mikudagur 4. august 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. august 2010 · Nr. 115
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Eydna Skaale
– Tað byrjaði við, at eg og mað
urin tosaðu um, at tað kundi ver
ið stuttligt at gjørt eina summ ar
festivaltroyggju. Eg mailaði so til
Erik Biskopstø og spurdi, um eg
kundi fáa logo’ið. Og tað var gaman
í, greiðir Vima Leivsgarð frá.
Vima fekk fríar teymar at gera
troyggjuna sum henni lysti, og
hon gjørdi hana svarta við gul um
og grønum snarlásum og summ
arfestivallogo’num á erm uni.
Tógvhandil í 10 ár
Vima er von at gera mynstur
til troyggjur. Hon hevur havt
tógvhandil í 10 ár, og hon hevur
hvønn mánað nýggj mynstur og
nýggjar troyggjur til sølu. Og tað
gongur sera væl.
– Fólk binda sum ongantíð fyrr.
Eg haldi tað man vera tí, at vit
gera so nógv við tað og hava nýggj
mynstur allatíðina, sigur Vima,
sum greiðir frá, at hon fær góðan
íblástur frá dóttrini, sum býr niðri,
og sum er sera áhugað í móta.
– Hon plagar at siga hvat hon
ynskir sær, og hvat eg skal gera. Og
annars fær man íblástur alla staðni
frá.
Kopi ella ikki
Eftir at troyggjan kom fram, hevur
kjak tikið seg upp, um troyggjan er
eitt kopi av troyggjuni hjá Guðrun
og Guðrun.
Men tað heldur Vima als ikki.
– Vit eru 4 konufólk í húsi
heima hjá okkum, og vit eiga allar
Guðrun og Guðrun troyggjuna, tí
hon er so deilig. Men hon er altso
ikki líka sum hendan troyggjan
til Summarfestivalin, leggur Vima
dent á.
Hon sigur, at hennara troyggja
hevur rendur, raglanermur, har
snarlásið er sett í, og so er hon eitt
meiri frítt modell.
– Troyggjurnar eru báðar svart
ar, og tað er tað. Tær hava sjálvandi
eisini báðar snarlás, men snarlásið
er ikki í sama stað. So eg haldi
ikki, at man kann siga, at hendan
troyggjan er eitt kopi av teirra
troyggju.
Senda uttanlands
Áhugin
fyri
summarfestival
troyggj uni er ovurhonds stórur, og
bæði menn, kvinnur og børn ganga
nú í troyggjuni. Eisini húgvurnar
ganga væl.
– Eg fekk eina nýggja sending
av troyggjum heim í morgun, men
longu nú er tað selt væl burturav,
greiðir Vima frá.
Vima hevur sniðgivið troyggjuna,
men hon verður framleidd uttan
lands. Um nakrar troyggjur verða
eftir, so verða tær eisini til keyps á
Summarfestivalinum.
– Møguliga fara vit eisini at selja
onkrar aðrar troyggjur, men vit
hava ikki so nógvar eftir nú. Vit
selja øgiliga nógv fyri tíðina, og tað
er ikki bara her heima, sigur Vima.
Nógv verður sent uttanlands til
bæði norðmenn og danskarar.
– Sjálvandi eru tað nógvir føroy
ingar, sum búgva uttanlands sum
bíleggja frá mær, men tað eru eis
ini nógvir útlendingar. Eg havi
fing ið mær eina síðu á Facebook,
og soleiðis røkka vit um allan heim,
sigur Vima Leivsgarð.
eydna@hotmail.com
Fólk binda sum
aldri fyrr
Vima Leivsgarð hevur tógvhandil, og tað er hon, sum hevur latið summarfestivaltroyggjurnar
og –húgvurnar gjørt. – Tað hevur verið eitt sindur av práti um hesar troyggjurnar,
men eg haldi ikki, at man kann siga, at eg havi kopierað nakran, heldur Vima
troyggjur
– Summarfestivaltroyggjurnar
til børn og vaksin eru ikki líka
sum aðrar troyggur, sigur
Vima Leivsgarð, sniðgevi