum hjartaliga tillukku við
teimum 120 árunum.
Hetta er ein familja, sum
tað hevur verið stuttligt at
kent, ikki minst tí ættar
bondini hava verið so sterk.
Eiler verður ikki heima
føðingardagin.
ó.
Eiler Jacobsen 80 ár
Eiler og Beinta í Ísrael í juni mánaði.
Eiler saman við mammu og systkin í 1985. Standandi Sámal,
Napolion og Begga. Sitandi Maiken og Hildigunn saman við
Eiler og mammuni Helenu, sum Eiler lýsir sum eina hetju
Petur, sum verður 40 ár í dag, saman við konuni Elsu.