fríggjadagur 6. august 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 116 · 6. august 2010
5
EEds a
old on to
FAKTA:
Navn: Hans Edward Andreasen
Aldur: 26 ár
Føðingardagur: 12. november í 1983
Útbúgvin sum bakari
Arbeiði: Tónleikari
Bólkur: The Dreams
Mynd: Jens Kristian Vang
- Hans Edward Andreasen tók stig til bólkin
The Dreams fyri seks árum síðan. Við
kensluligum, rastleysum og deprimerandi
tekstum, hevur havnarmaðurin vunnið sær
serstøðu í føroyska tónleikaheiminum. Hann
er millum fremstu tónasmiðirnar í landinum
The Dreams
• Bólkurin sá dagsins ljós í 2004
• Limirnir eru Hans Edward Andreasen, Heini
Mortensen, Eirikur Gilstón Corfitz Andersen og Heini
Gilstón Corfitz Andersen
• The Dreams fekk gjøgnumbrot í Føroyum í 2006, tá
fløgan Tazy kom á gøturnar. Sangurin “Sasasasa” var
hin best dámdi.
• Útgávan “Den Nye By” kom í 2008. Fløgan var sera
væl dámd í Danmark, har føroyingarnir millum annað
rukku tindin á Boogie-listanum við tveimum sangum
• Fløgan “Revolt” kom út í ár. Sangirnir “Revolt” og
“Under the sun” eru við at vinna frama í Evropa.
- Eg vaks upp í einum
“hard-core” umhvørvi í Havn,
og tað var ikki kul at práta
um kenslur. Eg royndi at
gera vart við trupulleikan,
men vinmenninir høvdu ikki
peiling av, hvat eg tosaði um.
- Mamma
væntaði
ongantíð,
at eg fór
at standa
meg sum
tónleikara.