Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 116 · 6. august 2010 4 EvErybody n drEam to ho Tað syngur Hans Edward andrEasEn í sanginum “UnitEd WE Fall”, sum Er á nýggjasTu fløguni Hjá thE drEams. Tað HEvur ikki vErið uTTan svørslag, aT Hann og bólkurin Hava lagT danska kongaríkið undir sínar føTur. PUnkrokkarin úr Havn HEvur vErið TrEiskur og runnið afTaná sínum drEymi uni Holm johannesen Mynd Jens Kristian Vang Býarlívið í føroyska høvuðsstaðum er tvídeilt hendan bítandi kalda sunnu­ morgunin. Klubbagarðurin er á tremur við full­ um fólki, sum skimast eftir einum taxa­ bili uttan fyri Tinghúsvøllin. Manna­ múgv an ætlar sær til hús, tí náttar støð ini hava latið dyrnar aftur. Í Vágsbotni eru hinvegin fleiri til­ kom n ir havnarmenn júst komnir á føt ur. Fleiri hava tikið hendurnar aftur um bak, meðan teir eru savnaðir til eitt morgun prát við bátahylin. Men hesir báðir eru í onga man na­ landi. Hans Edward Andreasen og Páll Odd ur Rubeksen sita á einum hvít­ klædd um bonki í Vágsbotni. Teir smakka sær á dovnaðu ølirnar við jøvn um mill­ um bili. Ikki tí, at tað er tørvur á tí. Báðir hava fingið ríkiligt at drekka. Hans Edward hevur fyri løtu síðan spælt í Club20 við bólkinum Zink. Hann er tungur í huga og velur at rýma aftan á kon sert ina. Hann leitar sær om an í Vágs­ botn, har hann finnur Páll Odd, sum situr og hyggur út á havið. Hans Edward finnur sær skjótt ein sess og greiður frá sínu neyð fyri arg­ an di sangskrivarunum í Páll Finni Páll. Hann vil burtur. Hann tímir ikki at spæla á føroyskum diskotekklubbum og ølklubbum hvørt vikuskiftið. Og Páll Oddur er skiljandi. Hann leggur punk­ ara num úr Zink eina við, at hann skal troy ta møguleikan, um hann ynsk ir tað. Páll Oddur sigur tað aftur og aftur. Tá verður avgerðin brádliga tikin. Hans Edward ætlar at verða rokk­ stjørna. Gingið skjótt Hans Edward Andreasen og The Dreams eru eftir fáum árum vorðnar stjørn ur á tónleikahválvinum. Teir fýra droymandi punk rokk­ ar ar nir úr Havn, sum mynda bólkin, hava fingið gjøgnumbrot í Føroyum, lagt Danmark fyri sínar føtur og hava seinastu mánaðirnar vunnið seg støðugt fram á hitlistarnar í Evropa, síðan bólkurin gav fyrstu fløguna út í 2006. Hans Edward Andreasen tók stig til bólkin fyri seks árum síðan. Við kensluligum, rastleysum og depri mer­ andi tekstum, hevur havnarmaðurin vunn ið sær serstøðu í føroyska tón­ leika heimi n um. Hann er millum fremstu tónasmiðirnar í landinum. At síggja til hóskar hann væl til mynd ina av einum punkara. Hann er klædd ur í ein ljósabláan kovboyjakka, og undir keppinum, sum ber orðini “Punk Basic”, hevur hann sítt og svart hár, tá hann støkkur inn á gólvið í Miðla­ húsi num. Hans Edward Andresen fekk tón­ leik in í blóðið, tá hann sum smádrongur plagdi at spæla gittar við pápanum. Hann er sonur Óla Hans Andreasen, sum í áttatiárunum var oddamaður í bólki num Funkies. Evnini vóru sjónlig hjá lítla og ágrýtna dreinginum, sum skjótt varð spáddur at hava eina bjarta fram tíð. Men undir skræðuni var veruleikin kort i ni ikki so einfaldur. Sivic broytti bakaran Hans Edward droymdi seg sum tann ár­ ing ur burtur á stórar altjóðar fót bólts­ vøll ir. Hann var evnaríkur fótbólts­ spæl ari, og umframt at ganga undan á ungdómsliðunum hjá B36, sendu U17­lands liðs ven jararnir boð eftir unga havnar manninum. Men tað fekk ein bráðan enda. Tón­ leik urin hevur altíð havt stóra rúmd í lívi num hjá Hans Edward, og hann royn di stundum at líkjast sínum fyri­ mynd um. Hann litaði sær hárið í heil um. Tað hóvaði ikki serbiska ven jara num Tomislav Sivic, at hansara ung dóms leik­ ari hevði reytt, grønt og blátt hár. Hann var av tí sannføring, at Hans Ed ward tók ikki fótbóltsspælið í álvara, og tí gjørdi Sivic ikki mætari enn at tveita hann av liðnum. Tá dró tón leik ur in av álvara. Hann tók stig til bólkin Zink, sum spældi fjákutan og babyrokkaratónleik, sum Hans Edward tekur til. Sangirnir, sum Zink lat frá sær, eru um limirnar í bólki num. Fløgan “Totally Love Songs” kom á føroysku gøturnar í 2003 við sang um sum “Lumpaður” og “Alt mítt lív”. Men Hans Edward hevði hug til meira enn at ballast og at spæla fják­ ut an tónleik. Hann kundi ikki torga at sita hand an skriviborðini í skúlanum, og afta ná níggju ár í Kommunuskúlanum fór hann í læru sum bakari hjá Gunnleiv við einum endamáli. At gera mammu sína nøgda. ­ Mamma væntaði ongantíð, at eg fór at standa meg sum tónleikara. Hon hevði sæð í einum blað, at Gunnleivur lýsti eftir lærlingi, og fyri at tryggja mítt grund ar lag, fekk eg greið boð at søkja star v ið. Áðrenn eg visti, var eg út lærd ur bak ari, sigur hann. Hans Edward minnist, at hann lærdi nógv um lívið, meðan hann mól millum tær eldru konurnar, grov rugbreyð og stór ar lagkøkur. Men hann visti sam­ stun d is væl, at útbúgvingin var bara eitt stig á leiðini, áðrenn hann fór at vin na seg á rokktindin. Hann arbeiddi um náttina, og skriv­ aði sangir til Zink um morgunin og kvøld ið. ­ Konurnar á arbeiðsplássinum søgdu stundum við meg, at eg rann eftir lívinum. At eg rann aftaná einum toki, sum fór buldrandi framvið. Eg skil ji ikki, hvussu eg havi klárað tað. Eg var ongantíð serliga væl upplagdur, og eg svav upp til fýra tímar hvønn dag í fleiri mánaðir, greiðir Hans Edward frá. Hann var útbúgvin sum 20 ára gamal í 2003. Tungur í huga Árið eftir rann punkrokkarin inn í ein stór an múr. Hans Edward hevði gjørt uppreistur móti foreldrunum, tí hann valdi aðra lív s leið, enn honum var álagt. Úrslitið var, at familjan misti sambandið so líð­ an di. Hann varð uppsagdur vegna spar ing­ ar og noyddist at siga íbúðina og bil in frá sær. Harafturat var daman far in frá honum. Hans Edward var í einari fúlari depres sión. ­ Hesir mánaðirnir vóru ræðuligir. Eg var fullkomiliga í knúsi mentalt. Eg vaks upp í einum “hard­core” umhvørvi í Havn, og tað var ikki kul at práta um kensl ur. Eg royndi at gera vart við trupul leikan, men vinmenninir høvdu ikki peiling av, hvat eg tosaði um. Eg var ein tapari og fekk einki frá hondini. Tað er hendan tíðin í mínum lívi, sum ser­ eyð kenn ir tekstirnar á donsku fløguni hjá okkum. Mín hugburður er, at allar upp liv ing ar geva tí einstaka snið. Eg eri fyri so vítt glaður fyri depressiónina nú, tí eg virðismeti lívið í størri mun. Men eg hevði ongantíð farið gjøgnum tað sama aftur. Ongantíð, slær Hans Ed ward fast. Hansara trongd at flyta av landinum var ovurhondsstór. Fyrst og fremst, tí hann vildi rýma undan depressiónini. Men hann ynskti eisini at menna sín tón leik, og tað vóru umstøðurnar ikki til í Føroyum. The Dreams, sum taldi tríggjar av lim unum í Zink, byrjaði í 2004, men gjørdi lítið vart við seg fyrsta árið. Aftaná fullamannaprátið við Páll Odd ur, tók Hans Edward bara møgu­ leik an. Hann hevði 5.200 krónur á VISA­kortinum, tá hann bíðlegði hann ein vegis ferðaseðil til Danmarkar. Uttan stórvegis viðføri, uttan pengar og uttan bústað stóð hann floghavnini í Vág um. Hann ætlaði at vinna seg fram við The Dreams. ­ Tað var ein fullkomin vesalaváttan. Men eg hevði einki annað. Fyrstu tíðina svav eg hjá einum vinmanni, sum hann og daman høvdu í Keypmannahavn. Tað bar sjálvsagt ikki til. So flutti eg til fastur mína, sum eg hevði ikki sæð ella hoyrt frá í fleiri ár. Eg hevði ongar peng ar. Tí ansaði eg eftir børnunum hjá hen ni og manninum hvørt vikuskifti í fleiri mán að nir. Eg kom so smátt fyri meg, og síðan hevur bara gingið ein veg, sigur Hans Edward. Fastur hansara er Linda Andrews, sum vann donsku sangkappingina X­Factor í 2009. Maður hennara syrgdi fyri, at Hans Edward og The Dreams tekn aðu seg til sjónvarpsrøðina MTV ACUT, sum MTV stóð fyri í september í 2005. Og við sanginum “Don’t” sum var einasti sangurin, sum The Dreams hevði, gjørdu teir vart við seg fyri fyrstu ferð. Tað er byrjanin. Byrjanin hjá fýra punk rokkarum úr føroyska høvuðs stað­ num, sum tóku lut í donsku útgávuni av Global Battle of the Bands. Byrjanin til fyrireikingarnar til danska Melodix Grand Prix, har bólkurin rakk fjórða pláss i num í kappingini. Byrjanin til sam starv ið við umboðsmannin Chief1. Byr ja n in til sangirnar “Sasasasa”, “Back­ stab b er”, “La’ mig være”, “Under the sun”, og fleiri aðarar, sum hava bergtikið før oy ing ar, danir, týskarar og óteljandi evropearar. Byrjanin til lívið hjá Hans Edwardi Andreasen sum rokkstjørna. samrøða