Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. august 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. august · Nr. 117 6 Sosialurin RÓLANT WAAG DAM Tað sær svart út. 20 septem­ ber í 1986 lovaði Ove Joensen al ment, at børnini í Nólsoy skuldu fáa ein svimjihyl. Í dag, 24 ár seinni, er eingin svimji hylur komin, hóast nógv orka og nógvir pengar eru brúktir upp á hesa verk­ ætlan. Í dag torir forkvinnan í Stuðulsnevndini, Unn Per domo, sum virkar fyri, at nevndin fær pening til svimji hylin, ikki at seta árstal á, nær svimjihylurin er liðugur og klárur at taka í nýtslu. Hon upplýsir, at tey hava um leið hálva millión á bók. Men tað gongur strilti við at fáa hesa upphædd at vaksa. ­ Í fjør gav stevnan undir­ skot. Stevnan kostar nógv og ringa veðrið hevði við sær, at tað ikki mól runt hjá okkum, sig ur Unn Perdomo. Árini frammanundan góvu stevnurnar millum 50.000 og 100.000 krónur í yvir skot. – Samlaða inntøkan á onkr um stevnum hevur ver­ ið umleið 450.000 krónur, með an útreiðslurnar vóru 400.000 krónur. Hesar út­ reiðsl ur hava vit roynt at fing ið niður nú, soleiðis at tað kostar okkum minni at halda stevnuna, greiðir Unn Per do mo frá, sum gjørdist part ur av Stuðulsnevndini fyri trimum árum síðani. Hon leggur aftrat, at hevði veðrið ikki verið heilt so ringt sum tað var í fjør, so hevði stevnan heilt víst givið yvir skot. – Tíbetur høvdu vit spart so mikið nógv, at undir­ skot ið ikki gjørdist meira 22.000 krónur, hóast talið av gestum vóru óvan liga lítið, greiðir Unn Per do mo frá. Forkvinnan í Stuðuls nevnd­ ini hevur ikki tað eksakta talið av gestum í Nólsoy á stevnuni í fjør, men hon ivast stór liga í, um tað vóru 1000 vitjandi. Árið fyri vitjaðu 6000 fólk í Nólsoy í sambandi við ovastevnuna og í 2007 5000. Tí vónar Unn Per do mo, at veðrið verður gott leygar­ dagin, soleiðis at nógvir gest­ ir koma út. Arbeiðið er byrjað Ovastevnan varð hildin fyri fyrstu ferð í 1994. Stevn an hevur árliga drigið túsunda­ tals føroyingar út í lítlu bygdina, men fíggjarliga av kast ið hevur verið av­ mark að. Kortini var so mikið kom ið í kassan, at tað fyri nøkrum árum síðani bar til at projektera og stoypa eina grund til svimjihøllina. Um­ leið ein millión krónur var brúkt upp á hetta arbeiði, men peningurin rakk ikki til at gera betongarbeiðið liðugt. Síðani hevur grundin stað ið meira ella minni órørd, og Unn Perdomo sigur seg ikki kunna siga, hvørjum standi grundin er í. – Vit vita ikki hvørjum standi grundin er í. Hetta er nakað, vit mugu fara at kanna, soleiðis at vit vita, um grundin yvirhøvur kann brúkast. Men tað kostar eisini pengar at gera slíkar kann ing ar, sigur forkvinnan í Stuðulsnevndini. Umhugsa onnur tiltøk Við Dimmalætting í fjør segði Unn Perdomo, at stevnan sjálv ikki byggir nakran svim ji hyl. Tí kanna tey eisini, hvørj ar aðrar møguleikar tey hava at fáa pening til vega. – Vit hava roynt at søkt nakr ar grunnar, men uttan úr slit. Nú umhugsa vit at skipa fyri øðrum tiltøkum, men miseydnaða stevnan í fjør tók nógva orku og yvir­ skot, so vit gjørdu einki við tað tá, greiðir Unn Perdomo frá. Stuðulsnevndin hevur áð ur skipað fyri tiltøkum, ið kast aðu nógvan pening av sær. Eitt nú skipaðu tey fyri al mennum dansi við Bamses Venn er og Spælimonnunum í Nólsoy í Gundadali síðst í átta ti árunum. Hetta gav fitt av peningi. Í 1988 skrivaði Sosialurin, at innsavningin til svimji­ hylin tá hevði givið 400.000 krón ur. Hesir pengar stóðu á bók í Fossbankanum, men sam bært Dimmalætting misti Stuðulsnevndin nógvar av hesum, tá Fossbankin fór av knóranum í 1993. Taka vit hesar 400.000 krón ur nar og milliónina, sum varð brúkt upp á grundina til svimji hylin, og leggja aftrat teim um 500.000 krónunum, sum Stuðulsnevndin eigur í dag, ber til at staðfesta, at slak ar tvær milliónir krónur eru innsavnaðar til frama fyri svimjihylin í Nóloy. ­ Tað er tó langur veg ur eftir á mál og upp runa æt­ lan in til projektið má endur­ skoð a st, tí hon er so gomul, sig u r Unn Perdomo og vísir á, at krøvini eru broytt nógv síðani ætlanin um ein svimji­ hyl í Nólsoy gjørdust meira enn bara tos. rolant@sosialurin.fo Svimjihylurin næStan druknaður Hóast nógv tøk eru tikin, so gongur helst lang tí, áðrenn nólsoyingar kunnu taka nøkur tøk í ætlaða svimjihylinum í oynni. Grundin, sum varð stoypt fyri nøkrum árum síðani, er í ivasomum standi og øll upprunaætlanin kring svimjihylin skal helst endurskoðast. – Tað er langur veður á mál, ásannar Unn Perdomo, forkvinna í Stuðulsnevndini, sum savnar inn pening til frama fyri svimjihyl í Nólsoy Tað sær svart út í Nólsoy, tá tað kemur til ætlanirnar um at fáa svimjihylin í Nólsoy lidnar