Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. juli 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. juli 2010 · Nr. 113 30 Sosialurin Sissal Kampmann Myndir Jens Kristian Vang Ólavsøkukonsertin 2010 hev­ ur sum flest øllum kunnugt verið eitt nógv umrøtt mál í miðlunum seinastu tíð­ ina. Rokið stóðst av, at Tórs­havn­ar býráð hevur yvir­tik­ið konsertina, eftir at FUT hevur skipað fyri til­taki­num í 25 ár. Ætlanin við yvirtøkuni er millum ann­að at broyta ólavsøkuna, at samskipa hana betur, at nútímansgera og at gera samlaða tiltakið meir fólks­ ligt. Ætlanin var, at gera Ólav­søku­kon­sertina til meir enn bert eina konsert, men meira til eitt tiltak. Tey 25 árini konsertin hevur verið fastur táttur á ólav­søku og hevur longt ólav­ søku­na við einum degi, hevur hon flutt seg runt í býnum. - Frá Skansanum, niðan á vøll­in í Venjingarskúlanum, til kajøkið við molan, til Kommunu­skúlagarðin og oman á Skálatrøð og so framvegis. Hjartað í býnum Í ár var konsertin hildin í hjartanum í Tórshavn. Í Tórs­gøtu, har caféeir, spæli­ støð, ungdómshús, Reinsarí­ ið, leikhús og handlar liggja í einum trunka lið um lið, og hava ment og gjørt býin meir spenn­andi og áhugaverdan, bæði mentanarliga og estet­ iskt. Konsertin, sum byrjaði kl. 20.00 var hildin á trim­ um pallum. Á einum uttan­dura høvuðspalli, á einum innandura palli á Reinsarínum, har upp­kom­ an­di bólkar spældu, og ikki minst var pallurin hjá Undir­ beat við Ubernørd, FRAU, dans­ka dj´num Kasper Bjørke og VJ´num MM, Mari­onnu Mørkøre, sum helt til inni í Perluni ótrúliga væl­eyd­nað­ur. Atmosferan í Perluni var innbjóðandi og heit, og var avgjørt við til at gera heildarupplivingina av til­taki­num góða. Samstundis nøk­t­aði tiltakið í Undirbeat tørv­in hjá tí partinum av áhoyr­arunum, ið eru til elek­tron­iskan tónleik. Tórs­ gøta var tí eitt upplagt stað at halda eina konsert, sum fyrst og fremst hevur áhuga mill­um tey ungu. Men á fjøl­ broyttu skránni vóru eisini nøvn, sum lokkaðu meir til­ kom­nar áskoðar á konsert. Frá rock n´roll til glittur Skráin innihelt alt frá góð­ um gammeldags Rock n´Roll við Jens Marna Han­sen til blues við ókrónaða blue­s­ kongi­num, Una R. Debess og Crawling Blue til tungan doom­rock við Hamferð til happy go lucky sing along mus­ik við boðskapi við mill­um øðrum Páll Finn­ur Páll og Grandma´s Bas­e­ ment. Harumframt fin­ gu áhoyrararnir høvi til at hoyra meir lurtara­vin­ar­lig­ an, fólksligan og meli­di­øs­an tónleik við Guðr­ið Hans­dótt­ ir, sum eins á G! spældi nýggj løg. Mod­er­n­a­ði andro­gyni elek­tro tón­leik­ur­in var eisi­ ni re­pre­sent­er­aður við The Ghost og Bet you are Will­i­ am, sum góvu ótrúliga liv­an­ di, energiskar og vælspældar fram­førslur, sum avgjørt vóru verdar at síggja og hoyra. Sum vanligt var ikki so nógv fólk, tá konsertin byrjaði, men tá longur leið út á kvøldið, komu fleir og fleir fólk. Tá avtornaði var økið so at siga fult, og hýrurin var góð­ur millum áhoyrararnar. Nervapirrandi framførsla Filip Mortensen, sangari í The Ghost greiddi frá, at settið hjá teimum á Ólav­ søku­kon­sertini var ein avbjóð­ing, tí tað skuldi stytt­ ast nógv, orsakað av stuttu tí­ð­ini, teir høvdu at spæla í. -Tað hevur verið rættiliga nerva­pirrandi at skula spæla eitt so stutt show og sam­ stundis at fáa tað at rigga, sigur Filip. - Men eg haldi ikki, at áhoyrararnir løgdu merki til tað trýstið, vit vóru und­ir, og at tey vóru nøgd við fram­førsluna. - Vit hava verið á turné í Týsklandi og í Eysturíki, og vónandi fara vit til Týsk­ lands og Englands í sep­ tem­ber, so vit spæla ikki so nógv í Føroyum. – Tí er tað ótrú­liga týdningarmikið, at vit gera tað gott, tá vit spæla heima, og vit gera tí eisini nógv burturúr, tá vit spæla fyri okkara landsmonnum, sig­ur Filip at enda. Og ja, eins og á G! var kon­sertin hjá The Ghost ein litrík og energisk upp­ liv­ing við dansarum, ball­ó­ n­um, konfetti og ikki minst tónleiki, sum rykti heild­ar­ upplivingina av Ólav­søku­ kon­sert­ini enn eitt stig upp­ eftir. Glimmerdanskarar Høvuðsnavnið á konsertini í ár, donsku Dúné, dróg sjalv­s­agt nógv fólk til, og tað var eingin ivi um, at tað var henda bólk, tey flestu gleddu seg mest til. Danski indie stadion bólkurin, sum júst nú eru á Europa turné, vístu áhoyrarunum, at tey vistu, hvussu tey skuldu fáa før­oy­ingar at ganga amokk, og hvussu man hevur tað stutt­ligt. Við vatni, tungum styvl­ um, tanktops, glimmur og glitt­ur og einari ørgrynnu av orku og spæligleði góvu tey áhoyrarunum í Tórs­ gøtu eina mynd uppá, hvus­ su tónleikaframførslur eisini kunnu gerast. Við fram­førslu­ni, har teir fyrst og fremst spældu tón­leik frá nýggjastu fløguni, Ent­ er Metropolis, vístu teir yvirskot og ikki minst eina væl­eydnaða sjálvís­ce­nu­set­ an, sum hoyrir einari slíkari kon­sert til og sum ikki bleiv pín­lig ella ov nógv. At teir í 2008, árið, tá teir tóku danska tón­leika­ pallin við stormi, vun­nu so at siga allar tær mest týdningarmiklu virðis­løn­ ir­nar innan tónleik, millum ann­að Danish Music Award fyri besta nýggja navn, ársins rokk­útgávu og ársins navn, var ikki heilt óskilligt, eftir at hava sæð teir undirhildið føroysku áhoyrararunum í einum braki av eini konsert. Getzar og krevjandi kvinnur Ljóðgóðskan á Ólavsøku­kon­ sert­ini var tíverri vánalig, bæði innandura og ikki minst inni á Reinsarínum, har tungi doomrockbólkurin Hamferð og klaksvíksbólkurin Grand­ ma´s Basement spældu. Jón Jacobsen, sangari í Grandma´s Basement, greiðir frá, at bólkurin verð­ur sammettur við eina moder­ naða útgávu av Dyna­mitt. Hetta er fyri so vítt satt, tí tón­leikurin hjá Grandmas Base­ment er beint framm rokk/poppur, tá hann er best. Hann viðger tabuevni við einum humoristiskum út­gang­støði. GB spæla skitnan kjallara­ tón­leik við fangandi løgum og teksti, har øll kunnu syng­ ja við. Ikki minst viðgera og lýsa teir tey stríð, ið eru mill­um kirkju, babtistar og Getze­mane, sum Jón metir hev­ur verið heldur ekstremt í Klaksvík seinastu árini. Av hesi orsøk hava teir millum ann­að skrivað sangin “Get­ ze”, sum snýr seg um hesi viður­skif­ti. Harumframt hava teir skrivað sangir um seig­lig­ar bóndur, um kvinn­ ur, sum ongantíð fáa nokk, um samkynd og um annað, ið ikki verður viðgjørt dagliga í før­oysk­um tónleiki. Heilt gal­ ið eru teir ikki farnir í býin, tí tá GB spældu sást, at teir hava ein trúgvan áhoyr­ar­a­ skara, sum stóð klods uppi við pallin og sang við. - Enn hava vit so at siga onga mótstøðu fingið til tón­ leik og tekstir, men hetta fer helst at broytast, nú fløgan er útkomin, greiður Jón frá. Tá endin er góður…. Alt í alt var Ólavsøku­kon­ sert­in 2010 ein góð uppliving og fólk vóru sera væl nøgd. Hetta var galdandi fyri tón­ leika­ligu framførslurnar og ikki minst fyri tær umstøður, sum konsertin varð hildin und­ir. Góða veðrið var sjálv­ sagt eisini við til at gera kon­ sert­ina væleydnaða og til at gera stemningin betur. Tað er onki so lemjandi fyri eitt slíkt tiltak, sum regn og vind- ur. - Trupulleikarnir við vána­lig­ari ljóðgóðsku tykjast tí­verri at vera afturvendandi, og hetta er sjálvsagt við til at lækka støðið og tón­leika­ligu upplivingina av kon­sert­ unum. Men tá Páll Finnur Páll endaðu konsertina kl. seint, setti tað eitt, sum altíð, væl upplagt , væl spælt og ikki minst stuttligt punktum fyri áhoyrararnar, sum mugu sig­ast at hava fingið nógvar tím­ar av fjølbroyttum før­ oysk­um og útlendskum tón­ leiki á høgum støði, fyri ikki nógvar pengar. Ólavsøkukonsert Millum kaféir, spælistøð, handlar, leik- og ungdómshús í hjartanum í Tórshavn var Ólavsøkukonsertin 2010 hildin í góðveðrinum týskvøldið. – Ein konsert, ið bjóðaði áhoyrarunum eina fjølbroytta, vælspælda og vælskipaða skrá, har tónleikarar og fyriskiparar gjørdu sítt allarbesta fyri at byrja tjóðarhátið okkara við manér Gott og blandað