mánadagur 9. august 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. august · Nr. 117
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Vitni til ein tilburð uttan fyri
økið hjá Summarfestivalinum
eru púra skelkað av, so harð
liga tveir politistar bukaðu
tveir 17 ára gamlar dreingir
leygarkvøldið.
Ein 17 ára gamal drongur
ætlaði sær inn á festivaløkið,
men ein vakt forðaði honum
tí hann hevði eitt vuvuzela
horn. Hetta hendi á vegnum
við posthúsið.
Teir báðir togaðust eina
løtu um hornið, og hetta sóu
tveir politistar, siga keldur,
sum Sosialurin hevur tosað
við.
– Eg sá politiið taka
ein drong og leggja hann
í
handjørn
og
banka
hann sundur og saman.
Drongurin varð sparkaður
og sligin, meðan hann var í
handjørnum. Teir bankaðu
høvdið móti húsavegginum
og sparkaðu dreingin, sjálvt
um hann ikki fekk vart seg,
sigur Randi Jacobsen, sum
júst var møtt sum vakt á
Summarfestivalinum, tá ið
alt hetta hendi.
Fekk somu
viðferð
Ein vinmaður dreingin fór
til politistarnar og spurdi,
hví teir bankaðu drongin, og
so fekk hann sama umgang,
varð lagdur í handjørn og
sparkaður og tveittur aftur
og fram.
Báðir dreingirnir vóru
dragsaðir yvir á politistøðina,
har foreldrini komu eftir
teimum.
Randi Jacobsen fekk ein
gest at taka sær av atgongu
merkjasøluni, meðan hon
fór yvir til politistarnar og
bað teir gevast við at sláa og
sparka politistarnar.
– Eg fekk bart út at vita frá
øðrum politistinum, at um eg
ikki slapp mær burtur, skuldi
hann knúsa meg sundur. Tað
var so óhugnaligt at hoyra
dreingirnar rópa um hjálp og
einki fáa gjørt, sigur Randi
Jacobsen.
Hon
sá
fleiri
fólk
á
staðnum, og børn grótu og
vóru skelkað.
Vardi børnini
– Ein kona kom eisini til og
fóru við fleiri børnum inn á
posthúsið fyri at verja tey, og
tey ikki skuldu síggja meira,
sigur Randi Jacobsen.
Hon visti hvørki út ella
inn, og ringdi so 112 og bað
um hjálp til tveir 17 ára
gamlar dreingir.
Í hinum endanum svar
aði
politistøðin
í
Havn,
og svarið var, at politistar
vóru á staðnum. Tað var
ikki stór hjálp í tí, við tað at
politistarnir vóru problemið,
sigur Randi Jacobsen.
Óneyðugt
Hon skilir framvegis ikki,
hví tað skuldu vera neyðugt
at fara so harðliga fram
móti
tveimum
ungum
dreingjum, sum longu vóru
í handjørnum.
Randi Jacobsen veit, at
heilt nógv vitni vóru til
hendingina, og at onnur hava
ætlað at melda eisini.
Sum
Sosialurin
skilir
eru aðrir politistar eisini
skelkaðir av hendingini.
Av tí at politiið í Føroyum
ikki kann kanna ákærur móti
politistum í Føroyum, kemur
ferðaliðið hjá Ríkispolitinum
at kanna hendingina og tosa
við vitni.
Nevnast kann, at einki
verður gjørt við málið um
vuvuzelahornið, sum vaktin
og annar av dreingjunum
togaðust um, er lagt á hillina.
Tað málið gjørdi politiið einki
við.
randi@sosialurin.fo
Knústir niður í asfaltið
Ferðaliðið hjá ríkispolitinum kemur til Føroya at kanna ein tilburð á Summarfestivalinum,
har tveir politistar fóru óvanliga harðliga fram móti tveimum ungum dreingjum