Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 6. august 2010 · Nr. 116 Sosialurin Ingrid S. Henriksen Valevni hjá Føroya Javnaðarflokki Hin 26. september 2009 legði Jóannes Eidesgaard, lands­ stýrismaður í fíggjarmálum, vegna landsstýrið fram uppskot til løgtingslóg um áseting av skatti. Sambært hesum uppskoti skuldu inn­ tøkur omanfyri 400.000 kr. gjalda ein eykaskatt upp á 2% í 2010 og 2011. Grundgevingin fyri uppskotinum var at útvega landskassanum meira pening, tí stórt hall var í landskassanum. Kelda Løgtingsmál nr. 31/2009. Skattauppskotið varð sagt at vera ein liður í sonevnda Ólavsøkupakkanum. Í við­ merkingunum til nevnda skattauppskot/inntøkuupp­ skot segði Jóannes Eides­ gaard »lands­s­týrið heldur, at tær breiðas­tu herðarnar eiga at verða við til at taka eitt tak, nú fíggjarlógin vís­ir eitt s­tórt hall.« Greitt varð frá, at hetta uppskot varð mett at útvega landskassanum eina meirinntøku uppá 11 mió. kr. árliga. Nú gott 1/2 ár seinni, hin 7. juli 2010, sendi Fíggjar­ málaráðið út uppskot til ummælis viðv. broytingum í landsskattatalvuni. Upp­ skotið leggur upp til, at allir skattgjaldarar skulu gjalda 1% meira í landsskatti frá 1. januar 2011 og heitt verður samstundis á kommunurnar, at tær skulu lækka kommunu­ skattin við einum prosenti. Av hesum skattauppskoti sæst harumframt, at høgtlønt, ið hava inntøkur omanfyri 400.000 kr. í 2012 s­kulu gjalda 2% minni í lands­s­katti enn tey gera í 2011. Hetta merkir at landsskassin longu um knapt hálvtannað ár – frá 1. januar 2012 ­ fer at missa eina hart tiltrongda landskassainntøku upp á 11 mió. kr. Slík ætlan um at skerja inntøkurnar til landskassan ­ hetta einans tí at liberal­ istiski vongurin í ABC­sam­ gonguni ynskir, at høgtlønt skulu gjalda minni í skatt, enn tey gera í løtuni ­ er púra burturvið og stríðir móti øllum meginreglum um samhaldsfesti. Serstakliga í tíðum sum hesum er neyð­ ugt, at høgtlønt gjalda bróð­ urpartin av skattabyrðuni, nú tá landskassin hevur sera stóran tørv á peningi at halda vælferðarsamfelagnum uppi. Hóast allar búskaparligar forsøgnir vísa, at landskassin fer at hava stórt hall nógv ár fram í tíðina og ikki bert í 2010 og 2011 eru ongi tekin í hesum skattahækkingaruppskoti, ið bendir á, at Landsstýrið framvegis heldur, at »tær breiðastu herðarnar eiga at verða við til at taka eitt tak, nú fíggjarlógin komandi árini (eisini aftaná 2011) fer at vísa eitt stórt hall. Vónandi eri eg á villini leið. Og vónandi fer Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjar­ málum og formaðurin Javn­ aðarfloksins/ella flokkar á tingi ­ í hesari heysttingsetu ­ at koma við uppskoti, ið framtíðartryggjar, at tey vælløntu, ið hava inntøku omanfyri 400.000 kr. árliga eisini aftan á 1. januar 2012 í øllum førum ikki skulu gjalda minni í landsskatti enn tey skulu gera í 2011. Harumframt átti landsskattastigin at verið hækkaður við einum trini, ið tryggjaði at fólk við háinntøkum oman fyri 650.000 kr. árliga skulu goldið meira í landsskatti enn tey gera nú. Hetta sjálvsagt fyri at minka undirskotið hjá landskassanum og tryggja, at høgtlønt, ið hava breiðastu fíggjarligu herðarnar, eisini í framtíðini skulu verða við til at tryggja, at føroyska samfelagið kann bjóða borg­ arum sínum alneyðugar vælferðartænastur og vælferðartilboð. Tey høgtløntu – tá ser­ stakliga landsstýrisfólk og løgtingslimir (breiðastu herðarnar, ið hava lóggávu­ vald), eiga í serligan mun at verða við til at fíggja og tryggja føroyska vælferð­ arsamfelagið. Annars er alstórur vandi fyri at vit fáa eitt ótýdligt og ósolidariskt samfelag, har meginreglan verður »Sektin á hvat annar fær, eg skal sæta at mær« ­ eitt samfelag, ið fer at líkjast amerikaniseraðum liberalistiskum samfeløgum, har vælferð ikki er nakað, sum øll hava rætt til, men nakað, sum ríkfólk og fólk við høgum inntøkum kunnu keypa sær, meðan fátøk og láglønt mugu klára seg sum best við »discount/ lágtilboðs« vælferð og fátækra­almannaveitingum. Skulu breiðastu herðarnar ikki vera við til at bera stórt hall á fíggjarlógini og tryggja vælferðina - eisini eftir 2011? Útvarp Føroya hevur saman við Annitu á Fríðriksmørk fleiri ferðir seinastu dagar­ nar endurtikið tíðindi um, at føroyskur lestrarstuðul til lesandi uttanlands er »bumb­ aður aftur í fortíðina«. Hesi tíðindi eru sera misvísandi. Stuðulin til lesandi før­ oyskar ungdómar, sum fara til onnur lond enn norðurlond at lesa, er framvegis ein tann besti í heiminum yvirhøvur. Bera vit saman okkara skúla­ gjaldsstudning við næstu grannar í Danmark, Íslandi, Noregi og Svøríki, so er okkara stuðul væl betri enn tann stuðulin, sum tey veita sínum lesandi uttanfyri norðurlond, og hetta sigur ikki so lítið. Eg haldi at tað hevur týdning at endurtaka, at okkara stuðul til før­ oy­ingar, sum fara út um Norðurlond at nema sær útbúgving eisini aftaná tær broy­tingar, sum verða framdar í 2010 og 2011, er nógv betri, enn nakað annað land letur sínum ungdómi. Eg vil tí mæla frá, at sáa mistreysti niður í tey, sum ætla sær út í heim at lesa. Og eg haldi, at tað er tað, sum Annita á Fríðsriksmørk ger saman við Útvarpinum. Eg ivist ikki í, at eisini tey ungu skilja, at allir føroyingar mugu gera sítt til, at venda stóra hallinum á fíggjarlógini. Okkara vandamál er ov nógv fara – og ov fá koma aftur Eg haldi, at vit skulu fegnast um, at vit fram­ vegis hava eina so framúr góða skipan, sum einki annað norðurland kann samanbera seg við. Tí tað er ikki trupulleikin í Føroy­ um, at tey ungu ikki fara uttanlands at lesa. Yvir 60 % av okkara ungdómi, sum lesur hægri lestur, fer uttanlands at útbúgva seg. Av hesum koma bert uml. helvtin heim aftur. Tað er trupulleikin! Tá ið onnur Norðurlond stuðla sínum ungu at fara av landinum – so er tað tí at har fara bert millum 2 – 10% út um landoddarnar – við undantak av Íslandi, har uml. 25 % lesa uttanlands. Okkara høvuðstrupul­ leiki er, at tað eru so nógv sum fara av landinum, og at tað eru so fá sum koma aftur. Tí er okkara høvuðsuppgáva at menna okkara egna lestrarumhvørvi. Og tað eru vit so sanniliga farin undir. Ongantíð áður eru so nógv byrjað upp á hægri lestur Føroyum sum í ár. Stuðulsskipanin til føroy­ ingar, sum lesa uttanlands er framvegis ein tann besta í øllum heiminum. Tann skerjing sum verður framd í ÚSUN­ skipanini rakar ikki tann mánaðarliga stuðulin til livikostnað – hann er fram­ vegis tann sami, sum SU ella Studni veita. Vit hava bert framt eina lítla skerjing í tí maksimala studninginum til at betala fyri skúlagjald á einum hægri lærustovni í einum øðrum landi. Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at føroysk lesandi kunnu lesa á flestu lærustovnum í Evropa, ja runt allan heimin, til ein nógv lægri prís enn tær 80.000 kr. Og tað er gott! Sum tíðindini hava verið orðað, so ljóðar tað sum um, at øll, sum fara uttanlands, hava fingið 120.000 kr. í studningi, og nú fáa tey bert 80.000 kr. Hetta er púra skeivt framborið. Stuðulin, sum talan er um at skerja, er tann maksimala skúlagjalds­ upphæddin. Studni rindar bert tað, sum skúlagjaldið kostar – og í nógv flestum førum er skúlagjaldið væl lægri, enn tann makimala skúlagjaldsupphæddin. Og tað er henda hægst møgu­ liga upphædd, sum 1. august í 2010 verður lækkað til 100.000 kr. og 1. august 2011 verður lækkað til 80.000 kr. Tá ið vit kanna eftir, vísir tað seg, at tað eru ógvuliga fá av teimum, sum velja at lesa í Evropa, sum eftir hesa broyting ikki fáa goldið alt sítt skúlagjald. Síðsta skúlaár hevði tað t.d. bert verið 1 ella 2 av teimum uml. 120, sum lesa í Stóra Bretlandi, ið høvdu verið rakt av hesari broyting við nøkrum fáum túsund krónum. Tey ið verða rakt av broytingini eru serliga nøkur lesandi í USA, og so tey sum lesa til flogskipara, tey flestu í Danmark. Uttanfyri Norðurlond er talan um millum 10 og 15 lesandi, sum verða rakt av broytingini. Leggjast skal afturat, at til ber hjá hesum at fíggja restina av skúlagjaldinum við sera lagaligum lánum frá Studna, heilt upp til kr. 80.000 um árið. Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna í Mentamálum Besta stuðulsskipan í heiminum Stuðulsskipanin til føroyingar, sum lesa uttanlands er framvegis ein tann besta í øllum heiminum Breiðastu herðarnar skulu bera Tey høgtløntu – tá ser­ stak­­liga landsstýrisfólk­­ og løgtingslimir (breið­ astu herðarnar, ið hava lóggávuvald), eiga í serlig­ an mun at verða við til at fíggja og tryggja føroysk­­a vælferðarsamfelagið