Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. august 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. august · Nr. 114 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Donsku fjølmiðlarnir hava gjørt sera nógv burt ur úr serliga tveimum kvinnu­ ligum politikarum seinastu tíðina ­ fyrst Lene Espersen, uttanríkisráðharra, og nú eisini Helle Thorning­ Schmidt, sum er forkvinna í danska Javnaðarflokkinum ­ og sum sambært nógvum veljara kanningum seinastu tíðina verður næsti forsætis­ ráð harri í Danmark. Serliga verður lagt eftir Lene Espersen, tí hon ikki møtir til ymsar fundir kring heimin, serliga var tað ein fundur, har eisini Hillary Clinton skuldi vera við, sum fekk øði í grindina. Men aftur nú í vikuni hevur hon »lopið ein fund um«. Hesaferð var tað ein fundur millum uttanríkisráðharrar í ES­londunum. Sjálvt um Lene Espersen vísir á, at teir tríggir undanmenninir hjá henni í starvinum heldur ikki hava møtt til hendan fundin seinastu tíggju árini, so verður hon hart kritiserað. Men eisini Helle Thorn­ ing­Schimdt fær nú koyrilin at merkja. Hetta tí, at maður hennara, sum er bretskur ríkis borgari, hevur goldið skatt í Sveis, har hann starv­ ast. Fjølmiðlarnir grava í málinum, og ymsir mót stríð­ andi upplýsingar eru komnir fram um tað, sum Helle Thorning­Schmidt skal hava sagt um málið. Jú, sjálvandi skal skil vera í. Og sjálvandi skal ein uttan ríkisráðharri møta til sínar uppgávur ­ í øllum førum tær, sum hava størst týdning. Og ein komandi forsætisráðharri skal ikki siga ósatt. Tað er alt í lagi við tí. Í politikki verða nógv skitin vápn brúkt. Í øllum førum eru ákoyringinarnar móti hesum kvinnum óvan liga harðar. Danmark hevur ongantíð havt ein kvinnuligan for sætis ráð­ harra, kvinnur stýra nú flestu politisku flokkunum í Danmark. Kanska er trupul­ leikin, at danir eru bangnir fyri, at kvinnurnar fáa vald­ ið? Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo á ólavsøku eru vit øll so feg­ in um okkara samleika og okkara serstøku tjóð og okkara felags virði. Vit fegnast um landsmenn og ­kvinnur í útlegd, sum leita sær til føðilandið at hátíðahalda tjóðarhátíðina og so framvegis. Men tá vit skulu góðataka, hvussu summir landsmenn og ­kvinnur liva, so fær pípan anna ljóð. Í blaðnum í dag ger formaður Miðfloksins greitt, at um grein 266b kemur aftur til viðgerðar á tingi, so fer hann at virka fyri, at tey samkyndu verða tikin úr aftur lógargreinini. Tað var í 2006, at mikil ­ og ofta sera ófantaligur ­ orðadráttur var um, hvørt vit skuldu nevna tey sam kyndu í revsigreinini 266b. Men søgan um hesa lógargrein er nógv eldri enn so. Tað var í 1988, at Atli Dam, sáli, táverandi løgmaður, bar eina kongiliga fyriskipan niðan í tingið, har hendan meinaleysa broytingin um, at 266b eisini skal umfata tey samkyndu, ætl andi skuldi samtykkjast. Men brád­ liga kom vargur í. Kristiligi Fólka­ flokkurin leyp upp á bakbeinini, setti samgonguna í veð og kravdi, at málið varð tikið aftur. Atli Dam lat teir fara ­ nýggj samgonga varð skipað. Men meiriluti fekst kortini ikki fyri broytingini. Síðani hoyrdist lítið aftur til málið, til Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal, sáli, høvdu málið frammi. Hetta var meðan Tjóðveldi sat í samgongu fyrst í øldini saman við Miðflokkinum, so formaðurin mælti frá at samtykkja málið. Men í 2006 løgdu tey málið framaftur, og nú bar til. Málið varð samtykt. Avleiðingin var tó, at Karsten Han­ sen tók seg úr Tjóðveldinum og fór í Miðflokkinum ­ sum eftir hansara tykki virðir kristnu lívsvirðini betur enn Tjóðveldi. Gott nokk er talan um eitt lít ið mál, sum Atli Dam og hini í lands­ stýrinum eisini hildu í 1988, sum verður blást upp. Matteus gamli hevði sína hugsan um fólk, sum brúktu Halgubók til fótatraðk: »Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum dám ar at standa í sýnagogum og á vega­ mótum og biðja, fyri at teir kunnu verða sæddir av menniskjum. Sanni liga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína. Men tú, táið tú biður ­ far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.« Lítið virðiligt er tað, at tey, sum ganga fremst í hesi herferð, eru tey, sum dáma best at vísa seg alment við Halgubók. Vit høvdu tikið hatt­ in av fyri hesum fólkum, um tey heldur vístu sítt krisnta lívsvirði og sín næstrakærleika í gerðum heldur enn orðum. Næstrakærleikin sæst betur í gerðum enn orðum Vágaportalurin hevur um vikuskiftið funnist at Heðini Mortensen fyri at lata ov nógvar útlendingar seta dám á ólvasøkuna. Ólavur í Beiti skrivar m. a. soleiðis: »Á tjóðarhátíð okkara fann núverandi javn aðar­ maðurin og fyrrverandi sambandspolitikarin Heðin Mortensen ongan annan røðara at seta Ólavsøkuna enn ein mann sum tosaði við kraftigari norskari dia­ lekt og eina løtu seinni setti hann ein íslending at syngja "Tíðin rennur sum streymur í á", sum allir føroyingar við sangtalenti kundu klára nærum eins væl, men á tryggari føroyskari máls­ ligari grund.« Hetta sjónarmið hev ur so elvt til, at ein Face book­ bólkur er stovnaður, sum krevur, at Vágaportalurin biðjur Njál Djurhuus um um bering. Heri Eysturlíð, sum er stigtakari, sigur soleiðis: »Undir yvirskriftini "Út ­ lendska hertøkan í Før­ oy um heldur fram" legg­ ur ein huldumaður á Vága portalinum eftir Njál Djurhuus fyri hansara "kraftigu norsku dialekt". Hetta er so langt úti og andstyggiligt, at tú vaml­ ast! Væl hava vit skrivifrælsi, men bløð og portalar hava onga skyldu at prenta alt, ið verður sent teimum. Tí eigur Vágaportalurin at biðja heiðursmannin Njál Djurhuus um umbering!« Krevja um bering frá Vágaportalinum Vísið tað hELdur í gErðum Obama og ikki BP AggA niclAsen kjAk á síðu 10 Privati­ seri Rúsuna Heðin d. poulsen kjAk á síðu 11 Kvinnur niður við nakkanum Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo