Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. august 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. august · Nr. 117 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í samband við at ár 2010 er altjóða ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, hevur Lívfrøðing­ afelagið saman við Miðlahús­ inum skipað fyri eini mynda­ kapping, har endamálið er at lýsa lívfrøðiliga fjølbroytni í føroysku náttúruni. Kapping­ in heldur fram til 16. august. Við hesum ynskir Lív­ frøðingafelagið, at fleiri fáa eyguni upp fyri livandi náttúruni og fara út at taka myndir, sum kunnu lýsa hetta fjølbroytta lívið ella við øðrum orðum: avmynda lívfrøðiliga margfeldni í Før­ oyum. Tá kappingin er liðug, verða allar innkomnu mynd­ irnar at síggja í myndatema á Portalinum. Vinningar verða latnir til tríggjar tær bestu myndir­ nar: 1. vinningur: Eitt Canon EOS 550 fototól (virði: kr. 7.999). Ein Case logic taska (virði: 399 kr.) og eitt 16 GB kort (virði: 699 kr.) fylgir við. Vinningurin verður latin av Føroya Lívfrøðingafelag. 2. vinningur: Eitt Canon EOS 450 speglrefleks fototól (virði: kr. 4.999). Vinningurin verður latin av Expert 3. vinningur: Ein 1 TB ekst­ ernur harðdiskur (virði: kr. 980), ið verður latin av City og kr. 1.500, ið verður latið av Lívfrøðingafelagnum Reglarnar siga, at myndin skal vera digital og vera tikin í Føroyum í 2010. Kappingin byrjaði 7. juni og endar 16. au­ gust. Hvør luttakari kann ein­ ans senda eina mynd til Miðl­ ahúsið seinast hin 16. august 2010. Myndin skal sendast til margfeldi@sos.fo Lívfrøðingafelagið tek­ ur sær rætt til at brúka inn­ komnu myndirnar í arbeiði felagsins framyvir, t. d. til heimasíðu, plakatir og fald­ arar. Ein dómsnevnd, ið er sam­ ansett av trimum pørtum, velur bestu myndirnar. Hvør partur hevur líka nógvar atkvøður. Teir tríggir part­ arnir eru nevndin í lívfrøð­ ingafelagnum, ein professi­ onellur myndatakari og eitt listafólk. Tað vóru skelkandi tíðindi, sum vóru at hoyra í Klaksvík í gjár, har vitni greiddi frá, hvussu tveir løgreglumenn høvdu bukað og bankað tveir ungar mans uttan fyri festivaløkið hjá Summar Festivalinum, eftir at teir vórðu lagdir í hondjørn. Vitnið greiðir frá, at drong­ur­ in varð sparkaður og­ slig­in með­ an hann stóð í hondjørnum. Teir bakaðu høvdið móti húsaveg­g­i­ num og­ sparkaðu hann, sjálvt um hann ikki fekk vart seg­. Tá ein vinmaður spurdi løg­reg­luna, hví teir bankaðu dreing­in, bleiv hann eisini bankaður, lag­dur í hondjørn, sparkaður og­ tveittur aftur og­ fram av løg­reg­luni, greiðir vitnið frá. Hetta er skakandi og lítið virðiligt fyri løgregluna. Hetta fær okkum at hugsa um ameri­ kanskar tilstandir, har løgreglu­ harðskapurin hevur ført til miklan ófrið. Um frásøgnin er sonn, so hevur fútin ein stóran trupulleika. Uppgávan hjá løgregluni er júst at fyribyrgja, skapa frið og tryggleika. Tí ljóðar tað heilt ófatiligt, um tað passar, at løgregumenn hava sýnt slíkan atburð, sum frættist úr Klaks­ vík um vikuskiftið. At teir leggja menn í hondjørn kann vera sín sak, um tað er tiltrongt, so er tað eisini í ordan. Men tað kann ongantíð verða rætt, at løgreglu­ menn skulu sparka og sláa fólk, sum teir hava lagt í hondjørn. Vitnið greiðir víðari frá, at tá hon royndi at blanda seg fekk hon at vita, at um hon ikki slapp sær burtur, skuldi løgreglumað­ urin knúsa hana sundur. Hetta ljóðar ikki minni huga­ ligt, at løgreglufólk beinleiðis hótta fólk við harðskapi. Neyv­ an er tað altíð stuttligt at vera løgreglufólk, men vit mugu krevja av teimum, at teir duga at stýra sær, og at teir ikki lata sinnalagið taka valdið á sær. Sjálvandi skal løgreglan hava loyvi til at kanna málið. Og sjálvandi skulu allir partar hoyr­ ast, tá so grovar skuldsetingar verða settar fram. Tað síðsta nýggja er, at Ferðaliðið hjá donsku løgreglu kemur at kanna málið. Í øllum førum er tað eitt krav, at ein almenn frágreðing kemur um hendingina, so virðingin og respektin fyri løgregluni ikki fer fyri bakka. Eiga at hava virðing og respekt fyri løgregluni Royal Marines leiðari vitjaði Í gjár vitjaði bretska ferðamannaskipið frá Swan Hellenic, Minerva, á Havnini. Ferðafólkini vóru millum annað útferð undir Vestmannabjørgunum. Við á ferðini var Peter Rutter­ ford, majorur. Jógvan á Dul, sum var ferðaleiðari, greiddi millum annað ferð­ afólkunum frá bretsku her­ setingini undir krígnum. Tá var tað, at Peter Rutterford segði honum, at hann var leiðari av Royal Marines, tá teir vitjaðu aftur í Føroyum í 1990 ­ fimmti ár eftir her­ setingina. Royal Marines leiðari vitjaði mugu grEiða frá harðskapinum Verður stuðulsskip­ anin tann besta? Hanus samró kjak á síðu 12 Um­for­ deiling á al­ m­annaøki joHn joHannessen kjak á síðu 28 Avmynda náttúrumargfeldi Peter Rutterford, majorur, var leiðari fyri Royal Marines, tá teir vitjaðu í Føroyum í 1990. Hann vitjaði í gjár við við ferðamannaskipinum Minerva Mynd: Jógvan á Dul