fríggjadagur 6. august 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. august 2010 · Nr. 116
26
Sosialurin
Á Deildartænastuni starvast í løtuni 17 starvsfólk við ymsum umsitingaruppgávum,
m.ø. fyri privatkundaøkið, avgreiðslu av virðisbrøvum, uttanlandsflytingum og
gjaldskortum.
Bókhaldari
Innanhýsis bókhaldsuppgávurnar í Eik verða nú skipaðar í eina eind, og tí sóknast
vit eftir einum bókhaldara at standa fyri eindini. Uppgávurnar verða m.a. at umsita
kreditorbókhald, innanhýsis kontur og aðrar bókhaldsuppgávur.
Toymisleiðarar
Høvuðsuppgávan hjá Deildartænastuni er at røkja umsitingarligar uppgávur á privat
kundaøkinum og røkja seruppgávur fyri Eik. Deildin er við til at standardisera og
effektivisera innanhýsis tilgongdir í Eik, og tryggja, at uppgávurnar verða loystar
skynsamt fyri allar partar. M.a. verður arbeitt við at skipa arbeiðsgongdirnar á
deildini sambært LEAN arbeiðsháttinum.
Fyri at náa hesum máli sóknast vit eftir tveimum toymisleiðarum til høvuðsøkini á
deildini.
Annar toymisleiðarin fær ábyrgd av umsitingaruppgávum á privatkunda-
økinum, m.ø. realkredittoyminum, tinglýsingum, deyðsbúgvum, kunda-
arkivinum, tryggingum og pensjónum. Á hesum øki starvast í dag 9 fólk.
Hin toymisleiðarin fær ábyrgd av virðisbrævaavgreiðslu og uttanlands-
flytingum. Á hesum øki starvast í dag 7 fólk.
Eldhugað starvsfólk til Kundatænastuna
Kundatænastan í Eik er týðandi bindilið millum kundan og Eik. Umvegis telefonina
avgreiðir Kundatænastan flytingar, svarar fyrispurningum frá kundum viðv. øllum
gjaldskortum, Netbankanum og LimaGreiðsluni, umframt at stilla telefonir um til
deildirnar og veita kundum okkara eina góða og skjóta tænastu.
Meira fæst at vita um størvini á heimasíðu okkara ella við at venda sær til Jeanette E.
Blåsvær, deildarleiðara á tlf. 348290, jeanette.blasvaer@eik.fo ella Erlu Johannesen,
dagligan leiðara í Kundatænastuni á tlf. 348566, erla.johannesen@eik.fo. Umsóknir
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. august, og skulu stílast til:
Eik Banki P/F
Yviri við Strond 2
100 Tórshavn
Att.: Elin Sigvardsen, starvsfólkaleiðari
Ella í telduposti til elin.sigvardsen@eik.fo.
Í Eik samtakinum starvast á leið 400 fólk í Eik Banka í Føroyum, dótturfelagnum Inni P/F og í dótturfelagnum
Eik Bank Danmark A/S. Á Starvsfólkadeildini Yviri við Strond í Havn starvast umframt leiðaran trý fólk.
Les meira um størvini á www.eik.fo
Størv í Eik
Vit sóknast eftir bókhaldara og toymisleiðarum til
Deildartænastuna og eldhugaðum starvsfólkum til
Kundatænastuna Yviri við Strond í Havn