Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. august 2010 · Nr. 116 12 Sosialurin Kjak Skilagóð lóg, ikki minni skilagott eisini at fáa lógina at umfata fólk við breki. Men eg hugsaði mítt, tá eg las tað. Hugsaði, bara nú ikki Jenis og hansara líkar nýta høvið at pilka við 266b aftur. Og rætt var. Nú skal tað eita at tað nýtist eingin 266b, tí tað er at gera mun á fólki. Tað skulu ikki vera ávísir bólkar, sum eru vardir, øll skulu vera líka væl vard, also nýtast ongin 266 b. Men øll vita, at tað var ikki til stuttleika, at lógin kom í gildi. Hattar er ein gomul lóg, sum er dagførd so sum tað hevur verið neyðugt. Mál sum standast av kynsligari orientering (tað sóu vit í bløðunum, hvussu nógv bleiv skrivað um tað evnið, sjálv haldi eg tað kom undir forfylging, har varð í hvussu so er ongin vardur). Trúgv, at verða forfylgdur grundað á sína trúgv, er heldur ikki fremmand. Forfylgd vegna húðalit, tað kann eg skriva undir uppá, tað finst í stóran mun, í Føroyum »Bestemmelsen stammer fra http://dk.mc250.mail. yahoo.com/wiki/1939, hvor den blev indsat for at beskytte de danske http:// d k . m c 2 50. m a i l .ya h o o. com/wiki/J%C3%B8de. Ordlyden blev ændret i http://dk.mc250.mail. yahoo.com/wiki/1971 ved indarbejdelsen af http:// d k . m c 2 50. m a i l .ya h o o. com/wiki/FN konvention om afskaffelse af racediskrimination. I http:// dk.mc250.mail.yahoo.com/ wiki/1987 blev paragraffen udvidet med http:// dk.mc250.mail.yahoo.com/ wiki/Seksuel_orientering. I 1995 blev skærpelsen for propagandavirksomhed tilføjet i stk.2.« Er tað nakrastaðni, at tað er brúk fyri 266 b, so er tað her hjá okkum. Haldi bara at tað er spell at tað aftur skal brúkast tíð og orka upp á hesa lóg. Men ivaleyst er, at tað fer at verða gjørt alt fyri at burturbeina 266 b. Men tað má ikki koma fyri. Skalt tú vera politikkari mást tú kunna »rúma« øllum fólki. Tað er ikki uppgávan hjá politikarunum at standa við peikifingrinum og havast at, hvussu fólk liva. So eru tey ikki sína uppgávu vaksin. Heldur skulu tey arbeiða fyri, at øll føla seg líka væl í samfelagnum. Vit sóu serliga áðrenn 266b kom í gildi, hvussu politikkararnir skrivaðu í bløðunum, um hvussu fólk eiga at liva og hvat er moralskt rætt og ikki. Tað er ikki teirra uppgáva. Tey skulu føra politik og ikki verða »dýnulyftarar« tað er á einum alt ov lágum støði og hoyrir ongastaðni heima. Í hvussu so er ikki í politiska heiminum. Mín vón er at 266 b fær eitt ískoyti, so hon eisini umfatar fólk við breki. Og mín bøn til politikkararnir er at teir handfara hettar mál »professionelt« sum politikarar og ikki sum »moralens vogter«, tí tað er ikki uppgávan hjá teimum. 266b enn einaferð Jóna Mortensen § 266 b. Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, http://dk.mc250.mail.yahoo.com/wiki/Tro eller http:// dk.mc250.mail.yahoo.com/wiki/Seksuel_orientering, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år Ovasti føroyingurin, Føroya løgmaður, førdi seg fram í Skagen sum var hann høvdingur í Føroyum og stóð sostatt ikki til svars til nakað fólk ella institutión, sum t. d. parlamentarisk samgonga við samtyktum skjali. Hetta fekk sjálvsagt ongar fylgir. Nóg mikið eigur at vera nóg mikið Hvussu ofta og hvussu leingi skulu vit lata slíkt ganga? Hvussu ofta skulu vit skriva og lesa greinir eins og hesa? Hví eru ongar avleiðingar av politiskari misnýtslu og vanvirðing í Føroyum? Eru vit líkasæl viðvíkjandi okkara politisku skipan? Eru vit nøgd við at sita í arbeiðsskúrum ella ganga runt undir egið tak og siga sitandi samgongu vera ein savning av sjálvtænandi og korruptum níðingum? Tað, ið sagt verður í einum arbeiðsskúri ella við døgurðaborðið ger líka stóran mun, sum tað ger mun á flóð og fjøru, um tú stingur fingurin í havið. Fólkið ræður; men hvar er røddin hjá fólkinum? Í Íslandi gingu fólk til Altingi og mótmæltu við rakstrarrópum, tveittu við steinum og øðrum – og tey vóru áhaldandi. Íslendingar góðtóku ikki tað, ið var farið fram og tað, sum nú var ætlanin; nevnliga, at fólkið skuldi gjalda gildið hjá nøkrum fáum. Áttu vit ikki eisini at gjørt okkurt líknandi; tveitt av okkum henda misskilta hóvliga ham, sum bara ber boð um trælalyndi, og fari á tinghúsvøll at mótmæla hesa misnýtslu og neyðtøku av okkara forna tingi. Eg eri eingin fjeppari av at kasta við steinum, eggum og tílíkum, men ein stór mannamúgva á Tinghúsvøllinum og á Tinganesi, hevði skapt sjónliga og ófrávíkiliga tilveru av fólkinum, sum veruliga hevur ræðið í Føroyum. Ein likamlig hjávera av fólkinum kann ikki ignorerast. Tá fólkið spyr og setur krøv skal leiðslan svara ella standa til svars. Spilt nevndararbeiði, spiltir pengar Sitandi samgonga setur nevndir til ymiskt arbeiði, og háða hetta arbeiðið so skjótt, tað er liðugt, við ikki at taka ráðini og tilmælini frá hesum nevndum til eftirtektar. Viðkomandi politikarar koma bert við býttisligum undanførslum sum t.d.: “vit hava ikki tikið hetta tilmæli frá nevndini til okkum, tí vit tóku avgerð út frá eini heildarmynd.” Slíkt ógreitt møsn av einum svari sleppa okkara politikarar avstað við hvørja ferð, og eingin í fjølmiðlunum mótmælir í álvara hesum møsni. Henda “dans”, sum teir bjóða okkum mest sum hvørja ferð, eitt mál ferð í nevnd, skal føroyski skattgjaldarin gjalda. Um Føroya fólk ynskir hetta kostnaðarmikla mannirer at halda uppat, mugu vit gera nakað við hetta. Serstøk tjóð: á hvønn hátt? Hvør er stoltleikin, gleðin, nyttan og fyrimunurin við at hava eitt løgting, landstýri, flagg og tjóð, tá henda tjóð er vorðin eitt ravnabøli. Føroyar serstøk tjóð: Er tað gott, um serstøk tjóð merkir: serstakliga vánalig parlamentarisk fatan, serstaklig politisk misnýtsla, serstakliga líkasæl fólk, sum fylgja høvdingum? Um føroyingar veruliga halda sitandi samgongu og núverandi viðferð av politisku skipanini vera nóg góða, so kunnu vit ongantíð ov skjótt gera Tinghúsið til eitt hvørt savn, innlima okkum í Danmark sum danskt amt og tveita alla politiska ábyrgd og uppgávur frá okkum, tí sum nú er, gera okkara leiðarar, okkara høvdingar, nógv størri skaða, enn um vit als ongar hava. Dávid Isfeld Hósvík Hvat vilja vit hava: høvdingar ella parlament? Í ár hava verið ov nógv dømi um høvdinga-atburð og avgerðir, ístaðin fyri parlamentariska viðgerð og avgerð