Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 6. august 2010 · Nr. 116 Sosialurin John Johannessen Hetta eru vísdómsorð. Og tað er rætt: Politikkur er at vilja! - Men at vilja hvat? Tað er ein rættiliga avgerandi spurningur at seta sær. Ein spurningur, sum vit ting- og landsstýrisfólk áttu at dvølt við eina løtu.... Tað er sjálvsagt ymiskt, hvussu vit vilja tað besta fyri samfelagið. Tí hava vit fleiri politiskar flokkar við hvør sínum besta vilja. Men snýr viljin seg um okkum sjálv; at halda fast við okkara egnu umboðan, okkara egnu spennandi álitsstørv og viljin fyri samfelagnum, fyri fólkinum samstundis er trupul at hóma, so eru vit á vandakós. Høvi til rannsakan Seinastu drúgvu tíðina hava vit hoyrt meira um “ikki at vilja” enn at vilja. Bløð, útvørp, sjónvarp og portalar hava verið á tremur við fráboðanum frá fólka- valdum politikarum og landsstýrisfólkum um, hvat tey “ikki vilja”. Og soleiðis hevur eisini verið í sambandi við Ólavsøkurøðuna í ár. Vit hava hoyrt og lisið um viljan hjá einstaku landsstýrisfólkunum á teirra egna øki. Men eftir stutta løtu er komin fráboðanin um “ikki at vilja”. Hetta átti helst at givið okkum øllum eitt høvi at hugsa eina løtu. At hugsa, um ikki veljarin - okkara arbeiðsgevari - setir størri álit á okkara førleika til at vilja, heldur enn til okkara fráboðanir um ikki at vilja. Jú, politikkur snýr seg um at vilja. Ein politikkari má vilja. Ein flokkur má vilja í felag. Og ein samgonga má sanniliga eisini vilja í felag. Góð parlamentarisma Í júst farna tingári sóu vit oftari enn vanligt, at eitt samt løgting vildi í felag. Hetta var galdandi í fleiri týdningar- miklum avgerðum. Helst vóru mest týdningarmiklu av hesum samtyktin av játtanarkarminum fyri 2011 og fráboðanin um pen- sjónsreform. Hetta er at fegnast um og boðar frá nýggjum vindum við góðari parlamentarismu. Men sjáldan hoyrdu vit frá landsstýrinum ella sam- gonguni um at vilja í felag. Heldur tvørturímóti... Hetta samfelagið hevur brúk fyri reformum. ° Tað er brúk fiskivinnu- reformi ° Tað er brúk fyri kommunu- reformi ° Tað er brúk fyri reformi á almannaøkinum ° Tað er brúk fyri sjúkra- húsreformi ° Tað er brúk fyri skúla- reformi ° Tað er brúk fyri reformi av almennu umsitingini Nakrir av hesum reformum eru nevndir í ólavsøkurøðuni í ár, sum ætlanir hesa ting- setuna, og teir eru eisini nevndir áður. Men nýggja tingárið var ikki nógvar tímar gamalt, áðrenn vit hoyrdu røddirnar um “ikki at vilja”. Ørðvísi meirilutar Tí eru tíverri rættiliga greið tekin um, at viljin ikki at vilja verður við yvirlutan í samgonguhøpi í øllum førum og reformarnir verða av ongum, um ikki nýggja og frálíka parlamentariska samstarvið ímillum allar flokkar á tingi úr bæði samgongu og andstøðu tekur ábyrgdina á seg at fremja teir týdningarmestu av reformunum áðrenn valskeiðið er lokið. Um ikki, so kunnu vit aftur dvølja við tankan, hvørt viljin snýr seg um samfelagið ella egið starv og um, hvørt hetta er álitsvekjandi mótvegis okkara arbeiðsgevara, føroyska fólkinum... Eg velji at seta mítt álit á ábyrgdarfulla parla- mentariska samstarvið millum allar flokkarnar... Og í hesum sambandi vil eg geva andstøðuni rós fyri ábyrgdarfullan leiklut í farnu tingsetu. Viljin at vilja Politikkur er at vilja. Hesi eftirhondini nógv slitnu orðini átti kendi og virdi svenski javnaðarmaðurin, Olof Palme Tú spyr sum deknurin á sinni spurdi prestin í einari kirkju, har tey ikki vóru so mong, og prestur helt fyri: Her má okkurt gerast!: Og hvat skuldi tað so verið? spurdi deknurin. Jú, svaraði presturin: vit mugu hava eina konsert. Ja, svaraði deknurin, ella kanska desert. Vit menniskju kunnu ikki skapa nakað, sum er haldbart, tí tað, ið vit skapa verður bara skaparí. Turrar tíðir hava altíð verið í kirkjuni, longu kirkjufeðrarnir søgdu frá lítlari kirkjugongd til tíðir, men so komu EKTAÐAR SAKRAENTALAR VEKINGAR, og fólk fóru aftur at leita eftir tí, sum var haldbart og gav meining í lívinum. Tað ber væl til at skipa fyri tiltøkum sum kunnu savna stórar mannfjøldir. Havi sjálvur í fleiri ár bæði í Danmark og her heima, staðið fyri slíkum. Men hald var ikki í tí. Tá ið tiltakið var av, vóru bara tey somu eftir. At halda slíkum tiltøkum kókandi alt árið runt, tað krevur nógva orku, og í seinasta enda verður tað eisini trivielt. Skal kirkjan uppfylla øll tey krøv, sum ungfólk seta í dag, tá verður tað trupult, og neyvan verður nakar kristindómur og kristniboðan í tí, tí tey krevja at nakað nýtt skal henda alla tíðina. At enda upploysir tað kirkjuna. At prestar koma við útsøgnum sum, at konsertir og útferðir fara at bjarga tí kristnu kirkjuni er fullkomuliga skeivur hugsannarháttur fyri ein prest. Tað er evangeliið, sum hevur borið, og, sum ber guðstænastuna og kirkjuna - einki annað. Kirkjan livir ikki av tølum, men av Guðs orði, og ikki Kristus, men Antikrist er eyðkenni við tølum. Forrestin, er tað nú bíbilskt at vit skulu vera fleiri enn tey, sum savnast til verðslig tiltøk? Eg lesi tað øvuta í Halgubók. At fara í kapping við allar átrúnaðarligar sektir um sálirnar er burturvið. Tí har verður talan um, hvør nú dugir best at undirhalda. Konsertir og onnur undirhaldstiltøk kunnu vit fara til í heilum, men at fara í kirkju er nakað annað. Og eigur tað ikki at vera nakað annað? Kirkjan livir ikki av tølum og statistikkum John S. Myllhamar Ov lítið fólk gongur í kirkju, sigur onkur prestur við fjølmiðlarnar, tí má nakað ske nú! her má okkurt gerast! Tí eru tíverri rættiliga greið tekin um, at viljin ikki at vilja verður við yvirlutan í samgonguhøpi í øllum førum og reformarnir verða av ongum, um ikki nýggja og frálíka parlamentariska samstarvið ímillum allar flokkar á tingi úr bæði samgongu og andstøðu tekur ábyrgdina