fríggjadagur 30. juli 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 113 · 30. juli 2010
4
Prát
Ferð
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
77 ára gamli John Poulsen er býarmynd
í Vági. Oftast í kolli og á súkklu.
Hóast hann og súkklan eru sum eitt,
so eru nú nøkur ár síðani, at John tók
hetta við súkklingini eitt stig víðari.
Hann gjørdi nevniliga av at ferðast í
Danmark á súkklu, og tað hevur hann
nú gjørt hvørt summar í eini 12 ár.
Síðani 1998 hevur John Poulsen
hvørt ár verið á ferð í Danmark á
súkklu og um fyrstu ferðina sigur hann:
-Eg las onkrastaðni, at onkur hevði
gjørt ferð í Danmark á súkklu. Ein kem
ur í land av Norrønu í Hanstholm, og
so er tað so ymiskt, hvønn veg ein fer,
greiðir John Poulsen frá.
Hann fór bara avstað, og hevði onga
stórvegis ætlan um túrin. Hann fekk
lítlan bólkling um øll vallaraheim í
Danmark frá Sámali Bláhamar.
-Ein nýtir eisini súkklukort at
miða seg eftir, tí so slepst undan stóru
ferðsluni, men heldur eru tað skógir,
grúsvegis og smærri asfaltvegir, og í
Danmark er alt eisini væl skipað, sigur
John Pouslen.
Í 1998 var John eina viku burtur.
Hann fór úr Hanstholm og síðani runt
Ringkøbing Fjord.
-Hetta hóskaði væl við vallara
heimini og við at koma aftur til Hanst
holm. Súkklukortini siga eisini frá tí,
ið vert er at síggja á leiðini, sigur John
Poulsen.
100 kilometrar um dagin
-Ein vanligur súkklutúrur er umleið 60
til 110 kilometrar um dagin, tá eg eri á
ferð í Danmark. Um ein situr ein dag
á súkklu, so kemur ein langt, men tað
er tó ikki so ofta, at ein fer upp um 100
kilometrar um dagin, sigur John Poul
sen spakliga.
Síðani 1998 hevur hann verið hvørt
ár í Danmark og oftast í 14 dagar burt
ur.
-Eg haldi at eg súkkli einar 600
kilometrar hvønn túrin, men onkutíð
meira, onkutíð minni. Eg havi súkklað
í Jyllandi, og so tikið tok til Keypman
nahavn at vitja fólk har. Tað liggur væl
fyri at hava súkkluna við í tokinum,
sigur John Poulsen.
Kenna John aftur
John Poulsen heldur ikki somu leið
hvørja ferð. Hann hevur eittnú lagt
leiðina til Sønderborg, Ærø, Langeland
og Lolland Falster og so Keypmanna
havn. Har hevði hann eina mostur at
vitja.
-Nakrir av túrunum, ein kann fara á
súkklu, hava tað við sær, at ein kemur
til sera vøkur støð. Og nógv av hesum
støðum eru støð, har onnur vanliga ikki
koma.
-Eg havi altíð ligið nátt á vallara
heimum. Einum nýtist ikki so nógv
viðføri tá, bert eina tasku hangandi á
súkkluni. Vallaraheimini eru góð, og er
ein so innan hásummartíð, so er ongin
trupulleiki at fáa pláss. Tað er heldur
ikki langt í millum tey, sigur John Poul
sen, ið ofta ferðast í maj mánað.
-Í Thisted kenna tey meg nú aftur,
tá eg komi, tí har eri komin so ofta,
sigur John Poulsen, ið leggur afturat, at
kemur tað fyri, at pláss ikki er á vallara
heimi, so eru aðrir møguleikar, ella ein
kann halda fram til næsta vallaraheim.
Á Bornholm hevur John eisini verið,
og hann metir oynna vera áhugaverda.
-Ein hittir fólk á slíkum ferðum,
men eg eri ofta innan hásummartíð,
og tað er komið fyri, at eg havi havt
eitt vallaraheim fyri meg sjálvan, sigur
John Poulsen, ið byrjaði við eini eldri
súkklu, men sum nú hevur eina góða og
nýggjari súkklu. Hon kostaði eini 10.000
krónur og merkið er úr Niðurlondum.
-Ein skal hava góða súkklu, sigur
John avgjørdur.
Hann minnir á, at lappiútgerð og
slangu má ein hava við sær, men leggur
afturat, at fólk annars eru sera røsk at
hjálpa, um á stendur.
John leggur ofta leiðina framvið, um
hann veit um føroyingar, ið búgva á
leiðini, har hann er, og at bara koma
framvið og heilsa uppá, hevur mangan
verið stuttligt og sera hugnaligt.
Í Føroyum
John Poulsen byrjaði kanska í heldur
høgum aldri at fara uttanlands at
súkkla, men hann hevur altíð súkklað
í Føroyum.
-Eg havi verið allar Føroyar runt.
Eg mangli kanska nakað av Vágoynni,
sigur John Poulsen.
Aldurin
Í ár var John ikki einsamallur á ferð
í Danmark. Hannfór við Norrønu til
Esbjerg. Í ferðalag við sær hevði hann
Júst Skarðenni. Teir súkklaðu, men
høvdu campingvogn við, vendu aftur
til vognin á kvøldi, og koyrdu so víðari.
-Og hetta riggaði eisini væl, metir
John Poulsen.
John Poulsen er 77 ár, men aldur
tykist ikki at bíta á.
-Ikki veit eg. Tað er ikki, sum tað
hevur verið, tó slíkir túrar krevja, at
ein er í venjing. Men tað er altíð so, at
fyrsti dagurin er hin strævnasti, sigur
John Poulsen.
Um hann fer avstað aftur næsta ár,
veit John ikki.
-Tað kemur so knappliga, men hevur
ein lív og heilsuna, so veit ein ikki,
hvat kann henda, sigur John Poulsen,
ið leggur afturat, at súkkluferðirnar er
tað, ið hann ger við at ferðast.
-At liggja á eini strond, tað er ikki
eg, sigur John Poulsen.
77 ára gamal
súkklar í
Danmark
hvørt ár
John Poulsen í Vági hevur síðani 1998 hvørt ár verið á ferð í
Danmark á súkklu, og hann súkklar hvørja ferðina fleiri hundrað
kilometrar. Hann hevur mest súkklað á Jyllandi, men hevur eisini
verið mong onnur støð í Danmark. Og í Føroyum ger hann eisini mangan
túrin, og hann hevur ongar ætlanir um at seta súkkluna
John Poulsen í Vági sæst gerandis á súkklu í
Vági, men hann ger eisini súkklutúrar kring
um í Føroyum, og hvørt ár síðani 1998 hevur
hann gjørt súkkluferð til Danmarkar
Mynd: Dagfinn Olsen