Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. august 2010 · Nr. 116 30 Sosialurin Ítróttarblaðið Munurin millum bestu og næst­ bestu fótbóltsdeildina tykist at vaksa. Tað er aftur undirstrikað í hesi vikuni. Tey trý fremstu í næstbestu deild ini hava øll spælt í fyrrakvøldið ella í gjárkvøldið. Felags fyri tey øll var, at tey hittu næstbesta liðið hjá felag, sum eisini er umboðað í bestu deildini, og felags er eisini, at einki av teimum trimum bestu í næstbestu deildini megnaði at vin­ na á eykaliðunum hjá Voda fone fe­ løg um. Í gjárkvøldið tapti 1. deildarliðið hjá KÍ greitt 2­4 ímóti eykaliðnum hjá Vìkingi á heimavølli. Støðan í hálvleikinum var 0­3, og eitt skiftið var Víkingur á odda 4­0. Sigast skal tó, at Finnur Justinussen var við á eykaliðnum hjá Vìkingi, og hann gjørdi veru­ ligan mun við tveimum málum í gjárkvøldið. Í fyrra hálvleiki skoraði Vík ing­ ur trý mál uppá fimm minuttir. Dánjal Pauli Lervig legði Víking á odda, tá 27 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Ein minutt sein ni økti Kaj Leo í Bartalstovu til 2­0, og fýra minuttir seinni skor aði Finnur Justinussen til 3­0. Finn­ ur Justinussen økti til 4­0, tá 12 minutt ir vóru farnir av seinna hálv­ leiki. Steffan Kalsø fekk tó bjargað eitt sindur av æruni hjá KÌ við tveimum mál um í seinna hálvleiki, so tapið gjørd ist 2­4. Sera javnt er millum KÍ, 07 Vestur og TB í oddinum. Í Streymnesi var eykaliðið hjá EB/Streymi í hálvleikinum á odda 3­1 ímóti teimum bestu hjá 07 Vest­ ur, sum í 2. hálvleiki svaraði aftur, so úrslitið gjørdist 3­3. Í annaðkvøld skal EB/Streymur spæla steypafinalu í Klaksvík, og tí sigur tað seg sjálvt, at ongir av Voda fone spælarunum vóru við í kvøld. Í gjárkvøldið tapti TB 2­1 í Gunda dali ímóti teimum næstbestu hjá HB. Hondbóltsvenjarin Tonni Kjær skal venja eitt teilendskt hond bólts­ lands lið. Hetta skrivar heimasíðan hjá Neistanum. Tonni Kjær skuldi annars hava ábyrgd ina fleiri liðum hjá StÍF, men heima síðan hjá Neistanum skrivar, at Tonni Kjær stutt fyri ólavsøku boð aði strandingum frá, at hann hevði tikið av venjaratilboði í Tei­ landi. Sambært Andrasi Danielsen, for­ manni í StÍF, og sum neistin.fo hev­ ur tosað við, er tað gjøgnum nakrar danskar kenningar, at avtalan mill­ um Tonni Kjær og teilendska hond­ bóltssambandið er komin í lag. Stevnu marran hjá KÍ heldur fram 1. deildarfótbóltur menn Summarfestivalurin, Sjómannadagurin og Norðoyastevnan eru góðir dagar hjá klaksvíkingum flestum, bara ikki hjá besta mansliðnum hjá KÍ. Besta liðið hjá KÍ tapti aftur á Summarfestivalinum í ár Gunnar Nielsen og restin av Tranmere Rovers skulu leygardagin spæla sín fyrsta dyst í League One, sum triðbesta deildin í Onglandi. Fyrsti dysturin er á heimavølli ímóti Oldham Athletic, sum hevur fyrrverandi Manchester City leikarin, Paul Dickov, sum venjara. ÚrSlit 4. august HB-TB 2-1 (1-1) 0-1: Rógvi Joensen 14. 1-1: Bárður Mortansson br 38. 2-1: Bárður Mortansson 48. 5. august EB/Str.-07 Vestur 3-3 (3-1) 1-0: Arnar Dam 18. 2-0: Jens Michael Jensen 24. 2-1: Johan Ejvind Mouritsen 36. 3-1: Teitur Joensen 45. 3-2: Johan Ejvind Mouritsen 55. 3-3: Tór-Ingar Akselsen 81. KÍ-Víkingur 2-4 (0-3) 0-1: Dánjal Pauli Lervig 28. 0-2: Kaj Leo í Bartalsstovu 29. 0-3: Finnur Justinussen 32. 0-4: Finnur Justinussen 57. 1-4: Steffan Kalsø 58. 2-4: Steffan Kalsø 73. 7. august AB-FC Hoyvík 8. august HB-NSÍ TB-B68 Støðan KÍ 31 07 Vestur 30 TB 29 Víkingur 25 HB 25 EB/Streymur 23 AB 19 NSÍ 18 FC Hoyvík 14 B68 2 AB, NSÍ, FC Hoyvík og B68 hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir ÍF-fjepparar stevna frá Fuglafirði ÍF-fjeppararnir eru klárir til steypafinaluna í annaðkvøld Teir taka Sam til Klaksvíkar og fara annars at hita upp við Ment­ an arhúsið áðrenn. Gamla ferjan, sum í nógv ár sigldi um Leir víks­ fjørð, førir fjeppararnar úr Fugla­ firði til Klaksvíkar klokkan 13.45. Somuleiðis koyra bussar úr Fugla­ firði til Klaksvíkar klokkan 16.00. Og klokkan 16.00 byrjar upp­ hit ing in hjá ÍF við Flagspallin. Ein góð an tíma seinni, klokkan 17.15, verð ur farið á Injector Arena, sum fót bóltsvøllurin í Klaksvík verður rópt ur, og sjálvur dysturin byrjar klokkan 18.00. Í EB/Streyma­fjepparar halda til í Club 700 í Klaksvík. Teir møtast klokkan 16.00 og hita so upp til dyst in har. Tonni Kjær skal venja teilendskt landslið Gunnar og tranmere rovers í eldin Gunnar Nielsen er útleigaður frá Manchester City til tranmere fram til jólar.