mikudagur 4. august 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Summarfesivalurin er helst
tann stevnan, sum nógvar
familjur fara til, og hjá
familjum riggar væl at búgva
í húsvogni.
Nógv eiga húsvogn, men
tað ber eisini til at leiga sær
húsvogn.
Ein maður, sum leigar
húsvognar út, er Magni Fles
í Klaksvík.
Til flestu stevnurnar í
landinum leigar hann sínar
tríggjar vognar út, men
tað hendir, at onkur verður
standandi óleigaður eftir.
Men
hevði
hann
átt
fleiri vognar, kundi hann
lættliga leigað allar út til
Summarfestivalin.
- Í hvussu er 50 fólk
hava ringt til mín seinastu
mánaðirnar og spurt um at
leiga húsvogn til Summar-
festivalin, sigur Magni Fles.
Ofta hevur hann ikki allar
tríggjar vognarnar at bjóða
fram, tí tey somu, sum leiga
frá honum eitt ár, biðja um at
sleppa at leiga húsvogn aftur
komandi ár.
Magni Fles metir, at tað
eru umleið 150 húsvognar
í landinum. Teir koma ikki
allir
á
Summarfestivalin,
men rúm hevði verið fyri
næstan øllum á útfyllingini,
har húsvognarnir hava fingið
pláss á festivalinum.
Húsvognarnir standa tó
ikki trongt, tí rúm skal eisini
vera fyri bili og møguliga
tjaldi eisini.
Annars eru nøkur pláss í
Grøv til húsvognar.
Stórur áhugi fyri at leiga húsvogn
So stórur er áhugin fyri at fara at búgva í húsvogni á Summarfestivalinum, at umleið 50 fólk
spurdu Magna Fles í Klaksvík um at leiga vogn. Hann hevði tó bara tríggjar at leiga út
Heilsa
ferða
fólki
við fýr
verki
Hvørja ferð
Norrøna fer
úr Føroyum,
sendir Gull
hornið vegna
aðrar handlar
eisini, upp
fýrverk sum
takk fyri
vitjanina
Randi Jacobsen
Fleiri fólk hava lagt til
merkis, at hvørja ein-
astu ferð Norrøna fer
úr Føroyum, verður fýr-
verk sent upp. Um tað
so er á degi ella á nátt.
– Tað er ikki Smyril
Line, sum skipar fyri.
Eitt skip hevur ikki
loyvi til at senda fýr-
verk upp, sigur Svein
í Heiðunum Á Smyril-
Line.
Hann
veit,
at
familja ofta er á bryggj-
uni heilsar eitt nú
brúðarpørum,
sum
fara av landinum við
Norrønu.
Men í flestu førum
er tað Leif Erik Niclasen
í Gullhorninum, sum
sendir
upp
fýrverk
við
fráferðina
hjá
Norrønu.
–
Eg
geri
tað
vegna fleiri handlar,
sum ein heilsan til
ferðafólkini, ið hava
vitjað. Fleiri okkara
koma í samband við
nógv vitjandi, og heilt
nógv siga frá, hvussu
væl tey hava verið
móttikin. Teimum vilja
vit fegin heilsa og biðja
farvæl, sigur Leif Erik
Niclasen.
randi@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
Talið á húsvognum, sum fara
á Summar Festival, hevur
verið
støðugt
vaksandi
seinastu árini, og aftur í
ár flokkast húsvognarnir í
Klaksvík. Norðoya Kunning-
arstova
umsitir
økið
til
húsvognarnar, sum er á
útfyllingini innast á vágni
í Klaksvík, og har hava tey
havt úr at gera seinastu
dagarnar.
Talið á húsvognum, sum
hava biðið um pláss, er
farið upp um 120, og nú má
Norðoya
Kunningarstova
seta
eyka
pláss
av
til
húsvognar.
Leiðarin av Kunningar-
stovuni í Klaksvík, Meiken
Steinberg, roknar við, at 95
av øllum campingvognum,
sum eru skrásettir í Før-
oyum, verða í Klaksvík um
vikuskiftið.
eirikur@sosialurin.fo
Allir húsvognar
verða í Klaksvík
CAMPING Norðoya Kunningarstova má finna eyka pláss til campingvognar,
sum skulu á Summar Festivalin. Roknað verður við, at 95 prosent av
øllum campingvognum í Føroyum fara á festival um vikuskiftið
Talið á húsvognum, sum hava
biðið sær pláss í sambandi
við Summar Festivalin
er farið upp um 120