Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. august 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. august · Nr. 114 4 Sosialurin Veggurin helt ikki Ein veggur á ovaru síðu á frystigoymsluni í Norðhavnini í Ánunum brotnaði, tá ið nakrir plattar av fiski duttu á hann og fóru út ígjøgnum Randi Jacobsen Menninir, sum fríggjadagin arbeiddu í frystigoymsluni hjá Faroe Ship í Ánunum vóru enn ikki farnir heim, tá ið óhappið hendi. Klokkan var 18, og teir stóðu sunnuanfyri húsið, tá i teir hoyrdu eitt ordans buldur. Í fyrsta umfari góvu teir sær ikki far um, hvaðani buldrið kom, men tá ið teir fór niðanum, sóu teir at frystivøra var komin út gjøgnum veggin. Hví óhappið hendi, er ógreitt, tí eingin var inni júst tá. Nakrir plattar av frysum fiski vórðu koppaðir mót vegginum, og veggurin helt ikki. Nøkur element fóru út ígjøgnum og fiskurin aftaná. Menninir skundaðu sær at sløkkja frystaríið og fingu sent boð eftir hjálp til at umvæla skaðan. Á midnátt koyrdi frystar­ íið aftur. Nøkur element brotnaðu úr vegginum, men nakrar fáar tímar seinni varð skaðin umvældur, og frystaríið koyrdi aftur Rok á verts­hús­i Tey vóru við at rudda av sunnumorgunin á einum vertshúsi í Havn. Klokkan var 6.40, og tá kom ein maður, sum vildi inn. Maðurin fekst ikki útaftur, og tað bleiv handfast millum hann og ein annan, sum arbeiddi har. Í rokilsinum datt óynskti gesturin móti einum rúti, sum brotnaði. Ringt varð eftir politinum, sum kom eftir manninum, og tá ið politistarnir leitaðu í lummum hansara, funnu teir eina minni nøgd av ecstasy og marihuana. randi@sosialurin.fo Sunnudagin varð boðað frá eldi í húsunum, sum starvsfólk á skipa­ smiðjuni í Havn búðu áður búðu í. Húsini fóru illa av eldi í fjør, og hava síðan staðið avtoftað. Natúrlig orsøk kann ikki vera til eldin sunnudagin, tí streym­ ur var ikki í húsunum. Politiið heldur tí, at eldurin sunnudagin var ásettur. Tað verður nú kannað nærri. randi@sosialurin.fo Hels­t ás­ettur eldur Randi Jacobsen Landssjúkrahúsið er altíð opið, og tað ber til hjá øllum at smoyggja sær inn um dyrnar og fara hagar, tey hava hug at fara. Hesum hevur eitt ella fleiri fólk gjørt sær dælt av sunnukvøldið millum kl. 18 og 21.30. Eingin á Landssjúkrahúsi­ num hevur varnast nakað óvanligt. Hann, hon ella tey eru farin tríggjar hæddir upp og hava brotið hurðina inn til heilvágsgoymsluna. Sambært politinum eru stolnar umleið 50 tablettir, stesolid og nakað av sovi­ tablettum. ­ Tað er eyðsæð, at tey, sum hava verið har, vistu, hvar tey skuldu fara, og hvat var at finna, sigur politiið. Sum skilst er gongdin ómannað um vikuskiftið, og tá er goymslan eisini stongd. Tað eydnaðist ikki í dag at fáa nakra viðmerk­ ing frá leiðsluni á Lands­ sjúkrahúsinum. Vit vildu fegin fingið at vita, um tey halda tað vera rætt, at so lætt er at koma inn á sjúkrahúsið, og um heilivágurin er nóg trygt goymdur. Heilivágsstuldur á Landssjúkrahúsinum Tjóvarnir eru ósæddir slopnir inn á heilsivágsgoymsluna á Landssjúkrahúsinum